Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 246 - 22. desember 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Týsdagin undan stytsta degi andaðist umsíðir Jens Chr. bert 62 ára gamal eftir drúgvar og svárar sjúkur. Nevndur eftir abbanum, kendum havnarmanni, vaks hann fyrstu ár­ini upp niðri í Tróndargøtu hjá abba og ommu síni, Jens Chr. Dam og Johannu Kathrinu Sofiu, fødd Joensen úr Innistovu í Klaksvík. Seinni giftist mamman, Elly, Hans Peter Djurhuus av Nesi, bed­ings­ meistara í Vági. Tey fyrstu árini búðu tey á Nesi, men fluttu seinni inn til Vágs. Jens Christian fekk systrarnar: Karin, gift Eyðuni Joensen, Lis, gift Jógvani Hammer og Eyðvør, gift Jóanesi á Váli. Jens Chr. var glaður um barnaárini í Vági, har hann hevði nógvar barn­ dómsvinir, men í 1957 flutti húskið til Havnar, har pápin hevði fingið starv í Statens Skibstilsyn, og bú­sett­ ust tey í Eysturbýnum. Blaðungur hevði Jens Chr. bestan hugin til sjógvin, har hann royndist sera raskur, ágrýtin og dugnaligur at døma eftir skipum, skiparum og manningum, sum hann var við. Fiskanes mundi vera skúlaskip hans­ara, og hann var síðani leingi við Norðfarinum, síðani við tátíðar nýtilkomnum línuskipum so sum Beini, Leiki og Stellunum báðum. Jens Chr. giftist Ásu Hvanná úr Vági, og búðu tey fyrstu árini í smáu húsunum á trøðni uppi í Svanga. Seinni seldu tey og fluttu í størri hús í Kardamummubýnum Oman Stóra­garð. Jens Chr. Og Ása fingu børnini: Maiken, gift Niels Eriksen, narkosu­ sjúkrasystir í Ålborg, Petur Eyðun, húsasmiður, Kaldbak, giftur Pninu úr Ísrael, Martin, arbeiðstakari, Kald­ bak, giftur Dagny úr Havn og Jan Eli, sum lærir til løgreglumann niðri og er giftur Hansu úr Gøtu. Barna­ børnini eru fleiri. Aftaná sigling í unglinga- og fyrstu manndómsárum og síðani egn­­an familjuskap legðist Jens Chr. fyri­bils upp á land at arbeiða ym­iskt fyri­fall­andi, um­framt at hann gjørdi seg lidnan innan timbur­smíð hjá morbróður sínum Hans Hilmar Dam, har teir m.a. framleiddu fyrstu sniðhúsini í Føroyum. Jens.Chr. virkaði eisini sum sjálv­ støðugur arbeiðstakari innan timbur­ arbeiði, hevði javnan stórarbeiði at gera og nógvar handverkarar í sín­um breyði, men hóast tiltikin gløggur, skjótførur og dygdargóður hand­ verkari, longdist honum aftur til sjós. Hann var so aftur í fleiri ár við fyrru Fame hjá John Dam á rækjuveiðu, ta tíðina mest í maskinuni, og fingu teir góða úrtøku. Men hann fór aftur at smíða og lærdi m.a. elsta sonin væl upp í yrkinum, og uppaftur seinri fóru teir at spesialisera seg at leggja tekjur á. Í framkomnum aldri gavst Jens Chr. sum sjálvstøðugur vinnurekandi fyri at gerast umsjónarmaður við legu­húsini í Nesvík, har Ása og hann eisini búðu og trivust væl, men tían­ verri mátti hann vegna sín­ar versn­ andi sjúkur fara frá bæði ar­beiði og bústaði, og seinastu tíðina hava tey so búð hjá miðlingasoninum í Kaldbak. Í so ungur at fara foldum frá, men ein uggi er tað tó, at Jens Chr. livdi sítt foldarlív eins væl í viðráki sum mótráki so sera glaðlyntur og virkin , bæði í arbeiðshøpi, í fríløtum og familjuhøpi. Hann