hósdagur 22. desember 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 246 - 22. desember 2005
So kom tað loksins. Nýggja føroyska flogfelagið, ið fer
at taka kappingina upp við hitt føroyska flogfelagið,
Atlantsflog. Við stovnanini av FaroeJet hava vit nú
brádliga tvey føroysk flogfeløg, sum skulu kappast
um at veita tænastur á rutunum millum Føroyar og
útlandið.
Mong høvdu annars væntað, at tað fór at verða eitt
útlendskt felag, sum legði seg út í kappingina. Tann
møguleikin er so enn til staðar. Men kann endin gerast,
at tá tað longu eru tvey feløg á rutuni, tá útlendsk
feløg frítt kunnu flúgva uppá Føroyar frá 2007, tá er
ikki pláss fyri einum aftrat?
Tað er ikki sørt ein feril av lagnunnar speisemi, nú
Atlantsflog endaði í somu støðu sum „erkafíggindin“
Mærsk hevði alla ta fyrstu tíðina á Føroyarutuni,
nevniliga eini monopolstøðu. Tað var ein kærkomin
stórhending, tá monopolið hjá Mærsk varð brotið
og kapping kom. Føroyska flogfelagið varð sera
væl móttikið, og kappingin hevði eisini við sær, at
tænastan bleiv betri. Endin varð so, at danska flog
felagið gav skarvin yvir, tí kappingarneytin fekk so
stóra undirtøku. Og endin varð tann, at vit fóru aftur
til byrjanina - við einum flogfelag.
Føroyingar tóku Atlantsflog til sín sum sítt egna barn,
tá tað syrgdi fyri at bróta monopolið. Men hvør kundi
vitað, at hetta skuldi enda við, at vit ístaðin fyri eitt
danskt monopol fingu eitt føroyskt monopol! Hetta
er so ikki nakað, sum vit kunnu lasta Atlantsflog fyri,
tí gongdin á marknaðinum lagaði hetta so.
Síðani Atlantsflog einsamalt fór at reka ruturnar
millum Føroyar og útlandið hava røddir verið frammi
um, at tænastan aftur er versnað. Nakað, sum næstan
sigur seg sjálvt, tá eingin kappingarneyti er at sammeta
seg við og kappast við. Atlantsflog hevur tó ment seg
nógv sum flogfelag út frá stóru avbjóðingunum, sum
hava verið, bæði tá Mærsk var á marknaðinum, og nú
tað hevur verið einsamalt. Men einki stendur í stað.
Broytingar og nýggjar avbjóðingar eru partur av allari
samfelagstilgongdini, eisini á flogøkinum.
Nú er so fyrsti kappingarneytin komin á banan, og
hann er føroyskur. Vit bjóða FaroeJet vælkomnum
og vóna, at vit við hesum útviklingi fáa eina sunna
og góða kapping, har tað verður pláss fyri báðum
teimum føroysku flogfeløgunum. Um tað hevði verið
betri fyri brúkaran við einum stórum útlendskum
kappingarneyta skulu vit ikki gera okkum klók uppá.
FaroeJet er so komið á banan, og um tað er komið fyri
at verða, vil tíðin vísa. Og tíðin fer eisini at vísa, um
hesi bæði føroysku flogfeløgini við tíðini fara at fáa
kapping úr útlandinum eisini.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Kapping í luftini
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1ð27
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 3ðmm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Gerhard Lognberg
Løgtingsmaður
Eg má siga, at eg hvakk
ikki sørt, tá ið eg hoyrdi
andstøðutingmannin Páll á
Reynatúgvu sleppa at flekja
seg út í Útvarpi Føroya og
geva sær alla æru av, at nú
verður byrjað at bora til
Dals.
Eg ringdi til Útvarp Føroya
og spurdi, hvussu hesin mað
ur sleppur í útvarpið at gera
reklamu fyri sær sjálvum.
Ja, at senda fundarboð
ígjøgnum
Kringvarpið
»live«. T. d »eg fari enn
einaferð at royna at fáa hin
ar bygdirnar til fundar«.
Hetta ger hann ígjøgnum
útvarpið.
Hesa reklamu kann eg ikki
nýta. Ein sending var við
mær tíðliga ein morgunin.
Hon bleiv tikin av aftur
skránni um kvøldið. Hví, ja
hví?
Eg kann gera vart við, at
hvørt tað einasta eitt uppskot
sum andstøðan kom við,
bleiv fallið.
Tað var Javnaðarflokkurin,
Fólkaflokkurin og Sam
bandsflokkurin, sum sjálv
andi hava arbeitt fyri, at
Sandoyggin gjørdi eitt gott
hál, og eg sjálvur sum sam
gongulimur og sjálvsagt eis
ini hava koyrt minni hugalig
uppskot ígjøgnum.
Vit fingu 7 mió.kr. til
Dals, 5 mió.kr. til undir
sjóvartunnil. Stuðulin til
flutning av skúlabørnum
og hækkað peningin til
infrakervið til útoyggjar.
Pening til at fáa »Teistan« í
sjúkraflutningssigling aftur.
Buss til heimini í Sandoynni,
og nógv annað sum er
Sandoynni at gagni.
Til síðst ein heilsan til
Kringvarpið. Eg má siga, sum
ein ávísur tingmaður plagar
at siga: Eg eri sjokeraður. Ja,
eg er sjokeraður av okkara
gamla útvarpið, sum eg altíð
havi havt virðing fyri, men
tíðanverri nú fer at skorta.
Tað er einki løgið í, at
andstøðan tekur undir við
samgonguni, tá samgongan
kemur við so skilagóðum
stigum at bora til Dals og
undirsjóvartunnil til Sand
oynna v. m.
At Útvarpið velur at geva
andstøðuni heiður fyri slíkar
stórar ætlanir, tað luktar av
partapolitikki frá Útvarpsins
síðu.
Annars takk til alt ting
fólkið. Tit atkvøddu fyri
øllum sum var Sandoynni
og Sandoyar Valdømi til
gagns.
P.S. Tað er samgongan,
sum skal taka tað súra við
tí søta. Andstøðan kann so
velja at atkvøða við ella
atkvøða ímóti.
Eyðun á Borg
Á Borg á Argjum stytsta
dag 2005
Ikki: desember, jólafro
kostur, fýrfatsljós, rísin
greytur, frosturin og í líka
máta,
men: desembur, jólaborð
(hald), bikarljós, rísgreytur,
frostið og somuleiðis/á sama
hátt!
Desembur er betri, føroysk
ending. Harumframt skriva
vit ikki mai (mei?) við
j, og mars hevur ikki t á
føroyskum!
Frokostur hoyrir ikki
heima í føroyskum. Da/fø
orðabókin sigur, at frokost
merkir morgunmatur. Jóla
borðhald er um kvøldið, so
nátturði hevði helst hóskað
betur, men hví ikki bara siga
jólaborð(hald), sum orða
bókin eisini sigur!?
Bikarljós hoyrdi eg onkran
siga. Eitt ljós í einum bikari.
Frálíkt orð. Burtur við fýr
fatsljósinum!
Takk, somuleiðis ella á
sama hátt! Í líka máta gevur
onga meining!
Rísgreytur, ikki rísingreyt
ur. Rís er hvørkikynsorð og
kann ikki fáa in-ending!
Frostið (tað) og ikki frost
urin (hann). Frostið, tað bít
ur!
Gleðilig jól!
Berghol til Dals/Undirsjóvartunnil
Jólamálrøkt