Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 22. desember 2005 7 – At skuldseta meg fyri at hava gjørt meg inn á Løgtingið, er at yvirmeta evnini hjá løgmanni og at undirmeta evnini hjá løgtinginum, heldur Jóannes Eidesgaard Stýrisskipanin Áki Bertholdsen áki@sosialurin.fo – Eg havi ikki gjørt meg inn á Føroya Løgting. Jóannes Eidesgaard, løg­ maður er alt annað enn samdur við Edmund Joen­ sen, løgtingsformann. À síðu fimm í blaðnum stað­festir Edmund Joensen, at løgmaður hevur gjørt seg inn á Føroya Løgting við at eggja Løgtinginum til at taka eina avgerð, sum er í stríð við sjálva stýrisskipanina. – At siga, at eg havi so stóra ávirkan á Løgtingið, er bæði at yvirmeta evnini hjá løgmanni at ávirka Løg­tingið og at undirmeta evnini hjá Løgtinginum at taka avgerðir, sigur Jóannes Eidesgaard. – Løgtingslimir eru undir ávirkan alla tíðina, alla møguliga staðni frá. Men ongin er yvir og ongin er undir liðini á Løgtinginum og Løgtingið er altíð ført fyri at taka tað røttu avgerðina. Eiga ikki at taka støðu í løtuni Jóannes Eidesgaard ásannar, at ongin ivi er um, at tað er eina og aleina Løgtingið, sum hevur heimild til at innkrevja skatt. Men tað stóra ivamálið er, um gjaldið til ALS og barnsburðargrunnin er skatt­ ur ella ikki. – Tað er stórt løgfrøðiligt ivamál um, antin talan er um skatt ella ikki. Løgfrøðin hjá Løgtinginum metir, at talan er um skatt. Hinvegin hava fleiri aðrir løgfrøðingar eis­ ini mett um støðuna. Eitt nú varð eitt álit gjørt um ALS, har seks løgfrøðingar søgdu sína hugsan. Fýra av teimum mettu, at talan var ikki um ein skatt og tveir mettu, at talan var um skatt. – Samstundis mugu vit ásanna, at skipanin, sum vit hava nú, er ein skipan, sum hevur verið galdandi í fleiri ár. Tað er ikki nýtt, at landsstýrismaðurin hevur heimild at áseta gjaldið til ALS innanfyri ávísar karmar, tí tað hevur hann havt í fleiri ár. – Mín áskoðan er, at so leingi óvissa er um spurningin, eiga vit at varðveita ta skipan, vit hava, sigur løgmaður. – Skuldu vit gjørt eftir áheitanini frá formans­skap­ inum, høvdu vit samstundis tikið støðu til, at inngjaldið til barnsburðargrunnin og til ALS er skattur og tað haldi eg ikki er rætt at politikarar gera, so leingi løgfrøðin er so ósamd, sum hon er. – Løgfrøðiligi ivin er so mikið stórur, at eg haldi at tað vildi verið skeivt, at løgtingið tók eina støðu. Fyrrenn løgfrøðilig greiða er fingin á málinum haldi eg ikki, at málið er búgvi hjá politikarum at taka støðu til, heldur løgmaður. Samstundis leggur hann dent á, at tað var ein samd vinnunevnd, sum mælti til at varðveita skipanina óbroytta. Tí heldur Løgmaður fram­vegis, at tað var ein pragmatisk, ella skilagóð avgerð, at varðveita skipan­ ina, sum hon er. Óvissan er óheppin Samstundis ásannar løg­ maður, at tað er óheppið, at óvissa skal vera um, antin talan er um skatt ella ikki. – Men í hesum sambandi kundu vit kanska fýlst á, at stýrisskipanin ikki útgreinar, hvat skattahugtakið fevn­­ir um. Jóannes Eidesgaard heldur, at tað er natúrligt, at hesin spurninur verður tik­in upp í sambandi við stjórnarskipanararbeið­ið, sum er ígongd. – Eg vænti at ein partur av tí arbeiðnum, verður eisini at mæla til onkrar broytingar í stýrisskipanini. Og skulu vit endurskoða stýrisskipanina, hevði tað verið hent um vit samstundis fingu eina allýsing av hugtakinum skattur og eina nágreining av, hvat