hósdagur 22. desember 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 247 - 23. desember 2005
Klumma
Heini í Skorini
S
o er niðurteljingin av
álvara farin í gongd. Í
harðari kapprenning við
tíðina roynir hvør at bjarga
sær sum frægast og fáa tær
seinastu jólagávurnar undir
land. Allastaðni er myndin
tann sama. Strongda
fólkamongdin, ovurfyltu
innkeypsposarnir, støðugt
fjarandi pengapungurin og
slitnu VISA-kortini.
S
jálvur mangli eg bert eina
jólagávu. Eg fari inn í ein
klædnahandil og fái eyga á
eina blusu, sum hongur á
vegginum og bíðar eftir at
verða skrødd niður og ballað
inn í glitrandi gávupappír.
Eg royni at steðga eitt av
starvsfólkunum, men í dag
eru ikki stundir til persónliga
ráðgeving. Minst hundrað
onnur hava sama endamál
sum eg.
N
á, so er ikki annað at
gera enn at taka sakina
í egnar hendur. Eg taki
blusuna niður og hyggi at
henni. “100% polyester.
Small. Made in Honduras”,
stendur at lesa á lítla
merkislepanum innanfyri
hálsin á blusuni. Eg skundi
mær at taka hana undir
armin, stilli meg í longu
røðina, gjaldi 350 krónur við
diskin og sleppi mær út aftur
í kuldan.
“
Made in Honduras”. Á veg
heim vil setningurin ikki
sleppa mær. Alt ruggar ikki
heilt rætt. Ein ófrættakend
kensla liggur og lúrir. Og
áðrenn eg havi fingið stundir
at skúgva tankarnir til viks,
situr hon frammanfyri
mær. Lítla gentan við stóru
brúnu eygunum, døkku
húðini, feittuta hárinum,
tóma andlitsbráðnum og
slitnu klæðunum. Hon
situr á einum krakki og
seymar í einum myrkum
og skirvisligum høli
millum aðrar tigandi
javnaldrar, sum eisini gera
sítt arbeiði. Sólargeislarnir
treingja inn ímillum ótøttu
timburveggirnar, og alskyns
flogkykt surra kring rúmið.
Uttan at eg veit tað við
vissu, giti eg mær til, at hon
er ein av teimum mongu
børnunum í triðja heiminum,
sum fyri nærum onga løn
og í út av lagi vánaligum
umstøðum situr og arbeiðir.
Hon er kanska ein av teimum
25 milliónir íbúgvunum
úr menningarlondunum,
sum fyri 29 cent um tím
an og 16 tíma langan
arbeiðsdag situr í onkrari
fríhandilszonu og framleiðir
vørur fyri risafyritøkur sum
Nike, Adidas, Disney, Shell,
Micorosoft og Dressman.
H
óast árliga jólaveitslan
gerst størri og størri
hvørt ár, er tað eingin, sum
spyr, hvaðani glitrandi
pakkarnir undir pyntaðu jóla
trøunum koma. Veruleikin
er, at handan heilagu væl
ferðarveitslu okkara einaferð
um árið er sannleikin ikki
so hugnaligur. Handan ovur
nýtsluna kemur ein veruleiki
til sjóndar, sum vit ikki vilja
kennast við. Sum vit ikki
brýggja okkum um. Og
sum vit royna at fortreingja,
hvørjaferð hann rennur okk
um í hug.
T
í hví skal idylliski jólastem
ningurin oyðileggjast,
júst nú meðan vit hava
tað so hugnaligt? Hvør
tímir at spilla romantisku
jólini við hugsanini um,
at meginparturin av teim
um vørum, vit keypa í
desember mánaði, verða
framleiddar í fjarskotnum
londum av undirbetaltum
og útnyttaðum arbeiðarum
í láglønarøkjum? Hvør
tímir at tosa um órættvís
arbeiðsmarknaðar- og
framleiðsluviðurskifti í triðja
heiminum? Um lítlar og
útsvøltaðar kroppar nakrar
túsund kilometrar burturi,
hvørs einasta uppgáva er
at nøkta endaleysa tørv
okkara á fleiri, størri og
dýrari vørum? Hvørs einasta
uppgáva er at halda lív í eini
groteskari vælferðarveitslu,
sum hvørt ár skolar inn yvir
allan vesturheimin sum ein
onnur tsunami? Nei, so er
betri at skúgva tankarnar til
síðis og halda jól í friði og
náðum.
