Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. desember 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 245 - 21. desember 2005 30% av føroyska marknaðinum. Tað er málið hjá FaroeJet, sum varð stovnað í gjár. Felagið hevur 15 milliónir krónur í partapeningi Flogfelag Jákup Mørk 15 milliónir føroyskar krónur vórðu í gjár settar í FaroeJet, sum er nýggja føroyska flog­felagið. Við føroyskum krónum verður sipað til, at eigaraskarðin er avmarkaður til bert at vera føroyskur. Ætlandi skal partapeningurin í næstum økjast í 25 mió kr., harav 1 mió kr. eru at kalla oyramerktar sum starvsfólkapartabrøv. Brúka British Aerospace Á stovnandi aðalfundi vórðu Heðin Poulsen av Vatnsoyrum, Karl Birgir Isaksen, Klaksvík, Fríðgerð á Mýrini úr Sandavági, Jógvan Simonsen við Saltangará og Knút Lützen úr Havn vald í nevndina. Knút Lützen er nevndarformaður, og hann sigur, at felagið alt fyri eitt fer til verka. - Málið er at fara ígongd við veruliga rutuflúgving 1. mars, men tað fer kanska at knípa. Men í mars mánaði skulu vit í øllum førum vera komin undir land, sigur hann, soleiðis at 1. apríl er avgjørt evstamark fyri byrjan av rutuflúgving. Felagið hevur longu gjørt leiguavtalu um eitt BA- 146 flogfar, ið er tað sama, sum nýggjasta flogfarið hjá Atlantic Airways, og hetta skal setast í fasta rutu millum Vágar og Keypmannahavn. Hetta flogfarið tekur 94 ferða­fólk, sum øll koma at sita sera væl, sum nevnd­ arformaðurin tekur til. Vilja betra tænastuna Sjálvur er Knút Lützen um­vegis Safari Transport saman við Norðoya Spari­ kassa størsti einstaki parta­eigarin í felagnum. Um­vegis farmafelag sítt hevur hann sjálvandi ein náttúrligan áhuga í betraðum flutningsmøguleikum, men sjálvur leggur hann dent á, at hann fyrst og fremst sær hetta sum eina íløgu. - Sjálvandi vóni eg, at vit við hesum kunnu skapa betri møguleikar hjá flutningsfeløgum í land­ inum. Sjálvur havi eg í øllum førum fleiri ferðir upplivað, at tænastan ikki er tann, sum eg hevði vónað. - Men tá eg seti somikið stóra peningaupphædd í pro­jektið, so er tað fyrst og fremst, tí eg síggi hetta sum eina góða íløgu. Vit hava í drúgva tíð arbeitt við hesum projektinum, og vit ivast ikki í, at tað fer at bera til. Men hvat skal til, fyri at raksturin skal hanga saman? - Í løgdu fíggjarætlanunum var staðfestingin, at vit skuldu hava 32% av før­ oyska marknaðinum. Bæði fyri ferðafólk og farm. Tey tølini vórðu tó grundað á ferðafólkatalið fyri 2004, og nú vit nærum kunnu stað­festa tølini fyri 2005, meta vit, at eini 30% er nóg mikið. Felagið fer fyrst og fremst at grunda raksturin á rutuflúgving millum Vágar og Kastrup. Ella kanska skuldu vit sagt millum Kstrup og Vágar. Høvuðsstøðin hjá felagnum verður nevnliga í Kastrup. Nakað sum felagið metir kann geva eitt gott ískoyti til raksturin, tí tað tá er gjørligt at leiga flogfarið út, tá føroyska felagið ikki ger nýtslu av flogfarinum. Sambært løgdu ætlanunum, verður flogið tvær ferðir um dagin í háárstíð og eina ferð um dagin í lágárstíð. Stjóri er eisini settur, og er hetta 36 ára gamli Johan Simonsen úr Fuglafirði. Nr. 245 • mikudagur • 21. desember 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Nýggja