mikudagur 21. desember 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Elin Mouritsen og
Óli Kurt Hansen
gjørdu barnasending-
arnar i Útvarpi Før-
oya eitt ikki so ógvu-
liga langt skifti mið-
skeiðis i 70'árunum.
Tað er ótrúligt at
hugsa um, at tey ikki
vóru har meira enn
gott hálvt annað ár
ella so, tí nú, ið nær-
um 30 ár eru farin,
síðani tey fóru hvør
til sítt, eru tey enn
kend um alt landið
sum Elin og Óli i
barnaútvarpinum
FLØGA
Soleiðis skrivar Eyðun
Andreassen, professari, í
umslagnum til fløguna hjá
Elini og Óla _ fløgan við
brotum úr viðgitnu barna-
sendingunum, sum vórðu
sendar miðskeiðis í sjeyti-
árunum. Fløgan varð givin
út fyri tveimum árum síð-
ani, men er framvegis at fáa
– og vit geva Eyðuni orðið
aftur:
»Hugflog, íblástur, eld-
hugi, gleði, sjarma og
spontanitetur eyðkendu ta
skapandi megi í teirra
barnasendingum. Sending-
ar teirra fóru um øll mørk.
Hugans mørk og veruleik-
ans mørk. Gott tilfar til
børn skal vera markleyst,
sum í ævintýrunum ella tei-
mum føroysku skjaldru-
num. Har fer nógv fram, ið
ikki ber til, men altíð er eis-
ini sumt, ið ikki ber til har
heldur. Elin og Óli brutu
eisini hesi innaru mørk, so
at veruliga alt bar til hjá
teimum. Tey skaptu ein
nýggjan máta í føroyskari
útvarpsgerð. Útvarpsgerð
tá var tung. Alt varð giørt
við handriti og lisið upp
eftir skrivaðum teksti. Elin
og Óli fóru mótsettan veg.
Tey tosaðu fyrst, og redi-
geraðu aftaná. Tey vóru eitt
fullkomið
makkarapar.
Annað av teimum hevði
ikki kunnað gjørt hetta
einsamalt, og heldur ikki
við einum øðrum makkara.
Tey góvu hvørjurn øðrum í-
blástur og leiddust hond i
hond - fyri ikki at siga huga
i huga - út á villastu víddir,
ja út um har, ið sjálvt barns-
ins óavmarkaða hugflog
fer. Tey høvdu slik evni, ið
bert fáum er beskorið.
Ein ið var so heppin at
vera hjá, kundi uppliva at
síggja tey fara inn i út-
varpsstovuna, seta seg yvir
av hvørjum øðrum við
mikrofonini hangandi í-
millum sín, og so síggja,
hvussu tey við ongum
handriti ella øðrum til
hjálpar, og uttan at hava
fyrireikað nakað stórvegis
frammanundan, settust at
tosa saman, eggja hvørt
annað, koma við undarlig-
um hugskotum og setning-
um, til tey fóru á glið onkra
leið, ið tey funnu i samver-
uni, til við eitt ein heil út-
varpssending var har, ið
kundi halda fram í fleiri
vikur eftir sama tráð.
Tey høvdu eisini evnini at
flenna saman. Láturin ald-
aði rundan um tey, har tey
sótu i útvarpsstovuni og
skaptu sínar søgur og fóru
sínar víðu ferðir. Kanska er
tað tann smittandi láturin,
ið er lykilin til teirra skap-
anarmegi. Tað slag av látri,
ið kann bróta alt tungt og
keðiligt niður, ið hópast
fyri framman og tarnar
gongulag og tanka.
Elin og Óli bergtóku
hvørt mansbarn i Føroyurn
i orðsins sanna týdningi.
Ikki bara hvørt einasta
barn, men vaksin við -
menn og konur, ung og
gomul. Tað er tíð uppá, at
nakað av tilfari teirra nú
verður útgivið. Eg ivist ikki
i, at henda útgáva verður til
gleði. Serliga hjá teimum,
ið vóru børn i 70'árunum,
men mann ikki okkurt stórt
ella lítið barn eisini fara á
hugflog við teimum nú i
einurn nýggjum aratúsund?
Tað vænti eg!«
22
Nr. 245 - 21. desember 2005
BMW 525 TD
til sølu
Ein hvítur BMW 525 TD. árg 12/93 til sølu. Bilurin
hevur koyrt 200.000 km, lættmet. felgur, sóltak, el-
rútar framman, hita í forsetrum, cd-spælara við 12
fløgum. Er í góðum standi. Selist fyri 50.000 kr
Tel 216409
TOYOTA AVENSIS 2,0 LIFTBACK 5/H 136 HK
Árg jun.98, Km 123.000. Bilurin er væl hildin og í sera góðum standi.
Útgerð t.d. el-síðurútar, el-síðuspegl og sentarllás. Kr. 89.000. Bilurin hevur
sleipikrók.
Tel. 316135 / 216135
Barnaløturnar við Elini og Óla
eru enn at fáa – og nýggj er á veg
Fløgan við Elini og Óla, sum kom út í 2003, er framvegis at fáa – men næsta ár er nýggj fløga
væntandi, so bæði børn og fyrrverandi børn hava nakað at gleða seg til…
Nýggj fløga í væntu
Tey, ið enn ikki hava ognað sær fyrstu fløguna av
sendingunum hjá Elini og Óla, hava framvegis
møguleikan, tí fløgan er enn á marknaðinum. Men
Sosialurin hevur frætt, at til jóla næsta ár verður enn
ein fløga við sendingum givin út, tí nógv tilfar liggur
eftir frá tíðini hjá Elini og Óla – so tíð er at gleða seg,
bæði børnum og fyrrverandi børnum…