S
annleikin er, at eingin
høgtíð illustrerar so
meistarliga essensin í okkara
mentan, sum jólini gera
tað. Eingin kulturkritikkur er
hvassari og meiri beinrakin
enn tað scenariið, vit hvørt
ár eru vitni til í desember
mánaði. Tí samstundis sum
jólini eru tíðin, tá familjur
savnast, tá útisetar leita sær
heimaftur á klettarnar, tá
vit gleða hvønn annan við
jólagávum, tá vit fáa góð
an mat, tá jólatónleikurin
ljómar í útvarpinum, tá
einglarnir koma upp at
hanga, og tá vit fara í kirkju
ella á møti at minnast
lítla Jesus-barnið, so eru
jólini eisini søgan um eina
eirindaleysa materialismu
og ábyrgdarleysa ovurnýtslu,
sum hvørt ár stingur sítt
ræðandi andlit til sjóndar
og tekur samfullar borgarar
til gísla. Tann hugnaliga og
friðsæla høgtíðin líkist alt
meiri eini kollektivari epi
demi, eini mentalari flóðaldu,
sum bert tey allar fægstu
sleppa undan. Mammon
er stóri sigursharrin, og 24.
desember liggja glitrandi
pakkarnir undir jólatrænum.
Ein stór og óskiljandi and
søgn.
O
g alt hetta gildið fer
fram, meðan heimurin
uttan fyri smørholið í Norður
atlantshavi skríggjar eftir
hjálp. Fleiri hundraðtúsund
jarðskjálvtaoffur sita í hesi
løtu í fjøllunum í Pakistan
uttan hús og heim og bíða
eftir einum eirindaleysum
vetri, sum fer at súgva lív
ið úr meginpartinum av
harðføru fjallabúgvunum,
tí VIT ikki hava sent nóg
mikið av peningi. Fleiri
hundraðtúsund offur í Banda
Aceh í Suðureysturasia
hava framvegis einki heim
eftir tsunami flóðalduna
fyri einum ári síðani, tí
VIT høvdu eini jól at fíggja.
Tíggju ára gamlar gentur
sita framvegis og framleiða
vørur í Bangladesh undir
óvirðiligum umstøðum, tí
VIT fullkomiliga ókritisk
halda á at keypa vørurnar
uttan at seta spurnartekin
við upprunan hjá hesum
somu vørum. Ein mamma
situr framvegis við fýra
smábørnum undir ein
um dryppandi strátaki í
eini flóttalegu í Darfur, tí
vesturlendsku stjórnarleið
ararnir ikki hava sent tann
stuðul og ta hjálp, teir í fleiri
mánaðir nú hava givið lyfti
um.
J
ólini eru tíverri eisini
vorðin søgan um,
hvussu órættvísin verður
reproduserað. Hvussu vit
vesturlendingar góðtaka
óndskapin, so leingi hann
ikki rakar okkum. Hvussu vit
hava vent solidaritetinum,
ábyrgdarkensluni og sam
vitskuni bakið. Hvussu vit
hava viskað út munin millum
rætt og skeivt, gott og ónt,
sannleika og lygn.
O
g undir pyntaðu jólatrøu
num inni í uppskrýddu
stovum okkara liggja skín
andi vøkru pakkarnir. Longri
burturi er óndskapurin ikki.
Órættvísin er komin inn í
okkara egnu stovur. Jóla
pakkarnir eru heilsanir til
okkum frá teimum, sum
hava framleitt okkara gildi.
“Gleðilig jól. Heilsan Triði
Heimurin” kundi staðið á
gávupappírinum. Pakkarnir,
sum hvør í sær umboða
syrgiligar mannalagnur hjá
milliónum av menniskjum.
Menniskju, sum eru í tap
andi partinum í hálovaðu
globaliseringini. Hesi liv
andi arbeiðsamboðini, sum
hava fingið oyruni føst í
kapitalistisku framleiðslu
maskinuna.
O
g sum um hetta ikki var
nóg mikið, kryddrað
vit jólini við nøkrum guds
tænastum og møtum og
billa okkum inn, at vit
hátíðarhalda føðingina hjá
einum ungum fátækum
uppreistrarmanni, sum fyri
2000 árum síðani gekk niðri í
Miðeystri og hjálpti teimum
fátæku, veiku, útihýstu og
niðurundirkomnu. Gævið vit
í størri mun gjørdu tað sama.
Men í staðin heldur dansurin
um gullkálvin fram.
Dansurin um gullkálvin, skammið okkum!