hósdagur 22. desember 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 247 - 23. desember 2005
Sjúka
Snorri Brend
Tað er neyvan nakar sum er lætt
ur um sinnið, tá ein fær staðfest
eina álvarsama likamliga sjúku.
Men tað var 40 ára gamla
Sigrið Højsted. Hon gjørdist sera
fegin, tá hon í oktober 2003 fekk
staðfest av lækna, at hon hevði
ov høgt stoffskifti.
Henda sjúkan hevði við sær, at
hon gjørdist órólig, hevði týttan
puls, var altíð heit og illa fyri.
- Tá eg fekk at vita, at eg hevði
hesa sjúkuna, varð eg hjartans
lukkulig. Tí satt at siga, so trúði
eg, at eg var vorðin sálarliga sjúk.
- Puha, sum tað var gott at fáa
hetta at vita. Tí eg fekk at vita, at
við góðari viðgerð, so kundi eg
koma at liva eitt vanligt lív aftur,
sigur Sigrið.
Í dag livir hon eitt vanligt lív
við arbeiði, manni og børnum.
Men tað var ein tíð í hennara
lívi, tá hon spurdi seg sjálva, um
hon nakrantíð fór at gerast frísk
aftur, tí sjúkralegan gjørdist nógv
drúgvari enn væntað.
Nú ynskir Sigrið at verða
øðrum til hjálpar, sum eru í somu
støðu sum hon. Tí arbeiða hon og
aðrar kvinnur í dag við at stovna
eitt felag fyri tey, sum stríðast
við stoffskiftið.
Vit vita, at nógv líða undir
hesum. Og tí vilja vit við hesum
felagnum seta tiltøk í verk fyri
at bøta um støðuna hjá teimum,
sigur hon.
Felagið, ið er undir stovnan
vendir sær bæði til teirra, ið hava
ov høgt og ov lágt stoffskifti.
Ætlanin er, at fáa so nógvar limir
sum tilber, so tey kunnu gera eitt
munagott arbeiði við upplýsing
og hjálp til teirra, ið hava hesar
sjúkur.
Sigrið Højsted arbeiðir í dag
sum lærari í Eysturskúlanum, er
gift og eigur fýra børn.
Akutt
Tey fyrstu eyðkennini um at
eitthvørt bilti Sigrið vístu seg
fyri tveimum árum síðani, tá hon
og familjan búðu í Danmark, har
hon las pedagogiska psykologi.
Tað var so óhugnaligt og so
óveruligt, tí so líðandi kláraði
hon hvørki at slappa av ella
at konsentrera seg um nakað
sum helst. Heldur ikki tey fýra
børnini og mannin.
- Hetta var tó ikki alt, tí eg
føldi meg rættiliga nervøsa og
stressaða, føldi meg altíð heita,
og so óttaðist eg ikki minst fyri,
at okkurt psykiskt var galið við
mær. Tað var sum var eg manisk,
tí eg kláraði ikki at binda frið
eina einastu løtu.
- At enda varð tað so ringt, at eg
ikki megnaði at gera nakað sum
helst. Alt tað sum æt skúli og
heimaarbeiði, tað mátti eg bara
gloyma alt um, sigur Sigrið.
Her var so einki annað at
gera enn at venda sær til komm
unulækna. Hann gjørdi tær kann
ingarnar, sum ein lækni eigur,
men tað var kortini eitt, sum
hann steðgaði við beinanvegin:
Pulsin.
- Vanliga liggur pulsurin mill
um 60 og 80 sløg um minuttin.
Men hjá mær var hann tað
dupulta – 160!! Her var tí einki
annað hjá honum at gera, enn at
leggja meg inn á sjúkrahús.
- Einki við at fara heim at
pakka fyrst ella at summa
meg eitt sindur. Nei, beinleiðis
á sjúkrahúsið sum akuttur
sjúklingur, sigur Sigrið.
Alt ov høgt
Á sjúkrahúsinum í Glostrup varð
hon beinanvegin kannað fyri tað,
tey øll óttaðust fyri at henni bilti:
Okkurt álvarsamt við hjartanum
ella lungunum.
- Ja, heilt erliga, so væntaði
eg ta einu løtuna, at teir fóru at
operera meg í hjartanum ella
lungunum beinanvegin. Men
soleiðis varð tíbetur ikki.
