mikudagur 21. desember 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 245 - 21. desember 2005
VIÐMERKINGAR
Við tað, at fagnaðarárið
fyri tvinnar øldir hjá
H.C.Andersen av álvara er
farið at halla, havi eg týtt
eina av hansara ultrastuttu
smásøgum, sum fyrstu
ferð varð prentað í 1835.
Hetta var um tað mundið,
tá ið hann var ólukkuliga
forliptur í tí hábærsligu
bourgeoisi-kvinnuni,
Louisu Collin.
Søgustubbin sigst vera
inspireraður av eini yrking
úr Antikkini eftir greska
skaldið, Anakreon.
Fyri óvitar er henda
”naiva” søga, har fólk
verða skotin, og ein vaksin
skeinkir vín fyri einum barni,
dramatisk og ómoralsk,
harafturat gátufør og
óhugnalig, men fyri vaksin
er hon ambivalent ironi, og
avgjørt ikki bara meinaleys
og naiv poesi. Tað stendur til
hvønn einstakan, hvat hann
fær burturúr H.C.Andersen,
men tað eru nógv ymisk
niveau í hesi lítillætnu og
tó fjøllbroyttu søgu
Virgar T. Dalsgaard
týddi (december 2005)
TANN ILLAVORĐNI
DRONGURIN
eftir H. C. Andersen
Einaferð var tað ein gamal
yrkjari, ein sovorðin rætti
ligur fittur gamal yrkjari.
Eitt kvøldið, hann sat
einsamallur heima, brast
eitt ræðuligt ódnarveður
á uttanfyri húsini; regnið
oysti niður; men tað gamla
skaldið sat fjálgt og væl við
ovnin, har eldurin brimaði
og súreplini snurraðu.
„Tað verður ikki ein tráð
ur turrur uppi á teimum
neyðardýrum, sum eru úti í
hesum veðrinum!“ helt hann
fyri, tí hann var ein sovorðin
fittur yrkjari.
„Áh, lat mær upp! Eg
eri kaldur og eisini vátur!”
rópti eitt lítið dreingjabarn
uttanfyri. Tað græt og
bankaði uppá hurðina,
meðan
regnið
glumdi
niður, og vindurin skrykti í
vindeyguni.
”Áh, títt ólukkudýr!” segði
tað gamla skaldið, og fór yvir
at lata hurðina upp. Har stóð
ein lítil drongur; hann var
heilt nakin, og vatnið rann úr
tí langa, gula hárinum. Hann
skalv av kulda; - hevði hann
ikki sloppið inn, hevði hann
helst doyð úti í tí herviliga
veðrinum.
”Nú, stakkalur!” segði
tann gamli yrkjarin og tók
í hondina á dronginum.
”Kom tú inn til mín, so skal
eg verma teg! Vín og eitt
súrepli skalt tú fáa, tí tú ert
ein fittur drongur!”
Tað var hann eisini. Eyg
uni vóru sum tvær bjartar
stjørnur, og hóast vatnið
streymaði oman eftir tí
gula hárinum, purlaði tað
fagurliga um høvdið. Hann
sá út sum eitt lítið einglabarn,
men var bleikur av kulda og
skalv um allan kroppin. Í
aðrari hondini hevði hann
ein snotiligan ørvarboga,
men bogin var illa farin av
regninum; allir teir føgru
litirnir á teimum vøkru píl
unum vóru flotnaðir saman
í vátveðrinum.
Tað gamla skaldið hoykti
seg niður við ovnin, setti seg
undir tann lítla piltin, vant
burturúr tí rennváta hárinum,
vermdi hendurnar í sínum
egnu og kókaði honum søtt
vín; - so kom drongurin
aftur fyri seg, fekk roða í
kjálkarnar, sprakk niður á
gólvið og dansaði rundan
um tann gamla yrkjaran.
”Tú ert ein kátur drongur!“
segði tann gamli. „ Hvussu
eitur tú?“
„Eg eiti Amor!“ svaraði
hann, „kennir tú meg ikki?
Har liggur mín ørvarbogi!
Honum skjóti eg við, kanst
tú ætla! Hygg, nú verður
veðrið betri uttanfyri; mánin
skínur!”
”Men bogin hjá tær er í
óstandi!” segði tann gamli
yrkjarin.
”Tað var illa!” segði tann
lítli drongurin, tók bogan
upp og hugdi at honum.
”Áh, hann er longu turrur
og aftur í góðum standi!
Strongurin situr heilt stinn
ur! Nú fari eg at royna
hann!”
So spenti hann bogan,
legði ein píl á, siktaði og
skeyt tað fitta gamla skaldið
beint í hjartað: ”Sært tú
nú, at ørvarbogi mín ikki
var i óstandi!” segði hann,
flenti heilt hart og slapp sær
avstað.
Tann
ljóti
drongur!
Soleiðis at skjóta eftir tí
gamla yrkjaranum, sum
hevði sloppið honum inn í ta
heitu stovuna, verið so góður
við hann og givið honum tað
leskiliga vínið og tað besta
súreplið.
Tann fitti yrkjarin lá á
gólvinum og græt; hann var
raktur djúpt í hjartað, og so
segði hann: ”Fý, sum Amor
er ein illavorðin drongur!
Hatta fari eg at fortelja
øllum góðum børnum, so tey
kunnu ansa sær, og ongantíð
spæla við hann, tí hann ger
illa fortreð!“
Hann fortaldi tað fyri
nógvum góðum børnum,
bæði gentum og dreingjum,
og tey royndu øll at ansa so
væl eftir tí ljóta Amori, men
hann lumpaði tey kortini, tí
hann er so snildur!
