Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. desember 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 245 - 21. desember 2005 17 ”trúgva” við vilja, tí sjálv­ andi er moderniteturin á ein hátt eisini ein átrúnaður) upp á rationalitetin og indi­ vidualismuna (at einhvør er sær sjálvum næstur). Mod­­ernaða menniskjað er einstaklingakent og velur at hugsa frítt, og sær heimin sum eina støðuga rúgvu av valum, ið skulu gerast. Sjálv­ andi kunnu menniskju ikki býtast so fýrkantað upp, tí tey flestu (m.a. eisini eg) velja at samantvinna tað mod­ernaða og tað siðbundna, fyri harvið at finna fram til eina sunna lívsleið, ið hvørki búrar seg inni í fortíðini ella starir seg fasta í framtíðini. Men skjótt er at falla í ta einu ella aðru grøvina. Ringt er at halda seg á rásini uttan at snáva, og tí er mentanin av góðum grundum sera vingl­andi. Summi hella móti teirri einu síðuni, og summi móti hinari, og í øllum hesum tvídráttinum finna vit tað fyribrigdið, vit nevna ”virðispolitikk”. Virðispolitikkur er avgerandi øðrvísi enn ”býtispolitikkur” (tað at býta tilfeingið í sam­ felagnum), tí at hann fæst ikki við ”verulig ting”, men spælir við okkara innastu kenslur. Virðispolitikkurin snýr seg um at arbeiða fyri eini ávísari lívsfatan, t.d. eini kristnari lívsfatan, eini konservativari lívsfatan, eini liberalari lívsfatan ella kanska eini tjóðskaparligari lívsfatan. Um t.d. tey siðbundnu síggja eitt moralsk og eitt persónligt forfall í ein­staklingagerðini – og harvið fragmenteringini av samfelagnum, so mugu tey siðbundnu sigast at hava eina moralska skyldu til at kunngera hinum, at tey eru á vandaleið. Tí ikki at prædika tað góða er jú sum kunnugt amoralskt, og um tey siðbundnu ikki royna at prædika teirra lívsfatan fyri øðrum, so eru tey jú í grundini at meta sum amoralsk. Trupulleikin stendst, um prædikumenninir gerast ”inkvisitorar” og heldur enn at prædika, velja at tvinga tey ”vantrúgvnu” á rætta leið, t.d. við at ”lekja” tey samkyndu ella at læra vinstrahent at skriva við høgru hond. Tá er strembanin eftir tí góða knappliga vorðin ónd, tí tá er tann siðbundna lívsfatanin knappliga vorðin eitt álop á ein ávísan samfelagsbólk, heldur enn at vera eitt dømi um hvussu ”tað góða lívið” skal livast. Hvat er frælsi? Frælsið at velja snýr seg ikki um at kunna taka sjálv­ støðugar avgerðir. Hetta er ein utopi, ið einans er galdandi um tú eitur Rob­in­son Crusoe og býrt á ein­ari oyðnari oyggj uttan samband við umheimin. Full­komiligt frælsi krevur, at tu ert avskorin frá øllum sosialum sambondum, tí í tí løtu tú gerst ein partur av einum sosialum bólki, so hevur tú valt at avmarka títt frælsi. Frælsi merkir, at ein ikki verður tvingaður at hoyra til ein ávísan sosi­al­an bólk, tað veri seg av átrúnaðarligum, politiskum ella øðrum ávum. Frælsi merkir, at tú sjálvur hevur tikið tær frælsi at velja tín sosiala samanhang. Og júst í tí sosiala samanhanginum er tað, at tú kanst heysta frukt­irnar av tí veruliga fræls­ inum; nevniliga at tú gjøgnum sømiligan atburð kanst vinna tær eina sterka sosiala støðu at handla út frá. Paradoksalt sæð økist frælsið samsvarandi við mongd­ina av sosialum bindingum í lívinum. Tínir handlingsmøguleikar eru jú – um tú so vilt tað ella ei – treytaðir av at tú hevur eitt burðardygt netverk at handla ígjøgnum. Og hetta netverkið kann m.a. finnast