mikudagur 21. desember 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 245 - 21. desember 2005
VIÐMERKINGAR
Sámal Matras
Kristiansen,
samfelagsfrøðingur
”- Tað verður tjóð okkara til
vanlagnu, at myndugleikar
landsins stuðla uppundir at
góðtaka homoseksuellan levn
að sum nakað nátúrligt.”
Jógvan á Lakjuni,
mentamálaráðharri,
22.august í Sosialinum
Í summar var (enn eina
ferð) mikið kjak um tey
samkyndu og teirra pláss í
samfelagnum. Mótstøðan
var – enn einaferð – stór
móti at tey samkyndu skuldu
sleppa at gerast ein partur av
samfelagnum, ella rættari: at
góðtakast sum ein partur av
samfelagum. Hinvegin vóru
eisini sera nógv, ið sýndu
teimum samkyndu stuðul á
hendan ella handan hátt.
Men hetta kjakið hevur
verið fyrr, og tað fer at koma
upp aftur ferð eftir ferð, og fer
at koyra í somu foyru ár eftir
ár, um ikki fólk so smátt byrja
at kjakast um nakað djypri
enn bert prinsipielt ”fyri ella
ímóti skrásettum paralagi”.
Kjakið um tey samkyndu er
í grundini eitt symptom uppá
nakað nógv størri – sum eisini
felag teirra samkyndu, Bogin,
saman við Hans Paula Strøm,
landsstýrismanni, royndi at
vísa á: Støða teirra samkyndu
er eitt symptom uppá støðuna
í samfelagnum, og varð sam
anlíkningin eisini gjørd við
tiltikna kanariufuglin í kola
náminum, ið varð nýttur
sum tekin um iltmangul í
kolanáminum. Um erkvisni
kanariufuglurin knappliga
datt niður av sínum pinni,
merkti hetta, at iltmongdin
í náminum var um at sleppa
upp, og at nú vóru stundir at
taka til rýmingar.
Eisini hava kanningar úr
útlondum víst, at í einum
samfelagi, har tey samkyndu
ikki trívast og tískil ”detta
av pinninum”, er nakað
álvarsligt áfatt. Vantandi
trivnaðurin hjá samkyndum
(ella øðrum marginalum
minnilutum) er eitt symptom
uppá eina samfelagssjúku, ið
onkursvegna noyðist at lekjast
sum skjótast gjørligt, áðrenn
sjúkan fær fastatøkur og gerst
ein inngrógvin partur av
samfelagskroppinum. Lækn
arnir, ið skulu lekja sjúka sam
felagið, eru teir fólkavaldu
politikararnir, ið skulu eitast at
tora at taka avgerðir, ið kunnu
tykjast beiskar í fyrstuni,
men sum fara at hava eitt
”heilsufremjandi” árin við
tíðini, um málið skal vera at
skapa eitt gott samfelag fyri
tey flestu og ikki bara tey fáu.
Tíverri tykist, sum um tað er
ringt hjá teimum fólkavaldu í
einum so lítlum landi at leggja
seg út í tabu-evni. Lættari
er bara at lata evnið fara
framvið; at royna at tiga tað
burtur, og vóna at tað ikki
stingur seg uppaftur enn á
sinni. Royndirnar vísa tó, at
tabu-evni hava tann merkiliga
eginleika allatíðina at stinga
seg uppaftur. Annars vóru
tey jú ikki tabu-evni, men
týdningarleys evni. Men
henda ræðslan fyri at nerta við
tabuiserað evni er í sjálvum sær
ein trupulleiki, ja í grundini ein
prinsipiellur, fólkaræðisligur
trupulleiki. Við øðrum orðum
leggja tveir grundleggjandi
samfelagstrupulleikar seg
uppat hvørjum øðrum: 1)
”illviljin móti at taka ímóti tí
nýggja” og 2) ”ræðslan fyri
at nerta við tabu-evni”. Hetta
merkir á ein keðiligan hátt, at
”tað nýggja” hevur lyndi at
verða tabuiserað, bara tí tað er
nýtt, og tað sigur seg sjálvt, at
hesum kann einki framkomið
land liva við í longdini, um
tað framhaldandi vil vera
framkomið í mun til onnur
lond.
