mikudagur 21. desember 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 245 - 21. desember 2005
15
Útsýnið oman eftir tinghús
vegnum og oman á Vaglið
1890. Nú so nógv verður
skrivað og tosað um Degn’s
hús og um miðbýin í Havn,
helt eg at tað hevði verið
stuttligt at víst havnafólkið
hvussu hetta nógv umtalaða
økið sá út ta tíðina tá Degn’s
hús vóru spildurnýgg j, sigur
Birgar Johannessen, frá Tórs
havnar Alfrøði.
Hendan heldur sjáldsama
myndin yvir miðbýin í Havn
er tikin umleið 1890. Sum tað
sæst, er ongin kommunuskúli
bygdur. Grundarsteinurin
til Kommunuskúlan varð
lagdur 13. desember 1893.
Meinigheitshúsið, Føroya
Sparikassi og øll hini húsini
niðan eftir »Nyvej« (Soleiðis
varð N. Finsensgøta rópt
áðrenn gøta bleiv navngivin
í 1914) eru ikki bygd.
Tað fyrsta húsið sum bleiv
bygt niðan eftir Tinghús
vegnum, var húsið hjá Jacob
Lützen, eldra, tey húsini eru
bygd í 1877, og útbygd so
við og við. Gróthúsið sum
sæst fremst á myndini,
stóð har sum Telefonverkið
seinri bygdi síni hús, og lítli
hjallurin á myndini stóð
har sum húsið hjá Havnar
Arbeiðsmannafelag stendur
í dag.
Legg ið til merkis gøtu
lampurnar omanfyri Ting
húsið, Havnin hevði fleiri
slíkar útilampur, tær blivu
tendraðar, tá myrkt var og
sløktar aftur hvørja nátt
kl. 2. Ì 1920 fekk Havnin
elektrisitet, 300 húski kundu
tá fyri fyrstu ferð tendra og
sløkkja, bert við at trýsta á
eina kontakt. 70 nýgg j el-
gøtuljós komu eisini upp
samstundis, og skipanin um
at sløkt varð kl. 2 um náttina
var framvegis galdandi. Ì
1924 viðtók Býráðið, at
gøtuljósini skuldu lýsa alla
náttina.
Tað var Politistakorpsið úti
á Skansanum, sum hevði til
uppgávu at tendra og sløkkja
gøtulampurnar. Ì 1903 kom
nýgg j skipan í gildi í Havn,
Nicodemus Sophus Poulsen,
ella Demmus á Jaðri sum
hann bleiv róptur (1869-
1952), fekk starvið sum
fyrsti »vektarin« í Havn.
Arbeiðið var at ganga nátt
arvakt í býnum, og eisini var
tað hansara uppgáva at gøtu
ljósini vórðu tendrað og sløkt
til tíðina. Vektaraembætið
bleiv niðurlagt í 1924, tá
var Samuel Niclasen (Sámal
í Gong) vektari.
Sum tað sæst á myndini,
hava havnamenn longu tá
lagt lunnar undir tann stóra
plantuvøksturin, sum í ein
stóran part av 20. øld var
eitt sætt prýði fyri Havnina,
men sum í 50’unum og so
tey nógvu árini framyvir,
so við og við blivu týnd so
pláss bleiv til meira asfalt og
betong.
Tey, sum hava okkurt
at viðmerkja í hesum sam
bandi, eru vælkomin at
ringja til Birgar Johannessen
tel. 314746 ella 214647.
Tórshavnar Alfrøði:
Útsýnið oman eftir Tinghúsvegnum í 1890
Útsýnið oman eftir Tinghúsvegnum og ein part av Havnini
í 1890. Leggið til merkis at t.d. gamli Kommunuskúlin,
Sjómansheimið, Meinigheitshúsið (Býráðssalurin), og
Sparikassin eru ikki bygd
Børn og barnavognar
í Nólsoy 1941
Hendan myndin er tikin niðri á keiini í Nólsoy í 1941.
Fýra børn eru í hvør sínum vogni - trígg ir dreingir og
ein genta. Dreingirnir í vognunum gjørdust kendir raskir
menn, allir gjørdust teir skipaeigarar og lutvíst reiðarar.
Gentan giftist til Sørvágs.
Børnini í vognunum eru: (fremst á myndini og í rað
fylgju): Jens Poulsen, Fríðbjørg Danielsen, Sigmundur
Jacobsen og Hergeir Jacobsen.
Genturnar, ið trilla hendan dagin, eru f.v.: Annika,
Heinina, Poulina og Rannvá (Diddan).
Myndaeigari: Annika Nielsen
Mynd av niðara parti av Tinghúsvegunum í dag