hósdagur 22. desember 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 246 - 22. desember 2005
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
JÓLAGÁVAN
Poul Jóhan Djurhuus
Vísmenninir komu til fjósið á nátt, teir høvdu ríkar
gávur við til barnið.
Hóast jólini sum høgtíð ikki eru umtalaði í nýggja
testamenti, so kunnu vit kortini siga, at hesa løtuna í
Betlehem hava vit tey fyrstu “jólini,” sum sanniliga
eisini vóru eyðkend av at geva gávur - og enntá tær
dýrastu gávurnar.
Jólini á okkara døgum eru eyðkend av nógvum fyri
reikingarstáki, til tess at høgtíðin kann fáa so stóran
týdning sum møguligt fyri okkara familju og okkum
persónliga.
Tað er als einki skeivt í, at vit ávísar tíðir á árinum
gera nakað serligt burtur úr hugna og gávum, men
lat okkum bara ansa væl eftir, at ikki tað, sum jólini
hóast alt snúgva seg um, druknar í øllum stákinum, tí
tá hava vit mist tað sonnu meiningina við jólahátíðini
og hava samstundis tikið frá okkum sjálvum tað sonnu
jólagávuna og tann sanna jólafriðin.
Tað, sum jólini snúgva seg um er Frelsarin, sum lat
seg føða inn í hendan heim og á tann hátt gjørdist eitt
menniskja, so hann kundi doyggja sum eitt syndoffur
fyri okkum øll.
Tað var henda sannleika, sum vísmenninir sóðu, tá
teir stóðu í fjósinum hesa løtuna og hugdu niður yvir
hetta lítla barnið - teir sóðu meira enn eitt fitt barn, teir
sóðu lyftini um frelsaran uppfylt í hesum barni, og tað
førdi til, at teir góvu frelsaranum tað besta av tí besta
- teir offraðu honum gull, roykilsi og myrra.
Hvat sært tú í fjósinum, nú tú situr og jólahugnar
tær við familjuni? Sært tú einans barnið? ella sært tú
frelsaran, sum kom fyri teg? Um tú ger tað, so trúgv á
hann í dag, tá gevur tú fyrst honum tað størstu gávuna,
tú kann geva honum, nevniliga tína sál, men tá fært tú
eisini sjálvur tað størstu gávuna, sum tær kann ognast,
ævigt lív - og kanska er hetta gávan, sum tín nærmasta
familja ynskir sær frá tær í kvøld?
Tekniski Skúlin í Klaksvík:
Maskinsmiðir og timbur
menn fingið prógv
Fríggjadagin 16. desember fingu 10 maskinsmiðir og 6 timburmenn prógv á
Tekniska Skúla í Klaksvík. Hesir eru úr Eysturoy, Streymoy og Norðoyggjum.
Maskinsmiðir:
Fremra rað f.v.: Hanus
Árnason Lervig, (P/F
Normek), Óli Jákup
Túgvustein, (P/F FJM),
Jørmund Skoradal, (P/F
FJM), Daniel Jacobsen, (P/F
KJ-Hydraulik), og Fríðfinn
Jacobsen, (P/F Skipasmiðjan
á Skála)
Aftara rað f.v.: Fróði Poulsen,
(P/F KJ-Hydraulik), Leif Arni
Lervig, (P/F KJ-Hydraulik),
Hans Arthur Leivsgarð
Jacobsen, (Sp/F Skarðhamar),
Helgi Strømsten, (P/F
Normek), og Bent Tommy
Vang, (P/F Mekanik v.Oliver
Rasmussen).
Timburmenn:
Fremra rað f.v.: Terji
Nýggjagarð, (P/F Kanjon),
Sigfríður Olsen, (Sp/F JPK
Smíð), og Pól á Sondum
Oskarson, (Sp/F Haldur Vang
Aftara rað f.v.:
Bogi Kajsten Thomassen,
(P/F Norðsetur), Hans Pauli
Steinberg, (P/F Norðhús),
og Jens Pauli Joensen, (P/F
Kanjon)
Paula og Arnhold Jespersen
krúndiamantbrúdleyp
Fyrtsa jóladag hava hjúnini Paula og og Arnhold Jesper
sen í Trongisvági krúndiamantbrúdleyp. Tey eru burtur
stødd.
Hósdagin 22. desember
tók Landssjúkrahúsið eina
nýggja ambulansu í brúk.
Talan er um ein Mercedes-
Benz Vito, sum er uppbygdur
á Landssjúkarhúsinum í
Havn.
Bilurin er fult á hædd við
tær ambulansur, sum verða
uppbygdar
uttanlands,
bæði
viðv.
trygd
og
útgerð. Hesin er tann triði
í røðini, sum er uppbygdur
á Landssjúkarhúsinum, og
sum skilst eru eru portørarnir
sera væl nøgdir við hesar
ambulansur.
Bilurin hevur støð í Vágum.
Fimm fólk eru hesi tænastu í
eini vaktarskipan sum kom
at virka 1. november 2005,
og er skipað á sama hátt sum
í Eysturoy.
Sjúkraflutningstænastan nýggja ambulansu í Vágum
Hesin Mercedes-Benz
Vito, sum er uppbygdur á
Landssjúkarhúsinum, skal
hava støð í Vágum
Mynd: Jens Kristian Vang