hósdagur 22. desember 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Síðst í januar
mánaði fara føroyski
ungdómsportalurin
Planet.fo og
Sosialurin at lata
heiðurslønir til
føroyskan tónleik.
Millum annað skulu
ársins bólkur, ársins
sangarar og ársins
útgávur heiðrast við
eini Planet.
Planet.fo
Niels Uni Dam
Eyðun Klakstein
Føroyskur tónleikur hevur
tikið stór stig framá seinnu
árini. Føroyskir tónleikarar
eru virknir sum ongantíð
áður – bæði heima og bur-
turi – og alt fleiri ásannað
týdningin, sum tónleikurin
hevur í okkara samfelagi.
Tí er tað ikki meira enn rími-
ligt, at føroyska tónleikalívið
fær tann heiður, sum tað
hevur uppiborið.
Planet.fo og Sosialurin fara
síðst í januar mánað næsta
ár at lata føroyskum tónleiki
heiðurslønir á stórfingnum
tiltaki, sum verður hildið á
Hotel Føroyum.
Virðislønir verða lætnar fyri
bestu útgávu, besta bólk,
besta sangara, bestu song-
kvinnu, besta útlendska bólk
og besta nýggja bólk í 2005.
Harafturat verður eisini ein
serlig Planet-heiðursløn
latin einum persóni, sum
hevur avrikað nakað serligt í
føroyskum tónleiki gjøgnum
árini.
Dómsnevnd og almenningur
gera av
Ein serlig dómsnevnd við
fimm persónum fer at til-
nevna bólkar og tónleikarar
í teimum ymsu greinunum,
og síðani verður atkvøtt um
hesi uppskot.
Limirnir í dómsnevndini
atkvøða hvør í sínum lagi,
og teirra samlaðu atkvøður
telja helmingin av úrsliti-
num.
Hin helmingin av úrslitinum
skal almenningurin gera
av. Fólk fáa møguleikan at
atkvøða umvegis sms, og
síðani verða atkvøðurnar
hjá fólki og dómsnevndini
taldar saman til eitt endaligt
úrslit, sum verður alman-
nakunngjørt, á stórfingna
Planet tiltakinum á Hotel
Føroyum.
Atkvøtt verður tó ikki um
serligu Planet-heiðurslø-
nina. Dómsnevndin tekur
sjálv avgerð um hvør hevur
uppiborið hendan heiður.
Planet handanin
Leygarkvøldið 28. januar
verður Planet gallakvøld
á Hotel Føroyum. Har
verður góð buffet at fáa,
og avdúkingarnar av, hvør
hevur vunnið tær ymsu
heiðurslønirnar. Eftir at
heiðurslønirnar eru lætnar,
verður afterparty við dansi.
Beint eftir nýggjár verða
tey, sum eru tilnevnd í
teimum ymsu greinunum,
avdúkað, og tá fer eisini at
bera til at atkvøða við sms.
Atkvøðugreiðslan endar
hósdagin 26. januar 2006.
Green Day hava vunnið
tónleika heiðurslønir í
øllum londum, nú fáa
føroysk listafólk eisini
eina heiðursløn
Planet heiðrar
føroyskan tónleik
Planetir
Besta útgáva
Besti bólkur
Besti sangari
Besta songkvinna
Besti nýggi bólkur
Besti útlendski bólkur
Planet-heiðurslønin