Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 246 - 22. desember 2005 Ongin mundi ivast í, at Absalon Matras av Norðoyri so dyggiliga hevði uppiborið heiðurin, tá hann fekk handað Ársins Rósu í gjárkvøldi Ársins Rósa Anna V. Ellingsgaard sosialurin.fo Fyri aðru ferð varð Ársins Rósa handað í Klaksvík í gjárkvøldi. Tað var nevnd­in aftanfyri tiltakið “Jólaskipið”, sum síðsta ár gjørdi av, at víðka tiltakið við at lata einum borgara Ársins Rósu. Tankin við hei­ð­urinum er at varpa ljós á tað góða, har borgarar í Klaksvíkar kommunu fáa høvi at heiðra onkran av teim­um, sum altíð eru klár at rætta eina hjálpandi hond - oftast, uttan at vit onnur vita av teimum. Hjarta á røttu stað Tað var ein samd nevnd, sum í ár hevði valt at lata Absalon Matras av Norðoyri Ársins Rósu. Absalon hevur í mong ár staðið á odda fyri at savna inn klæðir o.a, sum síðani ferð sum fátækrahjálp til Rumenia. Niklas Heri Ják­ upsson, stigtakari dylur ikki yvir, at tey vóru óvanliga mong, sum høvdi skotið upp, at Ársins Rósa varð latin Absalon í ár. Men tað var nú ikki einasta orsøkin til, at valið fall á Absalon. - Absalon hevur gjørt eitt ótrúliga stórt arbeiði í mong harrans ár nú uttan nakrantíð at gera nakað hóvasták burt­ur úr sær sjálvum. Hann sam­skipar ikki bara eitt heilt netverk av góðum kreft­um, sum eisini eru við í hesum arbeiðinum. Hann átekur sær eisini persónliga at standa fyri innsavningini og koyra lastbilarnar til tey ymsu støðini í Rumenia fyri at tryggja sær, at hjálpin kem­ur til tey, sum hava mest brúk fyri henni, sigur Niklas Heri. Hann leggur afturat, at tað, sum kanska er ser­liga tankavekjandi við ar­beið­ inum hjá Absalon, er tað er okkara yvirflóð, sum kem­ ur teimum neyðstøddu til góðar. Tað sigur ikki so lítið um, hvussu ójavnt ofta er býtt her í heiminum, og um Absalon sum eitt menniskja við hjartanum á rætta stað – ein ið ikki letur eyguni aftur men heldur við fullum huga sjálvur roynir at bøta um, har hann kann. Staddur í Rumenia Absalon var glaður og sera rørdur, tá borgarstjórin kunn­­gjørdi, hvør skuldi hava Ársins Rósu í ár. Men hevði alt gingið, sum Absalon hevði ætlað, hevði hann als ikki verið til staðar til tiltakið á fótbóltsvøllinum í Klaksvík í gjárkvøldið. - Tá avgerðin var fallin um, hvør skuldi hava Árs­ ins Rósu, funnu vit út av, at Absalon var staddur í Rum­ enia og ikki ætlaði at koma heim á jólum. So vit vórðu noydd at spinna onkar søgu fyri at lokka hann heim, utt­ an at hann fekk illgruna. Tað bleiv eitt sindur fløkt, men tað eydnaðist so tíbetur, smílist Niklas Heri, sum ann­ ars var avbera væl nøgdur við alt tiltakið ”Jólaskipið” í gjárkvøldi. Hetta er 15. árið tiltakið fer av bakkastokki, og lítil ivi er um, at tað bara blívir betri fyri hvørt ár. - Tað ótrúliga við hesum tiltakinum er, at ein heilur býur stendur aftanfyri. Eftir­ hond­ini skal ikki meir til, enn at vit boða frá tiltakinum og allar góðar kreftir fara í gongd av sær sjálvum líka frá hornorkestrinum til sjálvt skipið umframt øll hini, sum eru við. Og sigast má, at fólk taka óvanliga væl undir við tiltakinum. Ein stór fjøld var savnað á Stongunum, har Jólaskipið legði at, áðr­e­nn skrúðgongan við jólamonnunum fór nið­an á fótbóltsvøllin, har til­tak­ið endaði við røðum, felags­ sangi og sjálvandi við jóla­ pakkum til børnini. Absalon fekk Ársins Rósu Jólapakkarnir fingu skjót bein at ganga á, tá fleiri hundrað børn tyrptust um jólamenninar, sum júst vóru komnir til Klaksvíkar við stásiliga Jólaskipinum Lítil ivi mundi vera um, at Absalon Matras av Norðoyri so dyggiliga hevði uppiborið heiðurin at fáa Ársins Rósu Hendan fitta gentan hevði gott útsýni yvir bæði Jólaskip, jólamenninar og tey hundratals fólkini, sum vóru savnað á Stongunum í Klaksvík at taka ímóti Jólaskipinum Tað sá út sum í einum røttum jólaævintýri, tá Jólaskipið við jólamonnum stevndi inn á Vánna í Klaksvík í gjárkvøldi