hósdagur 22. desember 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 247 - 23. desember 2005
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Hetta er ein av teimum
meira løgnu søgunum
um ein gravstein, sum
var tilevnaður í Før
oyum, hevur staðið
seinastu góðu 70 árini
á Vestre Kirkegaard í
Keypmannahavn og sum
nú er komin heimaftur, og
stendur í nýggja kirkju
garði í Havn.
Fyri tann lesaran sum
í næstu reglunum væntar
at finna nakað markaburt
og óunniligt, verður sagt
frá beinanvegin, at hann
verður vónbrotin og hann
hevur stundir at bakka út
beinanvegin, sum hann
ynskir tað. Her er ongin,
sum treður dansin undir
moldum.
Søgan snýr seg heldur
um ynskið hjá einum
abbasoni at varðveita
minnið um abban, og omm
una, hvørs astma noyddi
hana av landinum fyrst í
farnu øld. Abbasonurin
er Jákup Andrias Arge og
maðurin sum er meitlaður
inn í gravsteinum hevur
sama navn og omman
kallaðist Rasmina.
Aftan á alt hetta uttanum
tosið koma vit beinleiðis
til málið.
- Abbi var ein kendur
maður í Føroyum og
hann var eisini ein
kendur maður í Keyp
mannahavn. Hann var
ein framúr grótmaður
og minnisvarðarnir um
hann eru so nógvir kring
landið, at fyri tað er ikki
neyðugt at dragsa hendan
tonsatunga gravsteinin
heim til Føroyar. Og for
restin, so visti eg slett
ikki, at talan var um ein
føroyskan gravstein, tá
ið eg tók avgerð um at
fáa hann heim, sigur
Jákup Andrias Arge,
sum er eins kendur
undir kelinavninum
Pussi, tað er hann sum
í eitt mannaminni hevur ríkað
føroyingar við teimum vøkru
myndakalendarunum. Til
tykkum sum nú halda, at eg
takið munnin ov fullan og eri
óargaligur at kalla Jákup Andrias
fyri Pussa, verið bara heilt rólig.
Eg havi spurt hann, tað er ikki
eitt niðrandi eyknevni, men
eitt kelinavn í familjuni, eins
og Daisy er fyri hennara hátign,
Margretu, drotning onnur av
Danmørk.
- Gróthandverkið hjá abba
gjørdist kent í kongaríkinum og
boð vóru eftir honum í Danmark.
Hann skuldi millum annað gera
gróttrappuna upp til landstingið
á Christiansborg. Hon er gjørd
úr føroyskum gróti, tilevnað í
Rættará, har abbi arbeiddi. Abbi
var nógv niðri og omma plagdi
at vera niðri um summarið og
vitja hann. Omma var altíð ring
av astma, tá íð hon var heima í
Rættará, og tá hon var niðri, var
hon púra frísk. Hetta endaði
við at abbi og hon avgjørdu, at
tey skuldu seta seg fast niður í
Danmark. Tey blivu búgvandi har
til sína doyggjandi tað. Omma
doyði í 1930 og abbi í 1931,sigur
Jákup Andrias Arge.
- Tey blivu grivin í Vestre Kirke
gaard og ikki har føroyingar
vanliga blivu grivnir. Síðan hevur
grøvin staðið, og vit í familjuni
hava skiftst um at rinda fyri
leiguna av gravplássinum. Eg
eri tann seinasti, sum havi betalt
leiguna. Einaferð herfyri eg var
í Keypmannahavn, so súklaði eg
út á kirkjugarðin. Eg súkli altíð,
tá ið eg eri í Danmark, tað er
tað lættasta. Tá ið eg kom inn í
kirkjugarðin, so síggi eg í einum
hornið eina rúgvu av gomlum
gravsteinum, sum vóru tiknir
av gravunum og skuldu koyrast
burtur. Knappliga kom tankin,
tá ið eg einaferð eri farin, so er
ongin at hyggja eftir grøvini hjá
abba og ommu, og so endar vakri
steinurin eisini millum hasar, tað
má ikki henda. Eg fór beinaleið
á kirkjugarðsskrivstovuna, og
spurdi hvør átti gravsteinin
hjá ommu og abba. Tey hugdu
í journalirnar, og komu fram
til at eg átti hann. Eg lá ikki
á boðunum. Tætt við lá eitt
gravsteinaverkstað og eg fór
inn hagar og spurdi um teir ikki
kundu flyta steinin og funda
menti oman har skipini hjá
Skipafelagnum løgdu at. Tað
var gaman í og so kom steinurin
heim til Føroyar, sigur Jákup
Andrias Arge.