Tá ið studentarnir fara frá
fyrilestrum, rennur hann við
síðuna av teimum. Hann er
í svørtum kjóla og hevur
eina bók undir arminum.
Teir kenna hann als ikki,
taka undir armin á honum
og halda hann eisini vera
student; men so stingur
hann ørvin beint í bringuna
á teimum.
Tá ið genturnar koma frá
presti, og tá ið tær standa
á kirkjugólvinum, so er
hann eisini eftir teimum.
Ja, hann er alsamt eftir
fólki! Hann situr í tí stóru
ljósakrúnuni í Kongiliga
Sjónleikarhúsinum, har
stendur hann í ljósum loga,
so fólk halda, at hann er
ein lampa; men seinni fáa
tey annað at merkja. Hann
rennur í Kongsins hava og
á bønum á verjubrekkunum
rundan um býin! Ja, hann
hevur einaferð skotið pápa
tín og mammu tína beint í
hjartað! Spyr tey, so skalt tú
bara hoyra, hvat tey siga.
Ja, hatta er ein óargaligur
drongur, hasin Amor, tú
mást ongantíð koma tær í
hóslag við hann! Hann er
eftir øllum fólki! Hugsa
tær: Hann skeyt eisini
ein píl sjálvt eftir gomlu
ommu, men tað er langt
síðani; - tað hevur javnað
seg; men sovorðið gloymir
hon ongantíð. Tví vorði,
tann forherðaða Amor! Men
nú kennir tú hann! Veitst,
hvussu illavorðin drongur,
hann er!
AMOR og tað kroniskt forlipta skaldið
TÍÐINDASKRIV
Kommunusamskipan Føroya
Landsstýrismaðurin
í
mentamálum
svaraði
mikudagin 14. desember
munnligum fyrispurningi
í Tinginum frá Bill Just
inussen, løgtingsmanni,
um vanlukkutrygging av
skúlanæmingum.
Landsstýrismaðurin róði
í svarinum fram undir,
at kommunurnar hava
ábyrgdina av at tryggja skúla
næmingar móti vanlukkum
í skúlatíðini. Kommunu
samskipan Føroya (KSF)
metir tað vera neyðugt at
gera nakrar viðmerkingar
og rættingar til svarið.
Sambært fólkaskúlalógini
hevur kommunustýrið ábyrgd
av, at øll børn í kommununi
hava møguleika at fáa
lógarásettu undirvísingina
í fólkaskúlanum, og at
hóskandi undirvísingarhøli
og skúlabygningar eru til
taks. Tí hava kommunurnar
eisini ábyrgd av skaðum á
næmingar í fólkaskúlanum,
um hesir koma av, at bygn
ingar og fysiskir karmar ann
ars ikki eru tryggir. Undir
ongum umstøðum ber tó til
at gera ta niðurstøðu, sum
landsstýrismaðurin ger í
svarinum, at kommunurnar
hava ábyrgdina av at
tryggja næmingarnar móti
vanlukkum í skúlatíðini.
Kommunurnar hava ikki
ábyrgdina av øðrum enn
nevndu skaðum, ið næm
ingunum kann verða fyri
í skúlatíðini. Tá eru tað
antin næmingarnir sjálvir,
sum hava ábyrgd, ella
Mentamálaráðið. Menta
málaráðið er arbeiðsgevari
hjá lærarunum, og hevur tí
ábyrgdina, tá skaðin kemur
av, at lærarar ikki hava røkt
sína umsjónarskyldu við
næmingunum nóg væl.
Hetta fylgir av vanligu
grundreglunum um arbeiðs
gevaraábyrgd.
Fram til 1. august 2004
høvdu land og kommunur
felags vanlukkutrygging
fyri skúlanæmingar, ið
Mentamálaráðið stóð fyri.
Henda felags trygging varð
uppsøgd til 1. august 2004, tí
at Mentamálaráðið upplýsti,
at landsgrannskoðarin hevði
boðað frá, at landið ikki
hevði heimild til at standa
fyri vanlukkutrygging av
næmingunum. Tá valdi
onkur kommuna at tekna
vanlukkutrygging fyri sínar
skúlanæmingar sjálv.
At onkrar kommunur hava
valt at vanlukkutryggja sínar
fólkaskúlanæmingar kann
ikki skiljast so, at slík skipan
nú er vorðin ein kommunal
skylda. Kommunurnar hava
sum nevnt einans skyldu
til at veita endurgjald fyri
skaðar, ið hava samband við
sjálvar skúlabygningarnar og
fysisku karmarnar annars.
Henda rættarstøða broytist
ikki av, at onkrar kommunur
áður hava havt eina meira
víttgangandi siðvenju.
Takk
Tórs
havnar
Býráð!
Malan Johannesen,
Villingadalsvegur í
Havn
Eg fari vegna okkum, sum
hava gramt okkum um
landsvegin, sum ætlanin
er at leggja at kalla í
túnið hjá fleiri okkara, at
takka Tórshavnar Býráð
fyri, at tað tekur atlit til
umhvørvið og trivnaðin
hjá havnaborgarum.
Harumframt
halda
vit, at tað er skilagott
at umhugsa hesa gomlu
ætlan av nýggjum, tí
ferðslumynstrið um alt
landið er so nógv broytt
hesi árini, síðan ætlanin
varð gjørd.
Gleðilig jól og alt tað
besta í 2006 ynskja vit øll
um tykkum sum manna
Býráðið!
Vanlukkutrygging av skúlanæmingum
Lesið Sosialin - so eru tit við