Eg ætli mær tískil at hjálpa
politikarunum á veg við
einari diagnosu uppá hvussu
man vera statt í føroyska
samfelagnum. Tað vit síggja
í dag, er at samfelagið á
einum bógvi gerst alsamt
meiri fragmenterað, t.v.s. ein
staklingagjørt, men á hinum
bógnum samstundis leitar
sær aftur í meiri siðbundnar
samanhangir og í nøkrum
førum enntá leitar aftur í eina
veruliga fundamentalismu,
ið í føroyskum høpi mest
av øllum verður til ”kristna
fundamentalismu”,
men
eisini í nøkrum førum gerst
til eina ”tjóðskaparliga
fundamentalismu” – t.v.s.
nationalismu.
Samfelagið sum
listarverk
Eg havi í hesi kronikk valt
at nýta eina listfrøðiliga
ímynd til at lýsa ímyndina av
samfelagnum. Eg síggi – sum
realistur (vísindaástøðiligt hug
tak, sí Andrew Sayer, 2000) –
samfelagið sum ein objektivan
veruleika. Men samstundis
góðtaki eg ikki eina fatan av,
at menniskjaliga fatanin av
hesum objektiva veruleika
er ein objektiv niðurfelling
av objektiva veruleikanum
gjøgnum menniskjaligu sans
irnar og harfrá víðari út í málið.
Menniskjuligi – ella sosiali –
veruleikin er altíð subjektivur.
Menniskjuligur objektivitetur
(sum t.d. í orðingini ”objektivur
tíðindaflutningur”)
gerst
ongantíð annað enn intersu
bjektivur, t.v.s. eitt úrslit av
eini semju um hvussu tingini
”eru” (les: tykjast). Við øðr
um orðum er samfelagið
– sum menniskjað sær tað
– ein tulking. Samfelagið og
strukturar tess eru tulkingar av
”tí, ið veruliga er”, og á hendan
hátt gerst greitt, at samfelagið
altíð tykist ymiskt alt eftir
hvør tú ert og hvaðani tú sært.
Eins og við einum listarverki,
hevur perspektivið avgerandi
týdning fyri hvussu heimurin
”sær út”.
Eg nýti tveir málningameta
forar í hesi grein: ”glæstri
mynd” og ”brotmynd”. Glæstri
myndin er t.d. vakra myndin
av bygdini, ið hongur yvir
sofuni í stovuni, og er hendan
myndin vanliga realistisk
ella naturalistisk, t.v.s. at
ein sær beinanvegin hvat
myndin lýsir. Glæstrimyndin
samsvarar í stóran mun við
okkara ”sjálvsagda” veruleika.
Brotmyndin (fragmentið) er
hinvegin ikki altíð í samsvari
við seg sjálva. Brotmyndin
kann vera mótsigandi, ja
kanska stundum meiningsleys.
Brotmyndin krevur ikki, at alt
hongur saman í eini størri
heild, men kann júst vera
vøkur, um tú væl at merkja
góðtekur hennara kompleksitet
og fjølbroytni. Tað krevur tó
eitt ávíst tolsemi at góðtaka, at
samfelagið alt meiri umskapast
til eitt ”fragmentariskt sam
felag”, har fólk hava teirra egnu
lívsleiðir og ikki góðtaka at
verða sett í bás frá barnsbeini.
”Samfelagið sum brotmynd”
er ein stór avbjóðing fyri
okkum mangan trongskygdu
føroyingar, ið gjøgnum øldir
hava verið uppvandir við at
”kenna okkara pláss”. Hetta
er sjálvandi ikki nakað, ung
dómurin nú á døgum kann
góðtaka, tí hví skal man lata
vera við at gagnnýta teir
møguleikar, ið modernaði
heimurin býður? Hví skal
man góðtaka at avmarka egna
lívsførslu (t.d. avnokta egnan
homosexualitet) fyri at kunna
hóska inn í gamalkendu glæstri
myndina? Hví skal man leggja
seg í ”andaligt stavnsband”
fyri at varðveita illusiónina
um eitt sjálvsamanhangandi
samfelag?
Í hernað móti
modernitetinum?
Fyrsti spurningurin, ið er
neyðugur at spyrja, er um
tað er ein røtt eygleiðing, at
samfelagið er við at detta frá
sær sjálvum (fragmenterast),
serliga tá veruleikin er at
heimurin verður alsamt betri
samanknýttur við vegum,
telesambandi,
interneti
o.s.fr. Men líkamikið hvat
svar vit mega finna, so er tað
ein sannroynd, at heimurin
fyri mong missir sín innara,
sjálvsagda samanhang; sín
”faktisitet”. Heimurin er
ikki longur tað sama fyri
allar borgarar. Hóast tað
ikki altíð verður gjørt, so
er møguleikin til staðar
at velja øðrvísi sjónarmið
og øðrvísi hættir at síggja
og skilja heimin. Í hesum
fragmenteraða høpi verða
tey samkyndu sædd sum
ein trupulleiki, ja ein hóttan
ella ein ”vanlagna”, fyri
samfelagsliga samanhangin,
tí at tey ikki hóska inn ímillum
”normalføroyingarnar”.
