hósdagur 22. desember 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 246 - 22. desember 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Ester Davidsen, Æðu
vík, andaðist á Eystur
oyar Røktar og ellis
heimi 20. desember 82
ára gomul. Kistan fer
av Røktarheiminum í
Runavík hóskvøldið kl.
19.
Jarðarferðin verður úr
Nes kirkju fríggjadagin
kl. 13.00.
Tey ið vilja minnast
Ester kunnu lata eina
peningagávu til Før
oya felag móti Krabba
meini. Konto í pen
ingastovnunum.
Kistan við Jens Christ
ian Dam, ættaður úr Tórs
havn, búsitandi í Kald
bak fer úr kapellinum
á Landssjúkrahúsinum
í dag klokkan 17 í Vest
urkirkjuna.
Jarðarferðin verður úr
Vesturkirkjuni Tollaks
messudag klokkan 13.
Tey, ið vilja minnast
Jens Christian kunnu lata
eina gávu til Leguhúsið
í Nesvík.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin í morgin
23. desember. Tollaksmessa. Dagurin hevur navn eftir
íslendska prestinum Tollaki, sum gjørdist prestur í Skál
holti. Hann stóð í hørðum stríði við mætar høvdingar í
Íslandi, men eftir deyða hansara í 1193 var tað skjótt, at
hann varð mettur sum mikið halgimenni. Dagurin verður
nú á døgum mest róptur lítli jólaaftan. Tollaksmessudagur
var annars í Føroyum fastur dagur at stoyta kertu. Norrøna
navnið Tollakur merkir Tórs stríð ella leikur.
Í dag, 22. desember, verður
Martin Eið í Nesi fimmti
ár. Martin er føddur og
uppvaksin í Nesi. Foreldini
eru Frits Eið, sáli, ættaður
úr Porkeri og Betta Eið úr
Nesi, Hvalba. Martin hevur
tvær systrar, Jórun Eið, ið
býr á Hellunum og Marjun
Eið, sum býr á Præstø, Dan
mark.
Martin hevur stuðlað
bygdafelaginum
Royn
heilt frá ungum árum av,
hann spældi fótbólt í nógv
ár og taldust millum bestu
spælarar. Hann kann í dag
minnast aftur á manga
minnisríka løtu á vøllinum.
Somuleiðis kann hann í
dag fegnast um, at sonurin
Frits eisini er ein ágrýtin fót
bóltsleikari.
Martin er ein sera góður
bakkamaður, heilt frá óvita
árum lærdi pápin hann at
røkja bjørgini og at virða
og hámeta náttúruna. Pápi
hansara var seyðamarður
á Hómrum í nógv ár, og
mong fet eigur Martin har.
Somuleiðis kann sigast, at
Villingaberg kennir Martin
sum sín egna lumma, og sum
unglingur keypti hann eina
hálva gyllin í Lítla Dímun.
Fyri Martin, sum fyri flestu
hvalbingar, er oyggin eitt
sera týdningarmikið frístað,
ið gevur heilsubót og nýggja
megi til dagligdagin. Eitt av
áhugamálunum hjá Martini
eru veðrar og seyðahald, og
nýggja hoyggjhúsið er sera
væl úr hondum greitt, og hetta
er Martin stoltur av. Fegin
var hann, tá ið hann ognaði
sær part í hagapartinum Utt
ara Hamrar og Undir Rók
um. Fyri Martin er hetta
ein týdningarmikil partur
av mentan okkara, ið skal
varðveitast og har unga ætt
arliðið skal lærast at fara
væl um, hetta hevur Martin
givið víðari til sonin, Frits,
ið somuleiðis er djarvur til
bakka.
Martin fór sum ungur í
snikkaralæru hjá Sigmundi
Strøm, sála, á Tvøroyri.
Hann arbeiddi nakað aftaná
innan hetta fak, fór síðan til
skips.
Sjólívið hevur Martin
dámað sera væl, hann hevur
verið við norskum og síðani
føroyskum trolara. Seinastu
nógvu árini, hevur Martin
siglt við Steintór, ið er
heimahoyrandi í Hvalba. Í
1995 flutti Martin, konan og
sonurin til Keypmannahavnar
í 3 ár, har konan fekk sær
útbúgving sum heilsurøktari,
meðan Martin arbeiddi sum
timburmaður.
Martin giftist í 1977 við
Anna-Britt, dóttur Karin og
Jacob Norðberg á Heyggi,
Hvalba. Anna-Britt er heilsu
røktari á Ellis-og Røktarheim
inum á Tvøroyri. Tey eiga
trý børn: Karin, Elisabeth
og Frits. Og eiga tey fimm
abba-, ommubørn. Asger 15
ár, Marianna 11ár, Sigvør
10 ár, Brandur 3 ár og lítla
Tórur 6 mðr.
Martin og Anna-Britt hava
bygt sær eini hús á Leitinum,
í Nesi, og har hava tey skapt
eitt sera hugnaligt og fjálgt
heim.
Vit ynskja Martini og
familjuni hjartaliga tillukku
við fimmti ára føðingardeg
num. Og ynskja honum
framhaldandi eina bjarta
lívsleið.
Ein vinur
Martin Eið fyllir runt
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum mongu, sum sýndu
samkenslu, tá okkara elskaði sonur og beiggi
Magni Nolsøe
Vágur
andaðist og varð jarðaður.
Vit kunnu ikki seta orð á, hvussu takksom vit eru
fyri tað fantastisku hjálpina, sum var veitt okkum
í svárastu tíð okkara so:
Hjartaliga takka øll somul
Vígdis, Curt og Una
Týsdagin 20. desember fylti
Karl Rasmussen á Skála
50 ár. Karl er skálamaður.
Hann hevur nú í mong ár
arbeitt sum sølumaður á bila
søluni hjá Reyni Service í
Hoyvík.
Sum ungur sigldi Karl.
Hann hevur eisini arbeitt á
amboðsdeildini hjá Thomas
Dam í Havn og sum bila
sølumaður hjá Wenzel Pet
ersen og Bilfríðkan. Eina
tíð arbeiddi hann hjá Skála
fjarðar Málingahandli. Hann
hevur eisini verið onkran túr
aftur til skips.
Við sínum stóra áhuga
fyri bilum trívist Karl væl
sum bilasølumaður. Hann
er fyrikomandi, hevur gott
fólkatekki og sera gott
minni. Áhugin fyri bilum
hevur altíð verið stórur, og
hann hevur fingist nógv við
bilar.
Tað eru ikki bara bilarnir
sum hava hansara áhuga.
Hann fylgir væl við í øll
um sum gongur fyri seg
í samfelagnum og er sera
familjukærur.
Foreldrini
hjá
Karl
vóru Jonetta, f. Isaksen úr
Vestmanna, og Reynold
Rasmussen á Skála. Tey eru
fýra systkin: Hanna, Karl,
Poula og Jonhild.
Karl er giftur Maiken
Haraldsen úr Vestmanna.
Tey eiga tvey børn, Rúni og
Lív.
Føðingardagin var Karl
burturstaddur.
Karl Rasmussen 50 ár
Lesið
-so eru tit við!