gjøgnum statin, gjøgnum bygdina ella gjøgnum samkomuna, tú ert limur í. Men um tú hevur valt at ger­ast ein partur av einum sosi­alum bólki, so krevur hetta eisini, at tú livir eftir nøkrum normum og lógum, ið hesin bólkur skapar. Um tú ert ”ov langt úti”, so kanst tú ikki góðtakast av bólkinum, og verður útstoyttur.Um tú – sum einstaklingur – livir eitt lív, ið tykist moralskt for­ kastiligt hjá onkrum øðrum, so er tín atburður at meta sum ein hóttan móti tí, ið skapar sosiala sam­anhangin. Um sosiali bólkurin (t.d. tjóðin, bygdin ella samkoman) er stýrd av fundamentalum per­ sónum ella flokkum, so er minni pláss til at vera ”øðrvísi” enn um valdsharrarnir sýna tolsemi móti minnilutum, t.d. samkyndum ella fremm­ andum. Um tú so ikki hóskar inn í tann sosiala bólkin, so kanst tú at enda verða noyddur at flýggja av bygdini ella heilt av landinum. Tá ert tú ”dottin av pinninum” sum tann tiltikni kanariufuglurin í kolanáminum. Liberalisma vs fundamentalismu Ein grundleggjandi liberal tesa er, at ”alt er loyvt, so leingi tað ikki skaðar onnur”, og harvið er ein handling einans at metast sum krim­ in­ell, um handlingin skaðar onnur, og tað væl at merkja beinleiðis. Men um ein ein­­staklingur handlar á tí moralska markinum, og við sínum handlingum er við til at flyta nøkur moralsk og etisk mørk, so er hesin í yvirførdum týdningi við til at skaða fundamentalistin, ið hevur start seg fastan á nakrar grundleggjandi – og ”sannar” – premissir. Um fundamentalistarnir hava stórt (hegemoniskt) vald í samfelagnum, so er tann liberali og hansara møguligu handlingar eitt álop á ta hegemonisku yvirvøldina, men um fundamentalistarnir bert eru ein partur av saml­ aða samfelagnum, so er tann liberali bert ein riv­alur millum mangar, ið kappast um valdið. Fundamentalisturin vil vanliga leggja seg eftir at seta á stovn eitthvørt ”absolutt” stýri (t.d. eitt teokrati), ið skal dominera samfelagið fullkomiliga gjøgnum hegemoniskar stýrihættir. Men í einum fólkaræði vilja vanliga eisini vera aðrir bólkar, ið ikki vilja vita av fundamentalismuni, serliga tí at fundamentalisman mangan hevur lyndi at vera anti-demokratisk. Summi vilja enntá vera við, at fundamentalisma og demokrati ikki kunnu trívast í sama umhvørvi, men í grundini eru mótsetningar (totalitarisma versus pluralisma). Um t.d. tann liberali í eini slíkari støðu (sum t.d. í Føroyum) megnar at flyta tey moralsku mørkini (t.d. á samkyndraøkinum), so hev­ur hesin ”skatt” funda­ mentalistin og søk hansara, tí at fundamentalisman er vorðin enn meiri perifer í samfelagnum og harvið hev­ u­r fundamentalisman mist bæði status og vald. Sæð frá hesum sjónarhorni gerast tey samkyndu ein trupulleiki í einum samfelagi, har summi ynskja at leita aftur til nøkur fundamental (kristin?) virði, har tingini hanga saman í eini absoluttari eind. Sjálv­ andi eru tey samkyndu bert eitt symbol uppá eitt ”brot­ myndasamfelag”, men undir øllum umstøðum verða tey samkyndu sædd sum ein hóttan ímóti teirri føroysku ”siðvenjuni”, ið júst krevur, at fólk hava ein líknandi atburð og eina líknandi lívsfatan; ið krevur at samfelagið skal vera ein glæstrimynd. Nógvir føroyingar halda, at tað at vera samkyndur ikki kann góðtakast í Føroyum, tí at hetta fer at føra við sær, at føroyingar fara at missa sín felags samleika sum kristin tjóð. Møguliga hava hesi fólk grein í sínum