hósdagur 22. desember 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 247 - 23. desember 2005
Lovsangur
Snorri Brend
Lítillátin stendur ein ung kvinna
á gólvinum og ber fram ein per
sónligan vitnisburð. Ein stuttan
vitnisburð um gleðina við at liva,
og ein vitnisburð um gleðina tað
er at tað er Gud sum hevur skapt
alt.
- Gud, tú hevur skapt meg og tú
frelsti meg. Tí eigi eg ævigt lív,
og tí kann eg eisini geva alt mítt
lív til tín, ljóðar tað við klárari og
sannførdari rødd.
Tað sum ger henda vitnisburð
in enn sterkari er, at hann var
byrjanin til ein sang, ein lovsang,
sum henda unga kvinnan sjálv
hevði fest á blað fyri nøkrum
árum síðani.
Tónleikur varð somuleiðis
settur til sangin, og í dag er hann
at hoyra á nýggjari fløgu við
heitinum ”Nær hjá tær”. Fløgan
er útkomin, og nú er so høvið hjá
almenninginum at hoyra brot úr
fløguni á fyrsta sinni.
Mia Jacobsen er ein av limu
num í hesum bólkinum. Og í
kvøld sleppur hon at syngja sín
egna sang á fyrsta sinni eftir
útgávuna. Sín egna sang, sum
hon bæði eigur orð og lag til.
Hon er von at syngja fyri
fólki, og tí er hetta ikki nøkur
trupul uppgáva. Men kortini
er hetta ikki ein uppgáva, sum
hon fer lætt um. Her er hóast alt
nakað, sum kemur fram innast úr
hjartadýpinum.
Hon leggur lív og sál í sangin.
Hetta skal vera ein vitnisburður
og tøkk til hennara Gud.
Og tað undrar neyvan nakran,
at fólk vórðu veruliga gripin av
sangi hennara.
Gamalt ynski
Tað er konsert í Miðlahúsinum
í Vágsbotni. Ikki bara ein vanlig
konsert, men ein útgávukonsert
hjá einum bólki, sum mong
ikki hava hoyrt um – Lovsongs
bólkurin í Filadelfia.
Í samkomuni Filadelfia í
Havn hava tey mangan frøtt seg
um alt tað, sum hesin bólkurin
hevur borið fram á møtum í
samkomuni. Og helst munnu tað
vera mong, sum hava havt eitt
ynski um at kunna hoyra meiri til
bólkin heima við hús.
Onkur hevur kanska eisini
borið hetta uppá mál við bólkin,
hví tey ikki tóku seg saman og
fóru í studio fyri at útgeva eina
fløgu, - eina lovsangsfløgu.
Í januar mánaði í ár byrjaðu
tey so at tosa nærri um hetta.
Og týsdagin 6. desember 2005
var so dagurin, tá henda fyrsta
lovsangsfløgan hjá bólkinum
kom út, m.a. við einum sangi hjá
Miu Jacobsen.
Og vikuna eftir var so útgávu
konsert í Miðlahúsinum.
Fleiri á goymslu
Sjálv er Mia ein lítillátin ung
kvinna, sum hevur eitt lætt sinni
og hevur lætt við at fáa onnur at
brosa.
Henni dámar eisini væl at
syngja lovsangir til sín frelsara,
og tað fær hon ríkt høvi til í
samkomuni, heima við hús og
aðrastaðni – og nú eisini út í
teimum mongu heimunum kring
landið, har henda fløgan liggur í
fløguspælaranum.
Hetta er ein fløga frá ungum
fólkum og til allar aldursbólkar.
Tí kann Mia eisini fegnast um, at
hon sjálv sleppur at syngja sín
egna sang – Tú skapti meg.
Ja, eg skrivaði henda sangin,
sum nú er á fløguni. Men hetta er
kortini ikki tann einasti sangurin
eg havi skrivað.
Heima í skápinum hjá mær
liggja fleiri aðrir sangir, sigur
Mia við einum stórum brosi.
Nær hesir koma fram – ella
um teir yvirhøvur koma fram
– tað vil so tíðin vísa. Mia kann
so í øllum førum fegnast um, at
hennara serstaki sangur er við á
hesi fløguni.
Umframt henda sangin hevur
hon og beiggi hennara, Dánjal
Jacobsen skrivað ein annan sang
í felag. Dánjal hevur sjálvur gjørt
lagið, og tað er kona hansara,
Gunnvør sum syngur henda
sangin.
Ein tung tíð
Tað var í januar mánaði í ár at
tey í lovsangsbólkinum av álvara
byrjaðu at tosa um at geva út
hesa fløguna.