- Abbi var kendur í Danmark
og hann var sanniliga eisini
kendur í Føroyum og tað var tí
at eg vildi hava gravsteinin við
heim. Abbi hevur millum annað
bygt sparikassan í Havn, gamla
kommunuskúlan, sum í dag er
býráðsskrivstova í Havn, vitan
á Borðuni, Havnina í Skopun
og dráttin á Eiðinum í Hvalba,
sum stendur enn sum var hann
nýbygdur. Abbi bygdi eisini
grundina til kirkjuna á Tvøroyri.
Ætlanin var at hon skuldi vera
ein katedralur úr gróti, men
so bilaði við pengum og ein
trækirkja úr Noregið varð sett á
grundina, sigur Jákup Andrias
Arge.
Tá steinurin var komin heim,
fóru Jákup Andrias, Tórstein
Arge og Óli Nielsen, serkønur
í gravsteinum kring alt landið,
út á Skipafelagið at
hyggja eftir honum. Palle
Gregoriussen var við
eisini. Ætlanin var at
seta hann viðsíðuna av
minnisvarðan yvir tey
fyrstu niðursetufólkini
á Argjum, men tað
sást skjótt, at tað bar
ikki til, gravsteinurin
hevði misprýtt henda
minnisvarða. Tað loysti
seg at biða Óla hyggja
eftir steininum, tí hann
fann skjótt fram til, at
steinurin var føroyskum.
Hetta var nýtt, og teir
vistu einki um hvør hevði
gjørt hann.
- Abbi átti ein beiggja,
sum kallaðist Óli, og
sum var nógv yngri enn
abbi. Hesin var eisini
grótmaður. Hann búði
við Landavegin, og
hann høgdi gravsteinar.
Eg minnist henda
abbabeiggja mín, men
hann var langsíðani
deyður. Hann átti eina
dóttir sum kallaðist Lina.
Eg fór til hana at spyrja,
um hon visti nakað um
ein gravstein, sum pápi
hennara hevði gjørt
til beiggjan. Tað visti
hon einki um. Men eitt
visti hon. Pápi hennara
gjørdi altíð eitt frámerki
á sínar steinar, soleiðis
at tað kundi síggjast
at hann hevði gjørt
teir. Frámerkið var tað
ovasta á steininum, hetta
punktið var so langt til
vinstru, at tað sást, also
ikki í miðjuni. Eg fór og
hugdi eftir steininum og
so var, ovasta punktið
á steininum var sjónliga
longur til vinstru enn
miðjan., sigur Jákup
Andrias Arge.
- Nú var málið upp
klárað.Óli hevði sjálvur
sitið og evna grav
steinin til bróðurin og
hann hevði eisini høgt
sokkulin, sum steinurin
stendur á.
Turrlagdur drykkjumaður
Jákup Andrias Arge var sera
váttligur sum yngri, so váttligur,
at hann var við at drekka seg
í hel. Læknin ávaraði hann
og segði, at gavst hann ikki í
stundini, so sigldi hann av. Jákup
Andrias tók hetta í álvara , og
legði fullkomiliga av. Hann var
ein av stovnarunum av Losjuni í
Havn í 1902.
- Tá íð hann doyði lótu losju
mennirnir gera eina minnisplátu
úr marmor, sum varð løgd yvir
grøvina. Hendan var sokkin
niður í moldina, men eg visti
um hana og fekk teir at grava
hana fram. Hon stendur nú eisini
hjá gravsteininum, sigur Jákup
Andrias Arge.
Ein gravsteinur spøkir aftur
Jákup Andrias Arge stendur her við gravsteinin hjá abbanum í nýggja kirkjugarði í Havn, sum í yvir sjeyti ár hevur staðið á Vestre
kirkegaard í Keypmannahavn. Hetta er helst einasti gravsteinum, sum er tilevnaður í Føroyum, hevur staðið í Keypmannahavn og er
fluttur aftur til Føroya. Jarðisku leivdirnar eftir mikla grótmannin J. A. Arge liggja tó framvegis í Vestre kirkegaard, og ongar ætlanir eru
um at fáa tær heim á klettarnar
Mynd. Jens Kristian Vang