Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 22. desember 2005  Formansskapurin fer nú at taka málið upp fyri at vita, hvat skal gerast við tað, sigur Edmund Joensen Stýrisskipanin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Løgmaður hevur beinleiðis gjørt seg inn á Løgtingið. Og nú mugu vit viðgera støðuna fyri at vita, hvat vit skulu gera við tað. Nú Løgtingið er farið í jólafrí, er tað ikki bara góð minni, Edmund Joensen, løgtingformaður, hevur við sær norður aftur á Oyri. Tað, sum hann sipar til, er fyrst og fremst málið, har løgtingið samtykti at geva landsstýrismanninum í vinnumálum heimild til at áseta inngjaldið í barns­ burðargrunnin. – Inngjaldið í barns­burð­ ar­grunnin og inngjaldið í ALS, eru skattir og tað er bara Løgtingið, sum hevur heimild at útskriva skatt. Tað stendur heilt greitt í stýrisskipanarlógini og tí er tað beinleiðis brot á stýr­isskipan okkara, at Løg­ ting­ið nú hevur samtykt at geva landsstýrismannin­ um í vinnumálum loyvi at áseta inngjaldið til barns­ burðargrunnin. Edmund Joensen sigur, at formansskapurin í Løg­ tinginum viðgjørdi spurn­ ingin væl og virðiliga. – Tað eru tríggir løg­ frøðingar á Løg­tings­skriv­ stovuni. Og hjá teimum er ongin ivi: Tað er brot á stýrisskipanina at geva lands­stýrismanninum heim­ ild at áseta inngjaldið til b­arnsburðargrunnin. Gjørdi seg inn á Løgtingið Hann sigur ein samdur formansskapur í løgtinginum heitti tí á Løgtingið um at burturvísa tí partinum av uppskotinum, sum gav landsstýrismanninum heim­ ild til at áseta inngjaldið. – Men í hesum málinum vil eg siga, at Løgmaður gjørdi seg inn á Føroya Løg­ ting. Tað gjørdi hann við at fáa ávirka Løgtingið til at samtykkja tað kortini. Løgmaður førdi fram, at tað var ein pragmatisk loysn og heitti tí á Løgtingið um at samtykkja uppskotið við teirri áseting, at lands­ stýrismaðurin skuldi fáa heim­ild at áseta inngjaldið til barnsburðargrunnin. Ein pragmatisk loysn kann kanska best umsetast til at vera ein skilagóð loysn. – Hetta hevur onki við pragmatismu at gera, sigur Edmund Joensen. Hetta er ein spurningur um stýris­ skipanina og tí er hetta ein spurningur gróthørð løg­ frøði, sum løgfrøðingarnir skulu avgerða og ikki polit­ ikararnir. Skal takast upp Løgtingsformaðurins sigur, at nú er tað so ein spurningur um, hvørjar avleiðingar hetta skal fáa. – Ì fyrstu syftu kann hvør einasti borgari, sum ikki góð­ tekur, at landsstýrið ásetur inngjaldið til grunnin, stevna landsstýrinum. – Tað hava ikki færri enn tvey fylgjandi Løgting samtykt, at rætturin til at útskriva skatt skal eina og aleina liggja hjá Løg­­tinginum. Men tá ið landsstýrismaðurin nú er farin at útskskriva skatt, kann ein og hvør borgari, sum verður trektur í løn til barnsburðargrunnin, leggja sak fyri at vita, um Lands­ stýrið hevur rætt til tað. Edmund Joensen legg­ ur dent á, at hetta er ikki bara galdandi fyri Barns­ burðargrunnin. – Hetta er eisini galdandi fyri ALS, sigur hann. Løgtingsformaðurin sigur, annars, at ongin ivi er um, at hetta er ein spurningur, sum formansskapurin fer at taka upp í næstum fyri at vita, hvørjar aveleiðingar hetta skal fáa, at stýrisskipanin er brotin. Sjálvur hevur hann í løtuni onki boð upp á, hvat fyri eftirspæl hetta skal fáa. Men hann heldur, at ein máti er, at formansskapurin fer at arbeiða fyri at fáa Løgtingið at broyta samtyktina. – Ein máti er, at Løgtingið tekur í egnan barm og viðurkennir, at samtyktin er brot á stýrisskipanina og broytir hana, sigur Edmund Joensen. – Sum málið stendur nú, hava landsstýrið og nevndin í ALS eina heimild, sum tey ikki hava og ein máti at rætta tað kann vera, at løgtingið tekur í egnan barm og ásannar, at samtyktin er brot á stýrisskipanina og ger nýggjar samtyktir, sum fær viðurskiftini í rættlag. Ikki fyrstu ferð Annars vísir Edmund Joensen á, at hetta er ikki einastu ferð, at Landsstýrið rør framundir eitt brot á sjálva stýrisskipanina. – Tað gjørdi landsstýrið eisini, tá ið tað ætlaði at seta íslandssáttmálan í gildi við lóg, hóast vit hava greiðar og viðurkendar mannagongdir fyri, hvussu slíkir sáttmálar skulu setast í gildi. Teir skulu setast í gildið við at leggja uppskot til samtyktar fyri løgtingið og so at broyta allar lógir, sum sáttmálin fevnir um, og laga tær eftir sáttmálanum. Í hesum føri ætlaði lands­ stýrið eisini at tiltuska sær heimildir, sum tað ikki hev­ ur, men sum løgtingið eig­ ur. Løgtingsformaður­in fegn­ ast um, at tað málið kom aftur á beint, so at ísl­ands­ sáttmálin verður sett­ur í gild­ ið eftir bókini. Somuleiðis staðfestir hann, at tað er stað óheppið, at ivi skal vera sáddur um, antin stýrisskipanin er brotin ella ikki. Les meiri á síðu 7, har løg­maður sigur, at hann er alt­ annað enn samdur við løgtingsformannin. Løgmaður gjørdi seg inn á Løgtingið – Løgtingið hevur brotið sjálva stýrisskipanina og tað er eitt álvarsmál. Tí fer formansskapurin í Løgtinginum nú at viðgerða støðuna fyri at vita, hvat skal gerast við tað, sigur Edmund Joensen, løgtingsformaður