mikudagur 21. desember 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 245 - 21. desember 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kistan við Joen Jacob
Joensen fer úr Skopunar
kirkju hósdagin kl.
12.00. Sálmabókin verð
ur nýtt.
Jens Christian Dam,
ættaður úr Tórshavn,
búsitandi í Kaldbak,
andaðist á Landssjúkra
húsinum týsdagin 20.
desember, 62 ára gamal.
Farið verður úr kapell
inum hósdagin klokkan
17. í Vesturkirkjuna.
Jarðarferðin verður úr
Vesturkirkjuni Tollaks
messudag klokkan 13.
Tey, ið vilja minnast
Jens Christian, kunnu
lata eina gávu til Legu
húsið í Nesvík.
Páll Poulsen, Argir, and
aðist í Danmark sunnu
dagin 18. desember, 48
ára gamal. Jarðarferð
in verður kunngjørd
seinni.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin í morgin
22. desember. Japetus. Ókent halgimenni, men kanska
hevur hann navn eftir Jafeti, soni Nóa.
Sólstøður, stytsti dagur.
Góði Emil
Hjartaliga tillukku við 90 ára føðingardegnum.
Má sumbiarhjarta sláa hátt sum brim móti
Beinisvørð á nátt.
Sum frísarnir í Akrabergi,
tú sprottin er úr góðum mergi.
Sum himins stjørnuskarðar,
tú reisti bókavarðar.
Tú høvdingurin fræði,
gav út alt Føroya kvæði.
Á seggjabringu sterku
nú prýða heiðursmerki.
Frændi tín Arnold Eyvindsson við fam.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
og hjálpsemi, tá okkara kæra móðir, vermóðir, omma
og langomma
Sára Malena Højgaard
Toftir
andaðist og varð jarðað.
Tøkk fyri blómur og gávur.
Tøkk til tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til við
jarðarferðini og øllum tykkum, sum fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
John, Lenni, Poula, Elly, Jack, Heðin, Hervør, Sólvør
og Eydna við familju
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum
á ymiskan hátt gleddu okkum á gullbrúdl
eypsdegi okkara tann 15. desember.
Somuleiðis vilja vit ynskja familju, vinum
og kenningum eini gleðilig jól og eitt av
Harranum signað nýggjár.
Elia og Ingvard Poulsen, Skáli
Týsdagin 20. desember fylti
Sofía Mohr, vanliga nevnd
Fía, í Fuglafirði 80 ár.
Fía vaks upp í Leirvík. Páp
in, Petur Hans Kristiansen,
var ættaður av Skála. Hann
giftist til Leirvíkar við Annu
í Jógvansstovu. Í 1939 doyr
Anna á barsilssong, og eftir
sat maðurin við børnunum:
Kjartan, Jógvan, Fía og
Oda.
Tá Anna doyði, vóru mað
urin og synirnir til skips.
Vanlagnuna frættu teir um,
tá ið teir komu aftur nakrar
vikur seinni. Hóast bert 14
ára gomul, helt Fía hús. Men
teirra royndir vóru ikki av.
Meðan kríggið reikaði, brast
ein mina í fjøruni, og húsini
hjá teimum fóru í smildur.
Tíbetur hendi eingin mans
skaði, men hetta gjørdi, at
tey fluttu til Fuglafjarðar at
búgva.
Fyrstu tíðina leigaðu tey,
men síðan fingu tey síni
egnu hús. Í Fuglafirði hitti
Fía Henry Mohr, sum hon
giftist við. Teirra hjúnarlag
vardi ikk leingi, tí longu í
1970 doyr Henry. Sum um
tað ikki var nokk, brendu
húsini 5ár seinni, í 1975.
Fía og Henry fingu átta
børn, fýra synir og fýra
døtur í hesi raðfylgju: Jákup,
Anna, Hallur, Petur, Berit,
Rannvá, Rani og Ásla.
Hóast mong munnu
halda, at livið hjá Fíu ikki
hevur verið nakar dansur á
rósum, hevur hon fingið øll
8 børnini væl undan. Hetta
sást eisini føðingardagin, tá
eftirkomarar hennara saman
við næstringum fyltu Lonina.
Hóast sín høga aldur, sat hon
til háborðs og tók í móti øll
um gestunum.
Góða Fía. Frá børnunum
og famjum teirra verður tær
ynskt eini gleðilig jól og eitt
av Harranum signað nýggjár
við tøkk fyri alt, tú hevur
verið fyri okkum.
Sofía Mohr 80 ár
Sofía saman við sínum átta børnum. Aftara rað f.v.: Hallur Mohr, Tórshavn, Jákup Mohr, Runavík, Rannvá Hyrd-Hansen,
Skævinge (Danmark), og Petur Mohr, Runavík
Fremra rað f.v.: Berit Madsen, Kambsdalur, Ásla Poulsen, Kambsdalur, Fía Mohr, Fuglafjørður, Anna Mohr, Hósvík, og Rani
Mohr, Korsør (Danmark)
Mynd: Hans Mohr