Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-21, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. desember 2005síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 245 - 21. desember 2005 Tveir stórfilmar togast í hesum døgum um fólk í biohøllunum kring heimin, og í løtuni er tað King Kong, sum hevur munin á Narnia Desember mánaði er vanliga ein tíð við stórum filmum, og í ár eru tað serliga tveir film­ar, sum kappast um hyggj­arar. Fyri sløkum tveimum vikum síðani fekk filmurin um King Kong heimspremieru, og hes­ in filmurin hevur rættiliga tikið allan filmsheimin á bóli. Ummælarar rósa filminum til skýggja, og fólk flokkast í biohøllunum fyri at síggja søg­una um King Kong, so­leiðis sum leikstjórin Peter Jack­son vil hava okkum at uppliva hana. Eisini í Føroyum verður film­urin sýndur í hesum døg­ um, og áhugin er sera stór­ ur. Filmurin um Narnia hevur júst fingið premieru í USA og Onglandi millum annað, og har eru fólk eisini sera spent at síggja filmin. Narnia-filmurin byggir á eina skaldsøgu hjá C.S. Lewis, og tað er Disney, sum hevur brúkt eina risastóra upp­hædd til at fáa søguna á hvíta tjaldið. Leikstjóri er Andrew Adamson, sum mill­ um annað hevur gjørt film­ arnar um Shrek. Í USA verður alt gjørt upp í dollarum, og hesa vikuna er King Kong-filmurin ovast á biolistanum, tí hann hevur spælt 50,15 milliónir dollarar í kassan. Narnia er nummar 2 við 31,2 milliónum dollar­ um. Á okkara leiðum hevur King Kong verið sýndur í slak­ar tvær vikur nú, meðan Narnia verður frumsýndur í Havnar Bio og í donskum biohøllum annan jóladag. King Kong og Narnia takast Frímerkjadeildin . www.stamps.fo . filateli@postur.fo 5 jólakort: 20,- kr Jólamerki: 30,- kr