flogfelagið er veruleiki Knút Lützen tykist sannførdur um, at talan er um góða íløgu hjá teimum, sum hava sett fyrstu 15 milliónirnar í FaroeJet Mynd: Jens Kristian Vang Magni Arge sigur, at tey alla tíðina hava rokna við at fáa kapping. Men hann leggur samstundis dent á, at tey ikki uttan víðari ætla sær at lata 30% av marknaðinum Flogferðsla Jákup Mørk 1. november í 2004 gavst Maersk á Føroya-rutuni. Síð­ani tá hevur Atlantic Airways verið mest sum einsamalt um flutningin, tó at DAT kring seinasta árs­ skifti eisini var ein aktørur á marknaðinum. Tann støðan verður tó broytt um góðar tríggjar mánaðir, tá FaroeJet fer í holt við sína flúgving. Tað er ein nýggjur veruleiki, sum Atlantic Airways má fyrihalda seg til, men hetta tykist tó ikki vera nakað, sum nervar stjóran í felagnum. - Fyrst og fremst, so vil eg siga, at tað at vera í kapping ikki er nakað nýtt fyri okk­ um. Tað er jú bara hetta sein­asta árið, at kappingin ikki hevur verið tann stóra. Annars hava vit øllum árini verið í kapping við aðrar veitarar. - Og eg haldi eisini, at vit hetta seinasta árið hava agerað, sum vóru vit í kapp­ ing. Hetta sæst millum annað í øktum túratali og nýggjum príssetinginum, so alt í alt kenna vit okkum vera sera væl brynjað til kappingina, sigur Magni Arge. Hevði ikki valt Kastrup Eitt, sum stjórin á Atlants­ flogi ferð eftir ferð hevur ført fram, er, at ein av avgerandi fyrimununum hjá felagnum altíð hevur verið, at støðin hevur verið í Vágum. Hetta hava tey tó ikki valt hjá FaroeJet, og tó at Magni Arge ikki vil gera ov nógvar viðmerkingar til tað, sum kappingarneytarnir gera, so sær hann bæði fyrimunir og vansar í hesum. - Hjá okkum hevur hetta alla tíðina verið ein av avger­ andi fortreytunum. Bæði tí regulariteturin verður størri, og tí vit hava mett tað sum ein fyrimun, at felagið verð­ ur ment við einum grund­ støði í Føroyum. Men fyri tað kann tað væl vera, at vág­skálin hjá FaroeJet er øðr­vísi í so máta. Millum annað tí teir við hesum fáa betri møguleika at chartra flogfarið til aðrar, tá tøkir tímar kortini eru. Geva ikki nakran marknaðarpart Aðra staðni á síðuni staðfestir nevndarformaðurin í nýggja felagnum, at fortreytin fyri rakstrinum er ein markn­ aðar­partur, sum ætlandi skal verða 30%. Stjórin í Atlantic Airways vil sum so ikki úttala seg um, hvussu hann sær møgu­ leikarnar fyri hesum. Men hann leggur dent á, at hetta ikki verður uttan kapping. - Vit kunnu ikki annað enn bjóða nýggja felagnum væl komið á marknaðin. Men teir skulu samstundis vera greiðir um, at vit ikki ætla at geva teimum ein triðing av marknaðinum uttan víðari. Heldur verandi vøkstur fram, so er sjálvandi ein møguleiki fyri, at teir kunnu taka part av vøkstrinum, men vit ætla okkum at halda fast um okkara part, staðfestir hann. Vil tað siga, at brúkarin kemur at merkja kappingina í betri tilboðum og lægri prísum? - Í seinasta enda vil slík kapping altíð koma brúk­ ar­anum til góðar. Nú eru sjálvandi nakrir mánaðir, áðr­ enn vit síggja teirra til­boð, so enn vita vit ikki, hvørji kappingarparametrini verða. Men sum sagt, so ætla vit okkum at geva nak­að frá okkum uttan víðari, staðfestir Magni Arge at enda. Atlantic er klárt til kappingina