Hesa tíðina komu nógvir sangir
fram á borðið, og í summar varð
so endalig støða tikin til, hvussu
fløgan skuldi síggja út.
Talan er tí í rættiliga stóran
mun um nýtt tilfar av sangum.
Samstundis kann ein staðfesta, at
sangurin hjá Miu er ein tann elsti
á fløguni, hóast tað ikki er meiri
enn hálvttriðja ár síðani hann
varð festur á blað.
Hví eg skrivaði henda sangin?!
Ja, tað skal eg so væl siga tær,
sigur Mia.
Fyri hálvumtriðja ári síðani
fór hon gjøgnum eina tunga tíð.
Men ein dagin, hon sat á kamari
sínum hendi nakað:
Hon sat har, og grundaði og
grundaði yvir lívið. Tá kom
brádliga ein ótrúlig, men kortini
so sonn og verulig hugsan til
hennara: - Eg havi jú altíð havt
Gud nær hjá mær.
Eg meini, - hann hevur skapt
meg, soleiðis sum eg eri. Hann
hevur eisini verið nær hjá mær
hvønn einasta dag síðani. Og
hann er tann veruliga orsøkin til
at eg eigi lívið.
Eg kundi nú tilbiðja mín Gud
við nýggjari megi fyri hetta. Og
tí er hesin sangurin ein persónlig
tøkk til Gud fyri tað, sum hann
hevur gjørt í mínum lívi, sigur
Mia.
Her ráddi bara um at fáa
sangin festan á blað, og soleiðis
var hesin lovsangurin ”Tú skapti
meg” til.
Ikki framheva meg
Tá so hesi ungu fólkini í lovsangs
bólkinum fór at tosa nærri um
fløguna, so var hesin sangurin
ein av teimum sum kom við.
Hann hevur longu verið
nógv spældur, serliga í Lindini
og á Rás 2, so tey sum ikki
eiga fløguna hava longu havt
møguleika at hoyra brot burtur
úr henni.
Tað var eitt sindur øðrvísi
at hoyra seg sjálvan syngja í
útvarpinum. Eitt er at syngja
og taka upp í studio, men eitt
annað er at hoyra seg sjálva í
útvarpinum.
Eg hoyrdi meg sjálva syngja
sangin í Rás 2 seinasta mánadag,
og eg má bara siga, at tað var
undarligt, - eitt sindur spesielt,
sigur Mia.
Hóast hon nú hevur verið nógv
at hoyrt í útvarpsrásunum, so er
Mia púra greið í endamálinum
við sanginum og fløguni.
Eg ynski ikki á nakran hátt at
framheva meg sjálva. Nei, nei,
ikki á nakran hátt.
Eg ynski bara, at sangurin skal
siga Føroya fólki nakað. Hann
skal ikki peika á meg ella okkum
í lovsangsbólkinum, men skal
æra Gud og einki annað, sigur
hon.
Væl dámd
Mia sjálv gongur í løtuni á
pedagogskúla í Havn. Og har
hevur hon eisini tosað um
fløguna, tey hava arbeitt við.
Nógv fólk hava sagt henni frá,
at tey hava hoyrt hana sungið. Og
tað hava floksfelagar hennara
eisini.
Fleiri hava hoyrt brot úr
fløguni, og eisini mín sang. Eg
haldi bara, at teimum dámar
hana, tí onkur segði mær, at eg
sang væl.
Tað er altíð stuttligt at hoyra
slíkt, og eg vóni tí, at tey eisini
kunnu syngja við í okkara lov
sangi, sigur Mia.
Fløgan ”Nær hjá tær” er
sermerkt á mangar mátar, við
tað at tað í flestu førum eru
limirnir sjálvir sum hava skrivað
sangirnar og frambera flestar
teirra.
Tað ger Mia eisini við sínum
sangi, men sum nevnt so eigur
hon fleiri liggjandi í skápinum.
Og hvør veit. Kanska verður
onkur av hesum við á eini kom
andi fløgu.
Eingin ivi er um, at Mia og
hinir ídnu lovsangsfuglarnir eiga
nógv gott enn at geva teimum
tónleikahugaðu.
Unga Mia takkar Gudi
- Eg skrivi sangir, men tað er ikki fyri at framheva meg. Als ikki! Eg ynski bert at æra
Gud við sangi mínum, sigur 23 ára gamla Mia Jacobsen úr Havn. Fyrr í mánaðinum gav
Lovsangsbólkurin í Filadelfia út eina fløgu. Á hesi fløguni eigur Mia tveir sangir
Mia Jacobsen syngur her sín egna sang ”Tú skapti meg” – ein sangur, sum bergtók allar áhoyrararnar í Miðlahúsinum