Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 246 - 22. desember 2005 Jólabryggj og -brús streyma úr Klaksvík Av Føroya Bjór í Klaksvík siga tey seg hava merkt eina munandi framgongd í jólasøluni, tá sammett verður við undanfarin ár. - Eg fari ikki at nevna nøkur tøl. Men vøksturin liggur um eini 20% sam­ mett við í fjør. Og tað er sjálvandi nakað, sum vit eru sera fegin um, sigur Einar Waag, stjóri. Hann sigur, at talan hevur verið um javnan vøkstur um alt landið. Og eisini er nakað av jólabrygginum selt í Danmark, har felagið, Vestjysk Ølkultur, nú bjóð­ar seg fram sum út­vegari av jólabryggi úr Klaksvík. Hetta er sama felag, sum fleiri ár á rað hevur atkvøtt Føroya Bjór inn sum vinnara, tá felagið hevur havt royndarsmakkingar av páska- og jólabryggi. -mørk Sum skilst eru í løtuni samráðingar millum Restorff’s bryggjarí og íslendingar um samstarv, sum hevur við sær, at íslendingar keypa seg inn í føroyska bryggjaríið, og harvið umvegis bakdyrnar koma inn á føroyska marknaðin við føroyskum øli Vinnulív Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Herfyri kom fram, at Restorff’s bryggjarí er í samráðingum við út­­ lendska fyritøku, sum er áhuga í samstarvi við før­ oyska bryggjaríið. Hesar samráðingar tykjast nú verða komnar nokk so væl áleiðis, at ein endalig avtala væntandi kemur í lag fyri nýggjár. Fleiri hava áhuga Johan Mortensen frá Rest­ orff’s bryggjarí vil ikki gera tær stóru viðmerkingarnar til samráðingarnar, men hann váttar tó, at tær eru komnar væl áleiðis, og hann væntar, at tað fellur upp á pláss ein av fyrstu døgunum. - Eg fái ikki sagt so nógv í løtuni. Tað hevur verið áhugi frá fleiri síðum, og vit eru heilt nær eini endaligari av­talu. Meira fái eg ikki sagt, sigur Johan Mortensen. Tað ljóðar, at talan er um íslendingar, sum sýna Restorff’s áhuga. Í sambandi við fríhandilssáttmálan, sum føroyingar og íslendingar gjørdu fyrr í ár, er tað blivið lættari hjá bæði íslendingum og føroyingum at koma inn á marknaðin hjá hvørjum øðrum, og hetta hevur møgu­liga fingið okkurt íslendskt bryggjarí at venda eyguni móti føroyska markn­ aðinum. Við at keypa seg inn í Restorff’s bryggjarí ella bara við einum samstarvi við før­ oyska bryggjaríið kunnu ís­lendingar lættari koma á føroyska marknaðin, og vøran hjá teimum kann verða seld á øllum sølustøðunum hjá Restorff’s. Johan Mortensen hev­ ur ikki hug til at gera við­merkingar til hetta, men hann sigur tó, at tað sjálvsagt er ein møguleiki, at íslendingar eru á veg inn á føroyska ølmarknaðin. - Íslendingar síggja jú Føroyar sum ein marknað við sløkum 50.000 nýggjum brúkarum, sigur Johan Mortensen. Góð jólasøla Spurdur, hvussu tað gongur við jólasøluni, sigur Johan Mortensen, at tað gongur bara heilt væl. - Vit hava selt heilt væl. Tað er serliga Trøllið, sum hevur gingið rættuliga væl, men Tarvurin hevur eisini eina vaksandi sølu. Fyri mær tykist tað, sum um fólk eru blivin eitt sindur meira kræsin, tá ið tað snýr seg um øl, og tí ikki bara keypa tað vanliga. Hetta síggja vit serliga millum yngra ætt­arliðið, sum hevur tikið serstakliga væl móti nýggju vørunum hjá okkum, sigur Johan Mortensen. Íslendingar á veg inn í Restorff’s Óla Svenn Nolsøe, stjóri á Restorff’s bryggjarí, við tveimum av best umtókt vørunum hjá bryggjaríinum, Tarvinum og Trøllinum, sum hava selt heilt væl til jóla. Mynd: Terji Nielsen Tað letur til, at før­ oy­ingar hava nógv fleiri pengar millum hendurnar í ár, enn teir høvdu í fjør, tí handlarnir boða frá eini nógv øktari jólasølu Jólasøla Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Sosialurin hevur sett seg í samband við fleiri handlar at vita, hvussu jólasølan í ár hevur eydnast, og allastaðnis verður boðað frá eini mun­ andi øking. Fólk eru bjartskygd Flestallir føroyingar vitja iva­ leyst sølumiðstøðina SMS undan jólum, og stjórin í SMS, Niels Mortensen, er stak væl nøgdur við jóla­ søluna í ár. - Tað er munandi vøkstur í jólasøluni í ár í mun til í fjør, og vit merkja týðuligani, at fólk eru meiri bjartskygd um árið, ið liggur fyri framman, enn tey vóru undan jólum í fjør. Eg havi tosað við handl­ arnar her í húsinum, og teir siga allir tað sama. Sølan er nógv økt, og tað tykist sum um, at fólk hava meiri pengar millum hendurnar, sigur Niels Mortensen. Stjórin í SMS sigur eis­ ini, at kappingin, sum nú endiliga er komin millum peningastovnarnar, eisini kemur okkum tilgóðar. Niels Mortensen sigur, at leiðslan í SMS, eins og viðskiftafólkini, sær nógv ljósari upp á árið, ið liggur fyri framman, enn teir gjørdu um sama mundi í fjør. Gingið ómetaliga væl Eisini í Handilskjarnanum merkja tey ein stóran vøkstur í jólasøluni. Hans Waag, stjóri í Handilskjarnanum, sigur, at sølan hjá teimum í er munandi størri enn í fjør. - Tað hevur gingið ómeta­ liga væl, og sølan er vaksin munandi. Vit komu inn í Handilskjarnan í november í fjør, so í veruleikan er jóla­sølan í ár tann fyrsta hjá okkum, tí í fjør var hon longu byrjað, tá ið vit komu til, sigur Hans Waag. Stjórin í Handilskjarnanum sigur, at viðskiftafólkini byrj­ aðu rættuliga tíðliga í ár at keypa jólagávur, og tí hevði hann kanska væntað, at søl­ an nú beint undan jólum ikki var tann sama sum í fjør, men so er ikki. - Tað vísir seg, at hóast fólk byrjaðu rættuliga tíðliga at keypa jólagávur í ár, so hevur sølan verið rættuliga støðug, sigur Hans Waag. Jólasølan økt munandi Føroyski brúkarin tykist ikki verða sparin í ár. Handlarnir boða frá, at jólasølan í ár er munandi størri, enn hon var í fjør. savnsmynd