hósdagur 22. desember 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 23. desember 2005
15
Málningar
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Av eini ella aðrari orsøk, sum
Jákup Andrias Arge í Havn ikki
skilir, so hava klaksvíkingar við
fyrrverandi býráðsformanni
Jógvan við Keldu á odda, dult
hvussu tað bar til, at stórbæri
málningurin hjá kenda danska
listamanninum Emil Krause
kom til Føroyar og hví hann júst
hongur í býráðshøllini í Klaksvík.
Málningurin hevur nú hingið
í Klaksvík í 12 ár og í veruleika
num er tað upp til J. A. Arge
hvussu leingi hann skal hanga
har. Tað eru slett ikki klaks
víkingar sum hava funnið fram
til henda stórbæra málning,
málaður í 1903 og sum sýnir
føroyskan dans í roykstovuni
í Ónagerði á Viðareiði, har
listamaðurin vitjaði. Umboð
fyri kommununa í Klaksvík
eiga ongan leiklut í tí drúgva
leitingararbeiði, sum fór fram
áðrenn málningurin dagaði
undan kavi aftur og navnið hjá
manninum, sum veruliga fann
málningin hevur verið dult fyri
almenninginum.
Tá íð nú Jákup Andrias Arge
fleiri ferðir hevur hoyrt um
hvussu málningurin er komin
til landið og at hetta einki hevur
við veruleikan at gera, hevur
hann valt at siga sína søgu, og
so skuldi tað verið fingið uppá
pláss hvussu hetta fór fram og at
hann bert hongur í Klaksvík, so
leingi sum Jákup Andrias Arge
ynskir tað.
Savnaði málningar
til kalendara
Jákup Andrias gekk í Føroyum
og leitaði eftir gomlum máln
ingum, sum hann vildi avmynda
og síðan prenta í einum kalend
ara. Hann ferðaðist kring alt
landið og var inni í teimum flestu
kirkjunum og eisini inni hjá
privatfólki.
- Einaferð eg tosaði við Miu
Jensen, tannlækna í Havn
fortaldi hon mær um Kååber
tannlækna, sum hevði havt sína
tannlæknastovu í Tinganesi.
Hon segði, at hann átti heilt vist
fleiri málningar av Krause, tí
teir vóru góðir vinmenn. Tá ið
Krause var í Føroyum í 1933 ella
1934, hevði Krause framsýning
í gongini hjá Kååber. Eg spurdi
Miu Trónd, um hon visti hvar
Kaaber búði. Jú hann búði á Fyn,
sigur Jákup Andrias Arge.
Nakað seinni var Jákup
Andrias og bróður hansara
staddir á Fyn og tá fóru teir at
leita í telefonbókini og funnu
Kaaber.
- Eg ringdi til hansara og heils
aði frá Miu Trónd og spurdi, um
vit kundu koma at vitja. Har
var alt leyst og liðugt og eg
tók myndir av teimum mongu
málningunum í stovuni. Hann
fortaldi mær, at hann hevði
verið á Frederiksborg Museum
fyri at síggja málningin hjá
Krause “Dans i Røgstuen”. Tey
søgdu, at tað var ikki møguligt,
tí hann stóð í depot. Tá ið eg
kom aftur til Føroyar ringdi eg til
Frederiksborg og bað um at tosa
við stjóran. Hon presenteraði seg
sum Kirsten Nannestad, sigur
Jákp Andrias Arge.
Hann greiddi henni frá Kaaab
er og vinarlagið millum hann og
Krause og at Kaaber ynskti at
eisini at síggja hensa málning.
Hon svaraði:
- Sandheden er den, at dette
maleri ikke har været at finde i
mange år, så jeg må beklage.
Gjørdist forvitin
Jákup Andrias gavst ikki so. Nú
vildi hann finna málningin og
hann gekk runt og spurdi fólk.
Einaferð hitti hann Høgna Mohr
í Havn og hesin vísti honum
á Dánjal Nolsøe, sum í eitt
mannaminni hevði verið dómari
í Danmark og sum hevði stóran
áhuga í málningalist.
- Eg ringdi til Dánjal Nolsøe
og vit tosaðu um málningar,
men júst hendan málningin
kundi hann ikki hjálpa mær
við. So leitaði eg víðari. Ein
dagin ringir ein føroyingur
úr Keypmannahavn í øðrum
ørindum. Tá vit vóru lidnir at
práta spyrji eg hann um hann
veit nakað um málningin. Hann
segði, at hatta var ein merkiligur
spurningur, tí hann hevði júst
gingið framvið har sum hann
hekk. So segði hann mær hvar
hann hekk. Næstu ferð eg kom til
Keypmannahavnar fór eg beina
leið til bygningin og leitaði meg
fram, tí har var ikki ein livandi
sál at hitta, sigur Jákup Andrias
Arge.
Jákup Andrias kemur inn í eina
stóra tóma høll. Har er einki inni
og tað er eitt sindur trøllsligt, á
vegginum hongur málningurin.
- Eg má viðganga at eg stóð
sum Kánus. Ein maður kemur
í móti mær, eg meðan eg tók
myndir av málninginum. Eg bað
hann taka eina mynd av mær og
málninginum og tað gjørdi hann.
Ringdi til savnsstjóran
Tá ið Jákup Andrias kemur aftur
til Føroyar ringir hann til Kirsten
Nannestad á Frederiksborg
Museum og greiðir henni frá, at
nú hevði hann funnið málningin.
Hann spurdi hana um tað ikki
bar til at gera eina avtalu, at
málningurin kom til Føroyar.
Hon segði at tað var ikki so lætt,
sjálv hevði hon ikki loyvi at
lata hann, ein nevnd fyri savnið
skuldi fyrst taka støðu til málið.
- Eg segði við hana, at eg
hevði eitt ynskið, og tað var at
málningurin kom at hanga í
Klaksvík, soleiðis at vit kundu
fáa staðfest hvørji fólkini vóru á
myndini, hvørji eru í dansinum.
- Nakað seinni ringir hon so
sigur, at hon kemur til Føroyar
og at hon vil seta seg í samband
við meg. Hon kemur heim og
vit hittast. Hon greiðir mær frá,
at nevndin fyri savnið hevði
samtykt, at eg skuldi fáa mítt
ynski uppfylt. Eg skuldi sleppa at
avgera hvar málningurin skuldi
hanga. Eg segði henni mítt ynski,
at hann skuldi hanga í Klaksvík
fyrstu 10 árini, sigur hann.
Ringdi til Jógvan við Keldu
- Eg ringdi síðan til Jógvan við
Keldu, borgarstjóra, og greiddi
honum frá hvat eg hevði gjørt
og hann svaraði mær stutt aftur:
“Eg fari niður í morgin.” Síðan
havi eg einki hoyrt um henda
málningin. Eg havi ongantíð
hoyrt nakað frá nøkrum, at tað
var eg sum fekk gjørt hesa avtalu.
Tað er nokk ongin sum kennir til
mín leiklut í hesum málningi. Nú
havi eg lagt kortini á borðið fyri
at sannleikin skal koma fram.
Ein argjamaður fann
Krause málning