Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. desember 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Norðoya Sparikassi er saman við Safari Trans­ port størsti einstaki íleggj­arin í Faroe-Jet. Um­vegis íløgufelagið, Niels Finsensgøta 7, hevur Sparikassin sett 2,5 mió kr. í ætlanina, og stjórin, Eyðfinn Reyðberg, sigur, at teir fyrst og fremst síggja hetta sum eina íløgu. - Okkara íløgufelag telist jú ikki millum tey stóru, men vit royna tó at finna áhugaverdar ætlanir, har vit kunnu vera við. Og soleiðis síggja vit eisini hesa íløguna. Og tað eru vit ikki teir einastu, sum halda. Tey, sum hava verið við í stovnanini, eru fyri tað allar mesta nakrar sera væl riknar fyritøkur. Og tað í sjálvum sær er eisini eitt barometur fyri seriøsitetin, sum liggur í hesum. Tað vil siga, at tit rokna við einum hampuligum avkasti upp á hetta? - Tað ger vit heilt sikkurt. Við vøkstrinum, sum hevur verið í ferðafólka- og farmaflutningi, so iv­ast vit ikki í, at tað er grundarlag fyri enn einum flogfelagið. Samstundis royna vit at skapa eitt felag, sum burturav er føroyskt. Vit kunnu jú standa í teirri støðu, at Atlantic verður eitt útlendskt felag, tá ein­ skiljingin er liðug, og tí halda vit, at tað er tørvur á hesum, sigur Eyðfinn Reyðberg. Spurdur, hvørt hetta eisini er eitt slag av hjálp til sjálvhjálp, har Sparikassin roknar við at fáa ein stóran kunda, sigur hann, at hetta hevur als ikki verið tosað um. - Vit fara sjálvandi at liggja framvið, og eru vit kappingarførir, so rokni eg við, at vit hava ein góðan møguleika, men tað verður so á jøvnum føti við aðrar peningastovnar. - Tað stutta av tí langa er, at vit síggja hetta sum eina góða íløgu. Eg rokni eisini við, at hetta verður nakað, sum fer at koma øllum til góðar. Eisini Atlantic Air­ways, sigur Eyðfinn Reyðberg at enda. mørk Ætla á VMF FaroeJet tykist hava greiðar ætlanir um, at ein partur av marknaðarføringini skal vera at skapa ein loyalan kundaskara. Eitt av vápnunum í hesum er ætlaða parta­ bræva­hækkanin, har 10 mió kr. afturat skulu koma í partapeningi. - Vit ætla, at hetta skal vera eitt tilboð til øll. Sum er, spennir voluman hjá einstøku eigarunum úr 10.000 kr. upp í 2,5 mió kr., men ætlandi skal vera møguligt at keypa partabræv við virði á 1.000 kr. fyri hvørt, sigur Knút Lützen. Men váttar, at hetta sjálv­andi er ein háttur at skapa loyalitet uppá, men hann leggur samstundis dent á, at tey ikki ætla at geva serstakan parta­ eigaraavsláttur. - Fyrst og fremst, so skulu fólk seta pening í FaroeJet, tí tey síggja hetta sum eina góða íløgu. Okkara ætlan er ikki, at tey skulu fáa hesa aftur í serprísum á ferðaseðlum, men heldur í einum støð­ ugum vinningsb‡ti, sigur nevndarformaðurin. Hann sigur víðari, at fel­agið í longdini meddar eftir at verða skrásett á virðisbrævamarknaðinum, soleiðis at partaeigarar eis­ ini kunnu umseta partabrøv síni. Men hann leggur tó dent á, at hetta ikki er nakað, sum er aktuelt her og nú. -mørk Rokna við avkasti Nr. 245 - 21. desember 2005 19 Nýggi stjórin í Faroe­ Jet er løgfrøð­ingur og bankamaður. Tvær útbúgvingar, sum uttan iva fara at koma honum til góðar í stóru avbjóðingini, sum nú stendur fyri framman, heldur Jóhan E. Simonsen Flogstjóri Jákup Mørk Fyrsti stjórin í FaroeJet er fuglfirðingur. 