mikudagur 21. desember 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 245 - 21. desember 2005
21
Nýggjasti S-klassin
hjá Mercedes-Benz
S hevur í dýrastu
útgávunum eina
skipan við infra
reyðum ljósi,
sum sær í myrkri.
Speedometrið er
ein skíggi, sum auto
matiskt skiftir til eina
mynd, tá tað verður
myrkt
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Í Týsklandi gongur 15 pro
sent av samlaðu ferðsluni
fyri seg um náttina, meðan
33 prosent av øllum ferðslu
vanlukunum henda í myrkri.
Hetta hevur gjørt sítt til, at
bilídnaðurin í mong ár hevur
arbeitt við at menna skipanir,
sum síggja í myrkri.
Eitt nú BMW og General
Motors hava eisini arbeitt
við slíkum elektroniskum
skipanum. Í 1994 hevði Opel
eina slíka skipan í einum
konseptbili, sum vísti fólk
og djór á vegnum í óklárum
myndum.
Nýggjasti S-klassin hjá
Mercedes-Benz S hevur í dýr
astu útgávunum eina skipan
sum sær í myrkri. Skipanin
virkarsoleiðis at eitt innbygt
infrareytt kamera, sum er
bygt inn í forrútin, saman
við infrareyðum ljósi frá
forlyktunum, gevur eina
heilt klára mynd av tí sum
framman fyri er, sum t.d.
fólk, djór, ein uppsteðgaður
bilur ella at eitt træ er dottið
út á vegin. Infrareyða ljósið
sær 160 metrar fram, dupult
so langt sum forlyktirnar i á
bilinum.
Á instrumentborðinum
situr ein skíggi, har sum
speedometrið er, t.v.s. at
speedometrið er ein skíggi,
og tá tað verður myrkt, skift
ir skíggin automatiskt til
eina mynd, har bilførarin
sær 160 metrar fram eftir
koyrivegnum.
Mercedes S sær í myrkri
Skíggin á instrumentborðinum tá tað er myrkt. Infrareyða ljósið sær 160 metrar fram, dupult so
langt sum forlyktirnar i á bilinum. Leggið til merkis at speedometrið er beint undir myndini
Í dagsljósi sæst tað ikki, at speedometrið er ein skíggi, sum skiftir automatiskt til eina mynd, tá
tað verður myrkt
Peugeot 7007
í 2007
Um hálvtannað ár koma bæði Peugeot
og Citroën við hvør sínum SUV, ið
verða gjørdir í samstarvi við Mitsubishi.
Væntandi kemur Peugeut bilurin at eita
7007 og Citroën útgávan C7
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Nú hava vit líkasum vænt okkum við at flestu bilmerk
ini hava upplyftar stationcar í síni vøruskrá, sonevndar
SUV, sum í nógvum førum eru sera væl útgjørdir. Bilar
sum t.d Volvo XC90, BMW X5 og VW Touareg. Frans
menninir hava higartil ikki havt ein slíkan í síni skrá,
men gongst sum ætlað koma PSA (Peugeot / Citroën)
við einum SUV í 2007.
Avtalað er gjørd millum PSA og Mitsubishi Motor í
Japan um samstarv um ein SUV, ið skal byggjast yvir
sama plattform sum ein nýggjur Mitsubishi Outlander,
ið júst nú er komin á marknaðin í Japan.
Ikki er almannakunngjørt enn, hvussu bilarnir koma
at eita, men ein møguleiki er at Peugeot bilurin kemur
at eita 7007 og Citroën útgávan C7. Ein og flestu SUV
verður talan um framkomnar 4-hjólsdrivnar bilar.
Nakað soleiðis kemur fyrsti Peugeot, sum er gjørdur í
samstarv við Mitsubishi, at síggja út. Bilurin kemur eftir
ætlan á marknaðin í 2007, og navnið verður helst Peugeot
7007
Infrareyðu
lyktirnar
lýsa dupult
so langt sum
forlyktirnar
uttan at
blenda
Nýggjasti
S-klassin hjá
Mercedes-
Benz S hevur
í dýrastu
útgávunum
infrareytt ljós
sum sær í
myrkri.