var til arbeiðis á sjógvi sum á landi eins væl í fríløtum góður at vera saman við. Gamaní nakað bráður, har alt bar til og hartil hugfarsligur, men ikki minnast vit av hansara varrum niðrandi orð falla um annan persón. Hann kundi í sínum glaðlyndi siga frá onkrari stuttligari søgu ella skemti, men ongantíð niðursetandi um onnur menniskju, og sostatt kundi ein altíð kenna seg tryggan í samveru við Jens Chr. Jens Chr. var sera, sera familju­ kærur, og hann gloymdi ongantíð tey, sum onkusvegna høvdu dugnað honum, serliga á barnaárum. Hansara treytaleysa umsorgan galt ikki bert hansara egna húski, konu, børn og egin abbabørn umframt eldri ættarfólk í familjuni, men ofta spurdi hann við sonnum áhuga eis­ ini til okkara børn, og eitt nú næst­ seinast innlagdur í skundi og ikki gonguførur av pínslum kærdi hann seg illa um staddur í enn einum sjúku­ørindum niðri, at hann ikki ork­aði, sum annars ætlað, at fara í føð­ingardag hjá dóttir okkara niðri. Mest hugtakandi við Jens Chr. var, hvussu treytaleyst góður hann var við børn og fyri tann skuld fenað við og tey afturímóti við hann. Havandi í huga, at slík evni sálar­ frøði­liga verða grundfest tíðliga á barnaárum, mann hann í so máta hava fingið kensluliga gott í beinini frá abbanum, onklum og tantum, mammuni, Hans Peturi, systrunum og í egnum familjuhøpi annars. Nú Jens Chr. umsíðir slapp av verð­ini so illa plágaður hoyrdu vit hann ongantíð gremja seg um sína vanlagnu, tíansheldur løtuna ella fram­tíðarútlitið, hvussu so pínufult tað enn mundi vera, og so var hann hartil eingin kensluliga lokaður ella í so máta gyrdur maður. Helst var tað hansara ósvikaliga optimistiska lyndi, tolsemi viðvíkj­ andi lívslagnuni afturvið klettafastari trygd. Vit lýsa frið yvir Jens Christian Dam, takka fyri lívið saman við hon­ um og sýna samhuga við tykkum øll í nærmastu familju, sum umframt sváran miss hava havt tað so stríggið í langa tíð. Ærað veri minnið um Jens Christ­ ian Dam. Vit á Ternuryggi: Eyðun, Karin, Rúni og Elin Jens Christian Dam farin Tøkk Øllum tykkum, sum á ymsan hátt mintust og gleddu meg á 75 ára degnum, takki eg hjartaliga. Eisini vil eg nýta høvið til at ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár. Blíðar heilsanir Erling Hansen, Funningsfjørður Tøkk Vit vilja takka øllum, sum á ymiskan hátt gleddu okkum á gullbrúdleypsdegnum 18. desember. Takk fyri morgunsang, gávur, heilsanir og tykkum mongu, sum komu at vitja og gjørdu okkum dagin so hugnaligan. Ein serlig tøkk til tykkum mongu, sum komu norðanfjørðs. Gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár ynskja vit ætt, vinum og kenningum kring landið. Kærastu heilsanir Jolina og Torleif Bech, Porkeri Tøkk Øllum tykkum, sum mintust meg á 90 ára føðingardegnum tann 3. november takki eg hjartaliga við ynskjum um eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Kærastu heilsanir Mia Anthoniussen, Oyndarfjørður Tøkk Vegna Normisjón vil eg takka skótahjálpini so hjartaliga fyri kr. 50.000 til gentuheim í Bangladesh. Gleðilig jól og friðfylt jól og Guds signing í 2006. Óluva Laksá