mikudagur 21. desember 2005síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini í Hvannadali
Partur 15
- Hvar ólukkan eru
teir? spyr jólamað
urin forfardur.
Og so má Trølla
Omman
fortelja
J ó l a m a n n i n u m
alla
søguna.
At
Leikamafian hevur
stolið gávurnar frá
jólamanninum og
frá fólkunum í bygd
ini, og at Stampi
og Anthonio hava
goymt tær inni í
skúrinum, og at teir
nú sova undir hes
um gávum.
- Men hvat hevur
tað við tykkum at
gera? spyr Jólamað
urin.
- Jógvan og Erling
halda, at tað eru vit,
sum hava gjørt hesa
brotsgerð,
sigur
Trølla Pætur.
Jólamaðurin skrið
ar sær í nakkanum.
- Hvat skulu vit
gera? Hvussu fáa
vit boða Jógvan og
Erling frá hesum.
Tað
besta
var
um jólamaðurin fór
oman eftir politistinum, með
an trøllini hildu vakt, men
jólamaðurin er so mikið illa
fyri, at hann orkar ikki. Tey
gera so av, at jólamaðurin
skal fara inn aftur og leggja
seg á sama stað, sum hann
lá, og lata sum um hann
enn er svímaður. Ímeðan
skulu trøllini á ein ella ann
an hátt fáa boðini oman til
løgregluna. Tey so gera.
Jólamaðurin fer spakuliga
inn aftur og leggur seg aftur.
Hann koyrir gávurnar oman
á seg, so hann næstan ikki
sæst.
Á politistøðini er Jógvan
liðugur at skriva frágreiðing
ina og fer upp gjøgnum trapp
urnar og yvir til geglið, men
til sína ræðslu sær hann, at
eingin er inni í geglinum og
at Erling situr og svevur.
- ERLING! ERLING!
ERLING! ýlir hann.
Erling loypir á føtur - skym
ast rundan um seg og fær
ikki orðið upp, tá hann legg
ur til merkis, at trøllini ikki
eru inni í geglinum.
- ERLING, hvat skal eg
gera við teg? Hví ert tú so
óbrúkiligur? Eg bað teg
ansa eftir trøllinum eina lítla
løtu, og aftur hesaferð sveik
tú meg. Hvussu býttur og
hvussu óbrúkuligur kann
man verða?
- Jú men... jú men, kemur
tað piprandi úr Erlingi.
- Tað nýttar einki, hvat tú
sigur. Tú ert og verður ein
persónur, sum man ikki kann
líta á. Men her er einki at gera
við tað. Skaðin er hendur,
og vit mugu út at finna
hasi trøllini. Tey eru nakrir
stórir bandittar, og vit mugu
steðga teimum, áðrenn tey
gera meira ónáðir.
- Kom avstað!!!
Og við nógvari ferð renna
teir út av politistøðini. Tað
fyrsta, teir gera, er at fara nið
an til húsini hjá trøllunum,
men har er eingin
inni. Síðani fara teir
oman í bygdina aft
ur og leita í hvørjum
kjallara og hvørjum
hjalli. Men har er
eingin at finna.
Trøllini
standa
enn uttan fyri úthús
ið hjá Leikamafiuni.
Men hvussu skulu
tey klára at boða
løgregluni frá, at
tað er Leikamafian,
sum hevur stolið all
ar pakkarnar.
- Vit kunnu ikki
fara oman í bygd
ina aftur, tí um
vit gera tað, so
verða vit handtikin
beinanvegin. Men
hava
vit
nakran
møguleika at fáa
politistarnir
her
niðan, uttan at vit
fara oman eftir teim
um?
Puntur 21 til
jólakalendaran