Tað vísti seg tvørturímóti, at
bæði hjartað og lunguni virkaðu
sum tey skuldu, og at allar blóð
royndirnar vóru í fínasta lagi.
Allar, uttan tann eina: Tann, sum
vísti stoffskiftið.
Svarið uppá hesa royndina
fekk hon ikki sama dag sum
hinar, men mátti bíða í tríggjar
dagar. Og tá so svarið umsíðir
kom, var eingin ivi: Stoffskiftið
var heilt út av lagi. Tað var alt, alt
ov høgt!
Tíbetur fyri Sigrið var
henda sjúkan ikki nýggj fyri
starvsfólkini á sjúkrahúsinum.
Hon varð tí beinanvegin kannað
nærri og sett í røttu viðgerðina.
Vegna sjúkuna avgjørdi
familjan at flyta aftur til Føroya,
tí tað kendist tungt at vera í
fremmandum landi fjart frá
ommum, abbum og øðrum, ið
kundu hjálpa til og vera um
børnini, tá ið Sigrið ikki var før
fyri tí.
Eg kendi meg tó næstan fríska
bara ein mánað aftaná at verða
sett í viðgerð við tablettum, sigur
Sigrið, sum nú hevði tað mun
andi betri.
Men henda støðan vardi bert
eina stutta tíð.
Toldi ikki heiligvágin
Nakað eftir at hon var komin
heim til Føroya og var farin aftur
til arbeiðis sum lærari, byrjaði
hon at føla seg støðugt troytta
og illa fyri, - so illa fyri, at hon í
fleiri førum var um at detta um,
mitt á gólvinum. Enn einaferð
varð neyðugt at fara til lækna.
Henda marsdagin í fjør fekk
hon so at vita frá kommunu
læknanum, at nú kundu blóð
royndirnar staðfesta verri ting:
Hon hevði fingið livrabruna!!
Her var einki annað at gera
enn at senda hana akutt niður til
Danmarkar. Her varð borið skjótt
at, og staðfest at hon ikki toldi
heiligvágin fyri stoffskiftið.
Heiligvágurin varð tikin frá
henni, og hon varð ístaðin fyri
sett í eina serstaka radio-jod
viðgerð, ið verður brúkt fyri at
oyðileggja ein part av skjald
kertlinum, sum við ov høgum
stoffskifti framleiðir ov nógv
hormon, sum ein verður sjúkur
av. Ístaðin fyri heiligvágin fyri
stoffskiftið fekk hon nú bert
heiligvág fyri hjartað, sokallaðar
beta-blokkarar, ið seta pulsin
niður.
Í nógvar mánaðir var neyðugt
at brúka hendan heiligvágin fyri
at yvirhøvur at kunna liva og
vera til, tí læknarnir tordu illa at
geva henni annað medisin fyri
stoffskiftið. Eitt heilt ár gekk
tí, áðrenn stoffskiftið broyttist
nakað av radio-jod viðgerðini.
Aftur til arbeiðis
Nú tekur Sigrið tó annan
heiligvág fyri stoffskiftið og sum
hon tolir. Men stoffskiftið hevur
verið sera ringt at regulera, og er
ikki komið aftur í rætta legu enn,
tó at tað nú er til at liva við.
Hon hevur ikki tørv á at taka
heilivág fyri hjartað longur, men
skal møguliga fáa nýggja radio-
jod viðgerð, tí hin ikki hevur
verið nóg góð.
- Eg eri eisini farin til arbeiðis
aftur sum lærari, tó við niður
settari tíð.
- Men eg trúgvi uppá, at eg ein
dag skal verða fullkomiliga frísk
aftur. Júst tað tyktist óhugsandi
fyri bert fáum mánaðum síðani,
men í dag livi eg í hesi vónini,
sigur Sigrið.
- Eg klári lívið, arbeiðið
og heimið
Hetta hevur verið ein strævin tíð.
Eitt tað ringasta var, at eg misti
púra álitið á mær sjálvari. Eg
spurdi onkutíð meg sjálva: Manst
tú nakrantíð fara at verða tú
sjálv aftur, ella at kunna arbeiða
aftur?!
Tíbetur hevur Sigrið tað betri
nú, og hevur enn vónina um at
hon skal blíva frísk.
- Í dag er alt OK. Eg klári lívið,
arbeiðið og heimið, men tað
hevur ikki altíð verið so lætt hjá
teimum.
