Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. desember 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Á altjóða bilafram­ sýningini í Frankfurt í september sýndu Audi fyri fyrstu ferð ein bil við FSI- motori og beinleiðis innspræning í einum hybridbili. Hesin Q7- hybrid hevur ein 350 hk bensinmotor og ein 44 hk el-motor Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo At ein bilur er ein hybrid bilur, merkir at tann vanligi forbrenningsmotorurin hev­ ur ein ískoytismotor, sum hjálpir til ella avloysir for­ brenningsmotorin sum t.d. í býkoyring. Hybridbilar eru vanliga meira økonomiskir, men enn eru teir munandi dýrari at framleiða. Audi verða skjótt klárir við einum hybridbili, ið nevn­ist Q7-hybrid. Við at hyggja í motorrúmið á hesum Audi Q7-hybrid, sæst lítið til at talan er um ein hybridbil, tí stóri 4.2 litur V8 FSI-motorurin fyllir so nógv, at einki sæst til el- motor­in. V8 motorurin hevur 350 hk og eitt snúningsmoment upp á 440 Nm við 3.500 omdr./ min, og elektromotorurin, ið situr millum motorin og automatiska girkassan, er bundin við bensinmotorin við eini kobling, sum ger tað møguligt hjá øðrum ella báðum motorunum at dríva bilin fram. Elektromotorurin fær sína energi frá eini battarí­ skipan, sum er undir við­ førisrúminum har afturi í bil­inum. Elektronikkurin av­gerð automatiskt hvussu el- og bensinmotorurin sam­ starva undir koyring. Undir vanligari koyring supplera motorarnir hvønn annan, men við býkoyring við upp til 30 km/t koyrir bilurin heilt ljóðleyst og uttan nakra dálking, einans við el-motorinum. Hesin Q7-hybrid brúkar 13 prosent minni av brennievni enn um bilurin bert hevði for­ brenningsmotor. Annars kemur Audi Q7 á marknaðin í vár í vanligari útgávu - ikki hybrid. Tá fæst hann eisini við 3.0 TDI dieselmotori, og sum 7-per­ sóna bilur. Audi Q7 hybrid við næstan 400 hk Nr. 245 • mikudagur • 21. desember 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Við at hyggja í motorrúmið er dekslið omaná motorinum tað einasta sum vísir, at talan er um ein hybridbil Audi Q7-hybrid er ein stórur stationcar við 350 hk bensinmotori og 44 hk elekromotori, næstan 400 hk tilsamans Elektromotorurin situr millum motorin og automatiska girkassan. Elektromotorurin fær sína energi frá eini battarí­skipan, sum er undir við­førisrúminum har afturi í bil­inum.