hósdagur 22. desember 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 23. desember 2005
Jólaguðstænasta
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Undan jólum eru nógvar
guðstænastur á skránni. Talan
er ikki bert um vanligu
guðstænasturnar sunnudag, tí
serliga jólaguðstænastur eru
eisini fyri eitt nú skúlum og
øðrum. Ein afturvendandi siður,
sum hevur verið í mong ár, er
jólaguðstænastan hjá Færøerne
Kommando.
Nógv ár á baki
Í ár var jólaguðstænastan hildin í
Dómkirkjuni í Havn fríggjadagin
tann 9. desembur. Hóast
hernaðarliga styrkin í Føroyum
ikki er serliga sjónlig, so var
rættuliga fitt av fólki í kirkju
henda fríggjadagin, og størsti
parturin var í uniform.
Eli Lyngvej Larsen frá Færø
ernes Kommando sigur, at talan
er um eina siðvenju, sum hevur
verið til í mong ár.
- Eg veit ikki rættuliga at siga,
hvuss u gamal siðurin er. Sjálvur
var eg fyrstu ferð her uppi í 1974,
og tá var tað longu vorðin ein
siður, so tað hevur nøkur ár á
baki, sigur hann.
Í ár var tað Meinhard Bjartalíð,
orlogsprestur, sum annað árið á
rað hevði jólaguðstænastuna fyri
starvsfólkunum hjá Færøernes
Kommando.
Verjuskipið kemur inn
til guðstænastuna
Tað er rættuliga fitt av fólki,
sum til dagligt starvast hjá
Færøernes Kommando, og tey
eru ikki tey einastu, ið koma til
jólaguðstænastuna.
- Í sambandi við árligu jóla
guðstænastuna plagar tað
verjuskip, sum í løtuni er við
Føroyar, at koma til bryggju, so
at teir eisini kunnu verða við til
guðstænastuna. Í ár var tað so
Triton, ið teir komu inn beint
fyri jólaguðstænastuna. Øll
manningin á skipinum tekur lut
í jólaguðstænastuni, og tað er
sjálvsagt, at teir eisini fylla væl
upp í kirkjuni, sigur Eli Lyngvej
Larsen.
Tað verður í sambandi við
jólaguðstænastuna lagt upp til,
at hernaðarliga starvsfólkið er
í búna, tá ið tað kemur í kirkju,
og tað gevur sjálvsagt løtuni sín
heilt serliga hátíðarliga dám. Eli
Lyngvej Larsen sigur, at tað ikki
er nakað krav, at man er í búna
til jólaguðstænastuna, men tað er
væl dámt. Tey sivilu starvsfólkini
eru sjálvsagt í vanligum klæðum.
Einki serligt á
skránni jólaaftan
Tað er altíð onkur á vakt í
Mjørkadali jólaaftan, og árið í ár
verður sjálvsagt einki undantak í
so máta.
- Fyrr vóru tað nógv fleiri
fólk á vakt í senn, men nú er
kravið ikki tað sama, sum tað
hevur verið. Í ár vænti eg, at tað
neyvan eru meiri enn eini trý ella
fýra fólk, sum eru til arbeiðis
sjálvan jólaaftan, og tí verður
einki serligt gjørt burturúr, mær
vitandi, sigur Eli Lyngvej Larsen.
Hann greiðir frá, at tað eisini
ber til hjá teimum, sum eru á
vakt, at hava familjan hjá sær,
meðan tey eru á vakt jólaaftan,
soleiðis at man ikki noyðist at
verða burtur frá sínum kæru
sjálvan jólaaftan.
Mjørkadalsgudstænasta
Í mong ár hevur tað verið siðvenja hjá Færøerne
Kommando at skipa fyri eini jólaguðstænastu
fyri starvsfólkunum og avvarðandi teirra.
14
Tey flestu, sum eru við til jólaguðstænastuna hjá Færøernes Kommando, eru í búna, og tað setur sjálvsagt sín serliga dám á løtuna.
Mynd: Jens Kr. Vang