mikudagur 21. desember 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 245 - 21. desember 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tøkk
Øllum tykkum, ið á ymsan hátt gjørdu mær
99 ára føðingardagin so hugnaligan, takki
eg hjartaliga.
Ein serstøk tøkk til tykkum, ið stákaðust.
Øllum tykkum, ætt, vinum og kenningum
ynskja vit eini hjartans gleðilig jól og eitt av
Harranum vælsignað nýggjár.
Kærar heilsanir
Andreas og Malfryd Andreasen,
Oyndarfjørður
Tøkk
Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt mintust
og gleddu meg á 80 ára føðingardegnum 26.
november, takki eg hjartaliga.
Gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað
nýggjár.
Vinarlig heilsan
Arnold Jacobsen, Klaksvík
Tøkk
Øllum, sum gleddu okkum á gullbrúdleyps
degnum 30. juli, bera vit okkara hjartans
tøkk við ynskinum um eini gleðilig jól og
Harrans signing í tí nýggja árinum.
Elin og Høgni Poulsen
Allan desember mánað hevur
Anna Katrina Højgaard, foto
grafur, eina framsýning við
oljumálningum, grafikki og
fotomyndum í Lobby´ini á
Hotel Hafnia. Myndaevnini
eru ymisk, t.d. er ein mynd
av Janusi Kamban og Ingolfi
av Reyni.
Anna Katrina er eisini
nýliga komin á marknaðin
við ”Fólkakalendaranum
2006” við myndum av 12
teimum elstu fólkunum í
Føroyum um árskiftið 2004/
2005.
Anna Katrina Højgaard , fotografur:
Framsýning
á Hotel Hafnia
Anna Katrina Højgaard, fotografur,
hevur í hesum døgum eina framsýning
í Lobby´ini á Hotel Hafnia
Mynd: Jens Kristian Vang
Føroya Shell sendir í
hesum døgum út ein
annarleiðis kalendara
fyri 2006 við góðum
spariráðum til hvørt
húski í landinum.
Á kalendaranum stendur
m.a. hvussu meira fæst
burtur úr oljuni, hvussu
man kann spara olju og sam
stundis hava tað heitt og
fjálgt inni.
Í tíðindaskrivi stendur
m.a. ”Tað snýr seg aloftast
um at hugsa seg um, og
við spariráðunum kanst
tú hvønn dag minna teg á
mannagongdir, sum bera við
sær, at tú sparir olju uttan at
sita kaldur”.
Spariráðini eru fest á
kalendarar í A5-stødd og í
lummastødd.
Shell kalendari við góðum spariráðum
Spariráðini á kalendar
anum eru. t.d. at ansa eftir
hitanum, spara upp á heita
vatnið, skrúva hitan fyri
undir útlufting, og um at
bjálva húsini væl
Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðarpørum,
sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í Vikuskiftis
Sosialin í litum.
Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar
myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr.
Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag
kl. 12.00
Sosialurin
Litmyndir av
brúðarpørum í