Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-21, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. desember 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 245 - 21. desember 2005 23 UMMÆLI Petur Martin Petersen Herfyri fekk eg eina enska bók upp í hendurnar. Tittulin á hesi bók var: Faroes’ Child - a life in exile, sum ein kvinna, Antonia Stephenson, úr Australia hevði skrivað. Ikki sørt forvitin fór eg í holt við at lesa, hvat ein so fjarlagin kvinna átti at siga um okkara oyggjar .... og so fekk eg í staðin eina hug­ takandi lívssøgu um eitt býtis­barn, sum av lagnuni bleiv flutt úr heimlandi sín­um til fremmant land at blíva ald upp; ja, so langt heim­anifrá, at alt bleiv nýtt í lívi hennara, tá ið hon var bert 3 ára gomul. Bókin snýr seg um tey við­kvomu árini, har hetta býtis­barn veksur upp hjá góð­um fólkum, sum elska tað av hjarta; hóast tey ikki rætti­liga duga at finna inn í sálardýpið á hesum barni, sum meir at kalla kennir uppi­hald sítt í Føroyum sum eitt eksil frá elskaðum heimlandi, ið meira og meira í huga tess fær nakrar dygdir, sum tað nokk ongantíð hevur átt til hetta barn, ið foreldrini heldur ikki høvdu tíð til. At “fosturmøðurnar” eru eitt sindur gamalsligar, og ein faðirmynd heilt manglar, skapar í heilum eina konflikt, sum fremmandagentan ikki er før fyri at greiða, meðan hon smæðin roynir at vera sum hini ... uttan rættiliga at megna tað. Kanska er tað henni íborið at vera smæin, ella kemur hetta smædni kanska av, at tey góðu menn­ iskju, sum taka sær av hesi neyðars gentu ansa “ov væl” eftir henni, soleiðis at hon kennir seg ikki sørt til láturs millum javnlíkarnar. At umsorganin hjá teim eldru vekir so mikla vreiði í fremmandagentuni, at hon í tíðarskeiðum hatar hesi góðu fólk, sum taka sær av henni, er næstan sjálvsagt; tí óivað er suðurlandatemperament hennara viðkvæmari, enn vit eru von við, og so eigur gentan jú eina mammu úti í stóruverð, sum fær eina størri og størri gloriu hefta upp á seg júst tí, at hon ikki er til staðar at taka lut í upp­ alingini av dóttrini. Eftir fleiri ár í Føroyum fær dótturin vitjan av mammu sínari, sum í eygum henn­ara er júst, sum hon helt. Vøk­ ur og fínlig. Ja, ein rættilig verðinsdama, sum onki kundi sigast uppá. At mamman býr á gistingarhúsi, meðan hon er í Havn, og bert “vitjar” dóttrina nakrar fáar ferðir í staðin fyri at brúka alla tíð sína saman við henni, fær onga “klokku at ringja” hjá dóttrini. Nei, við frástøðu síni frá dóttrini gerst mamman í stað­in meira atdráttarverd og togar á sín hátt – kanska ótil­ vitað - eisini dóttrina burt­ur frá fost­ur­møðrum henn­ara. At hes­ar eldru kvinn­­ur­nar á hvør sín hátt kanska eru ov “gamal­dags” yvir fyri fostur­dóttir teirra er eyð­ sýnt; men ein part av hesum javna ein bróðurkona teirra, sum eigur børn og hev­­ur eitt heilt normalt og liv­­andi húski, og børn henn­ara, ið eisini eru tey, sum sam­pakka best við hesa fremm­anda­ gentuna í “eksili” hennara í Føroyum. Eftir vitjan mammunar bún­ast tankin um at rýma burtur í onnur lond í gentuni; tí alt má vera betri enn tað, henni stendur í boði á hesum fjarløgdu oyggjum, sum á ongan hátt minna hana um tað umhvørvið, hon heldur mammu sína liva í ... og so kemur mamman aftur á vitjan, og “undrið” hendur: Mamman vil hava dóttur sína við sær út í stóruverð, har “rætta” lívið er, og har alt er meira “sum tað eigur at vera” bæði á ein og annan hátt. Ja, so íðin er gentan at sleppa burtur úr “hafti” sín­ um, at hon næstan ikki gevur sær stundir at siga farvæl, tá ið hon fer avstað, hóast fosturfamiljan kennir stóra sorg við skilnaðin frá hesum barni, sum so við og við er komið at standa teimum eins nær og teirra egnu børn. Nýggja lívið byrjar við tað sama umborð á ferða­ skipinum, sum allastaðni ber boð um ein alheim uttan fyri Føroyar, har “alt” er so glæsiligt. Og jú longur tey koma út í heim, jú, meira spennandi verður alt .... til gerandisdagurin eisini kem­ur undan her; tí hon hev­ur ikki bara glett seg til at síggja lýtaleysu móðir sína. Har má jú eisini vera ein pápi. Men tá hesin pápi verður stillaður í eitt so ringt ljós av mammuni, at ynski um at síggja hann fánar, ja, so fánar eisini ein partur av gloriuni hjá mammuni, sum harafturat skal giftast øðrum manni, sum