skattur er, sigur løg­ maður. Fekk bláa stemplið At Edmund Joensen eisini finst at framferðini í sam­ bandi við Íslandssáttmálan, skilir løgmaður onki av. – So má løgtings­for­mað­ urin hava ein trupulleika við síni egnu umsiting, tí onki mál kann verða lagt fyri løgtingið, fyrrenn løg­ frøðingarnir í umsitingini hjá løgtinginum hava góð­ kent tað. – Tað gjørdi løg­tings­skriv­ stovan eisi­ni í sambandi við Íslandssáttmálan. Annars vísir løgmaður á, at tað er ikki óvanligt, at brúka tað mannagongdina, sum landstýrið brúkti. Sama mannagongd varð eisini brúkt, tá ið manna­ rættindasáttmálin varð settur í gildi, sigur løgmaður. Sí eisini síðu 5. – Grundleggjandi ósemja er ímillum Løgtingið og Lands­ stýrið um inn­ gjøldini til Barns­ burðargrunnin og ALS, skattur ella ikki Eru inngjøldini til ALS og Barnsburðargrunnin skattur ella ikki. Tað er ein grund­leggj­ andi spurningur, sum løg­ ting og landsstýrið eru grund­leggjandi ósamd um. Í Stýrisskipanini stend­ ur, at tað er bara Løg­ tingið, sum hevur heimild til at krevja inn skatt. Men nú løgtingið akk­ urát hevur samtykt lógina um Barnsburðargrunn, hev­ur tað givið lands­ stý­rismanninum í vin­nu­ málum heimild til at áseta inngjaldið til grunnin. Og stóri stríðs­spurn­ ing­urin er nú, um hetta er brot á stýrisskipanina ella ikki. Tá ið Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í Vinnumálum, legði upp­skotið um barns­ burð­argrunnin fyri Løg­ tingið, staðfesti hann at inngjaldið til grunnin hevur eyðkenni av at vera ein skattur. Ì viðmerkingunum til uppskotið, staðfestir hann, at eingin neyv allýsing er av innihaldinum í skatta­hugtakinum í stýr­ is­skipanarlógini, men van­liga verður hildið, at tað fevnir um lógarkravd gjøld til tað almenna, og sum ikki kunnu fatast sum viðurlag fyri eina ávísa mótveiting frá tí almenna.  – Barsilsgjaldið er kravt (tvungið) og fer í landskassan. Einki ávíst samband er ímillum tað, ið verður rindað til skipanina, barsilsgjaldið, og tað, ið fæst úr skipanini, barsilspeningurin. – Barsilsgjaldið hevur eyðkenni av skatti, og tað kann tí vera ivi um, hvørt tað er í samsvari við stýrisskipanarlógina, at lands­stýrismaðurin kann broyta inngjaldsprosent­ið, segði Bjarni Djurholm. Tí mælti hann sjálvur til, at hann hann misti heim­ildina at áseta inn­ gjaldið. Men ein samd vinnu­ nevnd hjá Løgtinginum var eini heilt aðrari áskoðan. Í sínum viðmerkingum til uppskotið, vísir vinnu­ nevndin á, síðani 1997 hevur stýrið fyri ALS havt heimild til at broyta inngjaldsprosentið til ALS innan fyri eitt ávíst mark. – Hendan skipan hev­ur virkað væl, og tí sær nevndin onga orsøk til, at Løgtingið broytir kós í spurninginum um at geva øðrum enn Løg­tinginum heimild til at áseta inngjaldið til barsilsskipanina ella arbeiðsloysisskipanina. Ein samd vinnunevnd mælir tí løgtinginum til at broyta uppskotið soleiðis, at landsstýrismanninum skal hava heimild til at broyta inngjaldið til barns­ burðargrunnin innanfyri eitt mark, sum Løgtingið ásetir. Tað vil siga, at inn­ gjaldið kann ikki verða hægri enn 0,62% av lønini. Grundleggjandi ósemja um grundleggjandi spurning Tað var ikki rætt at taka støðu – So leingi løgfrøðingarnir eru so ósamdir, sum teir eru, vildi tað verið skeivt av Løgtinginum at broytt skipanina, tí hevði løgtingið í veruleikanum tikið eina støðu í einum málið, sum ikki er búgvið til støðutakan, heldur løgmaður