Annar spurningurin er, um
tey samkyndu so veruliga eru
ein trupulleiki, ella kanska
heldur eitt symbol uppá ein
annan trupulleika. Tað kann
lættliga staðfestast, at tey
samkyndu neyvan kunnu vera
ein hóttan móti samfelagnum,
tí hvussu kann tað skaða ein
”triðja persón”, at ”fyrsti
persónur” hevur kynsligt sam
band við ein ”annan persón” av
sama kyni? Einasti persónur, ið
kundi verið skaddur av hesum
vildi verið sjálvur ”annar per
sónur”, men av tí at hesin frí
viljað hevur valt eitt parlag
við ”fyrsta persón”, so er tað
beinleiðis órímiligt at nýta hetta
sum eina grundgeving. Sostatt
má niðurstøðan sjálvandi vera,
at samkynt parlag ikki skaðar
onnur, og tískil ikki er ein
”veruligur trupulleiki”. Men
hóast hetta verða samkynd
framvegis sædd sum ein
trupulleiki av ávísum ”triðju
persónum”, og hendan ótta eiga
vit at taka í álvara, hóast hann
grundleggjandi er fullkomiliga
órímiligur. Pseudo-trupulleikar
eru jú eisini trupulleikar, og
kunnu ikki skavast innundir
teppið sum um einki er hent.
Vit liva undir refleksivum
treytum. Vit eru øll somul
fordømd til at hugsa frítt, og tey,
ið ikki duga nóg væl at hugsa,
megna ikki at gerast ein partur
av teirri rúkandi menningini,
ið heimurin støðugt er í. Alt
er umbroytiligt, og um ein
ikki megnar at skilja broyt
ingarnar, so er man noyddur
at vóna tað besta – ella kanska
fylkjast aftanfyri onkrum
(einum førara ella profeti),
ið tykist ”kenna leiðina”. Øll
eru noydd at velja, og øll hava
møguleikan at velja frítt, men
júst hetta merkir samstundis,
at nógv eisini nýta hetta frælsi
til ikki at velja frítt.
Á ein paradoksalan hátt
kunnu vit tískil tosa um ein
”refleksivan anti-refleksivitet”.
Summi fólk ”velja ikki at
velja”, ella rættari: tey taka eitt
endaligt val, sum so má bera
ella bresta, og í føroyskum
høpi er hetta valið mangan
”kristin-fundamentalisma”.
Hetta gevur hesum fólkum
møguleikan at varðveita eina
samanhangandi glæstrimynd
av heiminum, og soleiðis sleppa
tey eisini undan at skula taka
ábyrgd fyri alt millum himmal
og jørð. Hetta kann Gud (ella
Guds sendiboð á jørð) gera
fyri tey. Sagt verður eisini, at
trúgvandi fólk gerast minni
stressað og minni deprimerað
– ja, gera færri sjálvmorð enn
meiri sjálvrefleksiv fólk. Sæð
frá tí sjónarhorninum noyðist
ein at staðfesta, at tað at vera
trúgvandi veruliga er ein lívs
strategi, ið hevur nakað at
bjóða uppá. Tað er á ongan
hátt óskilligt, at fólk velja
trúnna (heldur enn vitanina),
tí trúgvin borgar fyri sálarfriði,
og í okkara postmodernistiska
malstreymi er gott at hava
ein trúgv at troysta seg við,
tá vitanin ikki strekkir til. At
ákæra trúgvandi fyri býttiskap
má sigast at vera beinleiðis
skeivt, tí tey trúgvandi hava
framt eitt val, og í nógvum før
um er hetta eisini eitt gott val,
hóast tað gerst ein trupulleiki,
um marknaðarkreftirnar krevja
at tú allatíðina er til reiðar at
umstilla teg, ja at umskapa
teg. Við øðrum orðum: at tú
ert refleksivur; at tú ”velur at
vilja vita”.
Siðbundni ella
modernitetur?
Undir øllum umstøðum vil eg
tó í restini av hesi grein tosa
um ávikavíst ”siðbundin” (t.d.
trúgvandi) og ”modernað”
fólk. Hesi seinnu umfata øll
tey, ið trúgva (eg nýti orðið
Føroyar – glæstrimynd ella brotmynd?