máli. Kanska er tað ein trup­ulleiki fyri Føroyar um samfelagið fragmenterast og einhvør bara kann liva sítt egna lív og gera síni egnu val útfrá egnari lívsfatan, so leingi sum hann/hon ikki skaðar onnur. Óttin er har, og óttin skal takast fyri fult, eisini hóast hann mangan verður órímiligur og ”inkvisitoriskur”. Trup­ul­leikin er, at inkvisitión av minnilutum ikki er sam­einiligt við tað demo­ kratiska samfelagi, og tí vil fundamentalisman í nógvum førum vera eitt álop á sjálvt fólkaræðið, um hon ikki alla tíðina verður mótmælt av meiri tolerantum politik­arum. Fundamentalistiska sjúkan Fundamentalisman er ein sjúka, ið øll samfeløg tykjast at líða av viðhvørt. Kanska er talan – sum Albert Einstein vildi vera við – um eina sam­felagsliga ”barnasjúku” (her sipaði hann til týsku tjóðarfundamentalismuna; nazismuna), men møguliga er talan heldur um eina aft­ ur­vendandi influenzu, ið rakar samfelagskroppin, tá samfelagsímyndin tykist ov fragmenterað. Um so er, er fundamentalisman ein vir­ us, ið kann raka eitt­hvørt samfelag um spenn­ingarnir ger­ast nóg stórir, og óttin í fólkinum gerst størri enn álitið á samfelagsskipanina. Tvinnir eru tá møgu­leik­ arnir í eini slíkari støðu, tá ið samfelagslig fremmandlikam stinga seg upp: Antin stoytir samfelagið fremmandlikamini út, ella megnar samfelagið at innkorporera fremm­and­lika­ mini og gera tey til ein part av samfelagskroppinum. Í Føroyum í dag tykjast nógv at royna at útihýsa tað fremmanda av ótta fyri at tað fremmanda kann bera við sær siðloysi, men kanska høvdu Føroyar verið eitt nógv betri samfelag, um vit dugdu at taka væl ímóti tí fremmanda og at gera tað til ein part av okkum sjálvum. Kanariufuglurin hevur tað ikki gott í Føroyum í dag, og vónin má vera, at hann ikki fer at kvalast av mentanarligum iltmangli. Spurningurin er so, um politikararnir tora at nema við tabu-evnini… Nakrar keldur Zygmunt Bauman, 2000 – Liquid Modernity – Cambridge: Polity Zygmunt Bauman, 2002 (2001) – Fællesskab – en søgen efter tryghed i en usikker verden – København: Hans Reitzels Forlag Ulrich Beck, 1997 (1986) – Risikosamfundet – på vej mod en ny modernitet – København: Hans Reitzels Forlag Ulrich Beck, Anthony Giddens og Scott Lash, 1994 – Reflexive Modernization – Politics, Tradition and Aesthetics in the Modern Social Order – Cambridge: Polity Press Pierre Bourdieu, 1995 (1979) – Distinksjonen – En sosiologisk kritikk av dømmekraften – Oslo: Pax Forlag Sámal Matras Kristiansen, 2005 – Forestillingen om bostedet – Roskilde Universitetscenter Nils Mortensen, 2004 – Det paradoksale samfund – København: Hans Reitzels Forlag Andrew Sayer 2000 – Realism and Social Science – London/ Thousand Oaks/New Delhi: SAGE Publications John Urry, 2003 – Global Complexities – Cambridge: Polity Her skal stutt nevnast, at ræðsl­an mótvegis teimum samkyndu bert er eittans dømi um ”bólkahatur”. Í øðrum lond­ um og til aðr­ar tíðir kundi tað besta dømið heldur verið ”jødahatur”, ”svartrahatur”, ”mus­limahatur”, ”heksa­hatur” (t.v.s. kvinnuhatur) – ja sjálv­ andi eisini ”kristnahatur”. Krist­in menniskju eiga ikki at gloyma, at í byrjanini vóru tað tey sjálvi, ið vóru jakstrað og forfylgd av m.a. Nero kaisara í Róm. Ikki fyrr enn seinni í søguni fingu tey kristnu tað ”privilegium” at jakstra og forfylgja onn­ur, t.d. ”vantrúgvin” og ”heiðn­ ingar”. VIÐMERKINGAR