Sigrið hevði fleiri vinkonur,
sum henni vanliga dámdi væl
at práta við. Men hesa tíðina,
meðan harðast leikaði á, orkaði
hon ikki hugsanina um at skula
fara út, har fólk savnaðust.
- Eg orkaði ikki at fáa so nógv
inntrykk, og eg royndi bara at
isolera meg frá øllum.
Haraftrat kom, at hon føldi
seg troytta og altíð í undirskoti
av orku, men hon kundi ikki
á nakran hátt slappa av fyri
at endurvinna sær megina og
orkuna.
Hon beskrivar tað soleiðis:
-Tað var sum støðugt at sita í
einum rutsjibana við slíkari kitl
an í búkinum, at eg var um at
gerast ør av tí. Hetta er ivaleyst
av tí, at adrenalinið er sera høgt
í blóðinum, tá ið stoffskiftið er
høgt.
- Bara tað at skula samtala við
mína bestu vinkonu, var sum ein
plága, tí eg megnaði ikki at taka
ímóti øllum tí, sum hon greiddi
mær frá.
- Eg fekk heldur ikki hildið skil
á øllum tí, sum eg skuldi, tí eg
var so ómetaliga gloymsk. Tað
var altíð okkurt sum eg hevði
gloymt, og eg helt at fólk høvdu
sagt okkurt við meg, sum tey
kortini als ikki høvdu sagt.
- Eg helt í fyrstuni at tað var
galið við teimum, men eg fann
so tíbetur seinni útav, at feilurin
lá hjá mær og kom av sjúkuni eg
hevði.
- Eg var altíð, altíð stressað,
hóast einki var at vera stressað
um, sigur Sigrið við einum brosi.
Hart fyri umhvørvið
Sigrið veit eisini í dag, at mað
urin og børnini hava havt eina
harða tíð, meðan sjúkan var uppá
tað ringasta.
- Eg sá ikki so væl beinanvegin,
at tey vóru ávirkað av sjúkuni.
Men tey vóru sjálvandi merkt av
tí, hóast eg ikki altíð sá, at tey
vóru bekymrað um meg.
Maðurin hevur eisini stuðlað
henni ótrúliga nógv. Hann skuldi
í roynd og veru taka sær av fýra
stórum økjum: Krevjandi arbeiði
sínum, húsinum, børnunum og
so av konuni.
- Og tað gjørdi hann alt uttan at
gremja seg.
Felag
Systir hennara var henni ein
góður stuðul hesa tíðina, tí hon
hevði fingið staðfest somu sjúku
eitt ár frammanundan.
- Eg skilji einki av tí, hví eg
ikki legði merki til tað beinan
vegin, tá eg sjálv fekk eyðkennini
fyri sjúkuna. Eg átti at havt sæð,
at tað var júst soleiðis hjá mær
sum tað hevði verið hjá henni.
- Tá so diagnosan hjá mær
var staðfest, tá kom tað til mín:
Sjálvandi var tað tað. Hvussu
í víðu verð kundi eg yvirsíggja
tað?!
Júst hetta at hava onkran annan
at tosa við er eitt av tí, sum
Sigrið hevur havt tørv á og sum
hon eisini veit, at onnur í somu
støðu sum hon hava.
Tí eru tær – átta kvinnur -farn
ar undir at fyrireika stovnseting
av einum felagi fyri fólk sum
hava sjúkur við stoffskiftinum
– annaðhvørt tí tað er ov høgt ella
tí tað er ov lágt. Slík feløg eru
vanlig í grannalondum okkara.
Hóast tær ikki vita nágreiniliga
talið, so hava tær ein varhuga
av, at tað er eitt sera stórt tal
av føroyingum sum hava somu
sjúku sum tær, og sum tí høvdu
havt gagn av at verið við í slíkum
felagi.
Glað fyri at kenna sína sjúku
- Læknin hevði ikki annað at gera enn at leggja meg akutt inn á sjúkrahús. Einki
við at fara heim at summa meg eitt sindur. Nei, beinleiðis á sjúkrahúsið sum
akuttur sjúklingur við einum pulsi uppá 160, sigur Sigrið Højsted, sum fyri
tveimum árum síðani gjørdist rættiliga sjúk
Sigrið Højsted: - Tá eg fekk at vita, at eg hevði hesa sjúkuna, varð eg hjartans lukkulig. Tí satt at siga, so trúði eg, at
eg var vorðin sálarliga sjúk