Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 22. desember 2005 9 Tað fall ikki í góða jørð hjá manningini umborð á Atlantic Navigator, at Føroya Fiskimannafelag yvir høvdinum á teimum hevði gjørt avtalu við reiðaríið hjá skipinum um eitt inntøkuloft fyri manningarhýrurnar umborð Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Manningin visti einki um hesa avtalu – ikki fyrr enn tey høvdu mynstrað á fyrsta túrinum við hesum stóra og stásiliga skipi. Gleðin um at fara avstað minkaði, tá ið tey varnaðust, at ein avtala um inntøkuloft fyri manningarhýrurnar fyrilá – ein avtala, sum tey einki høvdu fingið at vitað um. Í opnum brævi stílað til Óla Jacobsen og Føroya Fiskimannafelag, sum tey seinni tóku aftur, tí FF upphevaði gjørdu avtaluna, sigur manningin hesa søgu: “Tá vit vóru í ferð við at mynstra, sá onkur, at eitt pappír var komið upp at hanga. Eingin hugsaði meira um hetta, fyrr enn vit vóru liðug at mynstra og fóru at lesa pappírið. Pappírið var ein sáttmáli, sum Føroya Fiskimannafelag hevði skrivað undir okkara vegna. Hesin sáttmáli setti í tí stóra og heila lønina hjá okkum munandi niður. Sáttmálin ljóðaði uppá, at vit skuldu fáa okkara vanligu 40% av søluni, tó í mesta lagi 1.425 krónur um døgnið”. Í brævinum, sum mann­ingin á Atlantic Nav­igator sendi Føroya Fiskimannafelag og fjøl­ miðlunum, vístu tey rættiliga sína ónøgd við felagið, har tey eru limir. Hendan dagin, sum bræv­ið varð sent FF og fjølmiðlunum, var skipið á veg til lands við fólki, sum skuldu heim til jólar. Ein av manningini setti seg eisini beinleiðis í samband við Sosialin, men stutt eftir, at vit høvdu fingið brævið í hendi – og áðrenn tað yvirhøvur var almannakunngjørt – hevði FF fingið kaldar føtur. Felagið sendi nevniliga eina fráboðan umborð á At­lantic Navigator, har sagt varð, at sáttmálin um lønarloft, sum felagið vegna manningina hevði gjørt við reiðarríið, varð tikin aftur. Maðurin, sum hevði sett seg í samband við Sosialin, ringdi eisini aftur og segði, at nú vóru boð komin av brúnni um, at FF hevði sent eina fráboðan umborð, sum upphevaði avtaluna, sum felagið hevði gjørt við reiðaríið. Tískil tók manningin eis­ ini brævið aftur, sum tey júst tá høvdu sent okkum. Langt úti... Í byrjanini av opna brævinum skilst, hvat manningin heldur um ætlaðu atgerðina hjá sínum egna fakfelag: “Vit vilja hervið vísa okk­ara ónøgd yvir, hvussu vit eru viðfarin av Føroya Fiskimannafelag hesa seinastu tíðina. Við Nærabergi høvdu vit fyrru hálvuna av hesum árinum sum oftast eina løn, sum var nakað omanfyri minstuløn. Seinnu hálvuna fór prísurin á surimi nógv upp, og vit kundu tí gleðast um at fáa túrar, sum góðu okkum eina miðal løn omanfyri 2000 krónur um dagin. Vit hildu øll, at hetta sá ógvuliga lovandi út, og vit bíðaðu spent eftir at fáa eitt skip, sum kundi framleiða tvífalt tað, sum Næraberg klaraði – og við bara 20 fólkum fleiri. Hetta skuldi kunnað givið okkum eina munandi lønarhakkan”. Í brævinum, sum mann­ ing­in tók aftur, søgdu tey seg sambært nýggju avtaluni kunna takka Føroya Fiskimannafelag fyri, at tey ikki kundu tjena meira enn hesar góðu 1.425 krónurnar um døgnið. Manningin helt tað vera langt úti av sínum egna fak­ felag at gera eina slíka avtalu uttan at hava tosa við tey, sum hetta rakar. “Tað er ikki so frægt, at teir í Føroya Fiskimannafelag vóru so frægir at siga okkum frá um henda sáttmála”, søgdu tey. Í endanum av brævinum segði manningin umborð á Atlantic Navigator seg vænta svar frá Føroya Fiski­ mannafelag skjótast gjørligt. Og tað fingu tey, tí bræv­ ið, tey høvdu sent FF og fjølmiðlunum, var nóg illa tornað í blekkinum, tá ið manningin sendi út eina nýggja fráboðan um, at tey høvdu tikið brævið til fjølmiðlarnar aftur, tí FF hevði upphevað avtaluna, sum felagið hevði gjørt við reiðaríið. Atlantic Navigator: Fiskimannafelagið fekk kaldar føtur tá manningin gjørdi bart Opna brævið, sum manningin á Atlantic Navigator sendi Føroya Fiskimannafelag og fjølmiðlunum, var nóg illa tornað í blekkinum, tá ið tey boðaðu frá, at brævið ikki skuldi prentast, tí FF hevði upphevað avtaluna við reiðaríið hjá skipinum Mynd: Jens Kr. Vang Bæði Fiskimanna­ fel­agið og reiðaríið aftanfyri Atlantic Navigator eru samd um, at manningin skal takast upp á ráð, um nýggjur sáttmáli verður gjørdur Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Bæði Føroya Fiski­manna­ felag og felagið, sum rek­ ur Atlantic Navigator, eru samd um, at skal ein ser­lig avtala gerast um inn­ tøkuviðurskiftini hjá mann­ ingini umborð á trolaranum, verður hetta ein avtala, sum manningin kann góðtaka. Í FF-blaðnum í dag verð­ ur sagt, at umrøtt hevur ver­ið at gera ein sáttmála fyri manningina umborð á Atlantic Navigator, sum ”javnar høgar og lágar inn­ tøkur nakað”. - Men her er so eingin av­gerð tikin, og tí er sátt­ málin hin sami sum við Nærabergi, til tað eventuelt verður gjørdur n‡ggjur sátt­ máli, sum manningin kann góðtaka, skrivar blaðið. Vit royndu at fáa fatur á Óla Jacobsen í morgun, men tað eydnaðist ikki. Hanus samdur Stjórin í JFK-Troli, Han­ us Hansen, er samdur við formannin í Føroya Fiski­ mannafelag, Óla Jacobsen. Hann sigur, at sjálvandi skal manningin umborð á Atlantic Navigator takast upp á ráð, um nýggjur sátt­ máli verður gjørdur. Hanus vísir á, at tað, sum felagið ynskir, er at fáa ein ”smakk” úr ágóðanum, um tað fer at gangast væl hjá Atlantic Navigator í vertíðini. - Vit hava rikið Næraberg nú í nøkur ár við stórum undirskoti. Nýggja skipið er ikki nøkur jolla, men eitt rættiliga dýrt vinnutól. Tí er tað sjálvandi eisini í okkara áhuga, at felagið fer at síggja nakað aftur, sigur reiðarin. FF og reiðaríið samd: Manningin takast upp á ráð - Manningin skal kunna góðtaka ein nýggjan sáttmála, sigur Fiskimannafelagið - Sjálvandi verður manningin tikin upp á ráð, sigur Hanus Hansen