skal vera henni í faðirs stað. At mamman so við og við ikki hevur tol við dóttir sína, sum alla tíðina væntar sær meira av henni, enn hon megnar at geva eftir øll hesi árini við at kalla ongum sam­bandi, hjálpir ikki upp á støðuna teirra millum ... og so við og við endar neyðars gentan enn einaferð sum být­ isbarn í fremmandum landi, har hon skal venja seg við eitt lív, sum henni heldur ikki hóvar, hóast hon ei held­ ur her líður nakra neyð upp á kropp sín. Nei, trupulleikar hennara eru, at hon sinnisliga ikki dugur at kenna seg í javnvág við síni nærmastu, sum onk­ursvegna ikki duga at koma inn at kjarnanum í viðkvæma sinninum í hesum barni, sum kennir seg vilst burtur av leið – ikki bara landafrøðiliga – men eisini kensluliga. Hugtakandi er eisini at lesa um afturkomu hennara til Før­oyar eftir 40 ár, og hvussu gomul “burturgoymd” minn­ ir bróta sær veg út úr læstu sinnisgoymslum hennar, nú hon endiliga fær sammett “ússaliga” eksil sítt í Før­ oyum, sum, tá ið saman um kom, ikki var so ússaligt, við tað “glæsiliga” lívið úti í heimi, ið, tá ið til stykkis kom, heldur ikki var so glæsi­ ligt. Hóast mangt er broytt, so er tó mangt, ið líkist aftur, so við og við, sum minnið í Antoniu vaknar, so hvørt sum støð og menniskju úr fortíð hennara gerast livandi aftur bæði í minni hennara og í veruleikanum. Tað tyk­ ist, sum um hon hevur okk­ urt slag av ótta­fullari skuld­ arkenslu av ikki at hava lat­ið hoyra frá sær í heili 40 ár .... og so møtir hon javn­ líkum, vinum og kenn­ing­ um, sum stóðu henni nær í barnaárunum ... og øll taka væl ímóti henni, eru blíð við hana og gera stás burtur úr henni. Eisini gomlu húsini á Bakkahellu eru har so “liv­ andi”, at ein blandingur av alskins minnum renna fram fyri hana – bæði av góðum og misskiltum ringum, nú hon við 40 ára alheimsvísdómi dugir at meta øðrvísi um hesar hjartans góðu kvinn­ urnar, sum, tá ið samanum kom, royndu at geva hesi fremmandagentu allan teirra kærleika og umsorgan, sum hon bara ikki dugdi at skilja, tí at tær vóru so “gam­ aldags”. At fosturfamiljan í Føroy­ um hevur “goymt” ymsar loyndardómir úr fyrstu barna­árunum hjá Antoniu fyri at “verja” sjálvupptiknu mamm­una, sum valdi at sleppa onkardóttir sínari upp á fjall, tá ið hon átti at vera mest um hana, gevur ferð hennara ein serligan týdning, nú hon hevur valt at leita aftur á slóðina; og hon ásannar viðvíkjandi hesum hjartans góðu fólkum, sum høvdu tikið hana til sín, sum teirra egna barn: “I appreciatet too late the tender loving care that Mia and Sigrid had bestowed on me”. Og húsini á Bakkahellu fáa eisini teirra uppreisn frá Antoniu, sum í bók síni at enda ásannandi sigur: “After all, this was the place from which I had wanted to flee, even though under its corrugated iron roof I had only known care and kindness”. Afturat at vera ein bók um eina fremmandagentu í “eksil” í Føroyum, er hendan bók ein reiðiliga áhugaverd bók um ymisk søgu- og sam­ felagsviðurskiftir í landi okk­ ara. Kanska spill­ir tað lagnu­ søguna nakað, at “minnið” hjá lítlu smágentuni oftani er “minnið” ella afturlitið hjá tilkomnari kvinnu, sum einaferð sleit barnaskógvar sínar í Havnini. Men so­leið­ is má nokk vera, tá ið bókin eisini skal vera eitt slag av upplýsingarbók um land okk­ara. Onkuntíð fara hesar lýs­ ingar eitt sindur av sporinum; men tá ið samanum kemur situr lesarin eftir við eini áhugaverdari uppliving, sum tað oftani kann vera, tá ið ein lærir um seg sjálvan gjøgnum ein annan ..... og ikki minst, tá ið hesin “ann­ar” eigur ein alheim at sammeta við, meðan lítla­ verð okkara verður sett undir sjóneykuna. Henda bók er eitt dømi um, at gamla orðið enn er satt, at bæði veruleiki og óveru­leiki eru, hvat vit gera teir til .... og at vit mangan mugu ferðast millum hesar báðar støður fyri at gerast greið um hetta. Ein lesiverd bók, sum á ein hugtakandi hátt kann læra okkum um okkum sjálvi, meðan vit á 286 bóka­ síðum fylgja lítlari smágentu ávegis til vaksna lív hennara í stóruverð. Um bókin fæst í bóka­ búðunum her, veit eg ikki, men bókin er skrásett und­ ir ISBN: 1-9210-0555- 6, er útgivin av Zeus Publica­­tions, og Antonia Steph­en­son hevur - samb. permuna á bókini - hesa heimasíðuadr.: www.antoniastephenson.com Faroes’ Child - a life in exile