36 ára gamli Jóhan E. Simonsen er út­búgvin bankamaður, og starvaðist hann í fimm ár í Føroya Banka, áðrenn hann fóru undir aðra útbúgving. Í Danmark hevur hann nom­ið sær útbúgving sum løgfrøðingur, og her starvaðist hann í tvey ár, áðrenn hann flutti heim til Føroya. Her hevur hann starvast hjá Fíggjarmálaráðnum og ALS, áðrenn han nú verður stjóri í FaroeJet. Men hvat er tað, sum gev­ ur einum bankamanni og løgfrøðingini dirvi at átaka sær stjórastarvið í einum flogfelag? - Fyrst og fremst, so hevur flogferðsla havt eitt náttúrligt pláss í mínum hugaheimi. Pápi mín (Jógvan Simonsen) hevur jú verið ein pionerunum innan føroyska flogferðslu, og tí hevur hetta í nógvar havt mín áhuga. Tí tók eg eisini av, tá hesin møguleikin stóð mær í boði. Hetta er ein møguleiki, fyri meg er ótrúliga spennandi og avbjóðandi. Men hvørjar førleikar hevur tú at brynja teg við, nú tú kemur í ein slíkan sess? - Eg rokni við, at báðar mínar útbúgvingar koma mær til góðar í hesum. Inn­ lit í fíggjarviðurskifit og løgfrøði eru væl lærdómar, sum kunnu brúkast í øllum størvum. Og tí meti eg avgjørt, at hetta er nakað, sum eg fái gagn av. Ætla sær uttanlands Komandi tríggjar mánaðirnar skal Jóhan vera maðurin, sum fyrireikar nýggja fel­ ag­ið til kappingina um før­oyska marknaðin. Enn vil hann ikki siga so nógv um, júst á hvørjum økjum teir vilja kappast, men talan verður neyvan um tað stóra prískríggið. - Eg veit væl, at summi tosa um, at vit nú fáa lágprísflúgving í Føroyum, men hetta ber snøgt sagt ikki til. Modellið, sum t.d. Ryan-Air og onnur bjóða, krevur, at tú hevur eitt stórt flogfar, sum tú fært fylt við ferðafólki. Og tað hava vit ongan møguleika til í Før­ oyum. Fyrst og fremst, so er flogvøllurin ov lítil, og hartil eru vit snøgt sagt ov fá fólk í Føroyum, til at hetta kann lata seg gera, sigur hann. - Men sjálvandi verða tað so onnur kappingarparametur, har vit ætla okkum at kappast. Vit síggja fleiri møguleikar fyri menning av føroyska marknaðinum, og ikki minst, so síggja vit eisini spennandi menningarmøguleikar uttan­ lands. Í fyrsta umfari er ætl­an­in, at hesir útlendsku møgu­leikarnir liggja í chartraraflúgving fyri útlendskar kundar teir tímarnar, sum flogfarið ikki verður nýtt á Føroya-rutuni. Men nýggi stjórin sær nógv størri møguleikar enn bara hetta. - Tað er jú eingin, sum sigur, at FaroeJet bara skal hava eitt flogfar í allar ævir. Við at hava støð í Kastrup, so liggja vit sentralt í Norðureuropa, og tí er útgangsstøði fyri altjóða samstarvi sera gott. Men vil tað siga, at talan verður um føroyskt flogfelag á fremmandari grund? - Avgjørt ikki. Vit koma fyrst og fremst at vera eitt føroyskt felag. Vit koma at hava høvuðsskrivstovu í Føroyum, og vit ætla eisini at sum mest av starvsfólkunum skulu vera føroysk. Støðin í Danmark er snøgt sagt ein hangarur. Bæði tí vit við hesum liggja meira sentralt í mun til útlandið, men eisini tí vit ikki hava møguelika at stilla flogfarið innandura í Føroyum. Minimal umsiting Jóhan roknar við, at talan alt í alt verður um á leið 25 starvsfólk í nýggja flog­ felagnum. Tá eru bæði flog­skiparar, tøkningar og starvsfólk annars umborð á flogfarinum íroknað. - Málið - og kanska eisini fortreytin - er, at vit skulu hava so lítla umsiting, sum tað yvir høvur ber til. Hinvegin eru nøkur lógarfest krøv um manningarpartin, og hesum noyðast vit at ganga á møti. Tí inniheldur starvsfólkalistin eisini tríggj­ ar manningar til flogfarið, soleiðis at alt kann ganga fyri seg eftir røttu forskriftunum, sigur hann at enda. Høgtflúgvandi løgfrøðingur Nýggi flogferðslustjórin í Føroyum heldur talan vera um eina sera spennandi avbjóðing. Og hann ivast ikki í, at FaroeJet hevur stórar møguleikar. Bæði í Føroyum og uttanlands