hósdagur 22. desember 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 247 - 23. desember 2005
Fyri hálvum ári
síðani gjørdi Beinta
av Reyni av at satsa
fult upp á eitt starv
sum listamálari.
Hon hevur júst
málað jólakortini
hjá donsku tele
fyritøkuni, TDC.
Íblásturin til
myndevnið hevur
hon fingið úr
kjallaravindeyganum
hjá abba sínum
heima í Føroyum
List
Solby A. Eliasen
solby@mail.djh.dk
Beinta av Reyni, sum er útbúgvin
fólkaskúlalærari, hevur málað í
fleiri ár, men ikki fyrr enn fyri
hálvum ári síðani valdi hon
veruliga at satsa upp á listina og
segði arbeið sítt sum náttarvakt á
einum røktarheimi upp.
Danska telefyritøkan, TDC,
gjørdi av í fjør at gera jólakort.
Ætlanin hjá fyritøkuni er, at ein
yngri kvinnuligur listamálari skal
mála jólakortið hjá fyritøkuni.
Til eina framsýning hitti Beinta
hana, sum málaði jólakortið hjá
TDC í fjør, og tá TDC so leitaði
eftir einari nýggjari kvinnu til í
ár, vísti listakvinnan frá seinasta
ár á Beintu.
- Eg fekk øgiliga stutt skoðbrá.
Men eg vísti teimum so eina
skitsu av tí, eg hevði hugsað mær
at gjørt, og síðani vórðu vit samd
um, hvussu tað skuldi síggja út,
greiðir Beinta av Reyni frá.
Hon málaði eina mynd við
náttúru í bakgrundini, meðan
blondugardinur og ein eingil
eru fremst í myndini. Hugskotið
við gardinunum stavar frá einari
aðrari myndarøð, sum Beinta
málaði til eina framsýning í
einum listaskála í mars mánaði í
ár. Útsýnið gjøgnum gardinurnar
á nýggja jólakortinum hjá TDC
er yvir Bagsværd sø, men har er
onki vatn, tí kavi er allastaðni.
Myndevnið er eitt kavalandslag
við naknum trøum og sólsetri.
- Kanska yvirdrivið romantiskt,
staðfestir Beinta av Reyni.
Handan gardinurnar
Myndarøðina við gardinunum
nevndi Beinta “Handan
Gardinurnar”. Íblásturin til
hesar málningar við blondu
gardinunum, fekk hon, tá hon
ein dagin var í kjallaranum
í heiminum hjá ommu og
abba sínum í Føroyum. Flestu
føroyingar munnu kennast
við hvítu blondugardinurnar,
sum eru at síggja í mongum
føroyskum gluggum enn tann
dag í dag. Heima hjá ommu
og abba Beintu hingu slíkar
gardinur í kjallaravindeyganum.
- Føroyska náttúran gevur
mongum listafólki íblástur, og tá
eg skuldi hava framsýning í Sct.
Gertrud listaskálanum í mars í
ár, vildu tey fegin hava føroyska
náttúru. Eg vildi so fegin gera
tað eitt sindur øðrvísi, fortelur
Beinta av Reyni.
Meðan hon stendur í kjallaran
um heima hjá abbanum í Føroy
um, hyggur hon út gjøgnum
kjallaravindeygað.
- Útsýnið gjøgnum vindeygað
hjá abba var sera vakurt, og man
sá fjøll í bakgrundini. Tá fekk
eg hugskotið at lýsa náttúruna
gjøgnum gardinurnar, greiðir
Beinta frá.
Framsýningin í listaskálanum
var ikki so nógv at reypa av, tá
tað kemur til sølu av málningum,
men tá Beinta seinni sýndi
myndarøðina fram í samstarvi
við eitt listafelag, gav tað úrslit.
- Eg havi selt nærum alla
myndarøðina, sigur Beinta av
Reyni.
Ongan fastan listaskála
Beinta hevur altíð málað nógv,
men hon hevur ongantíð satsað
upp á tað fyrr enn nú.
- Eg hevði ikki dissiplin til at
mála hvønn dag, tá eg var yngri.
Men tað havi eg fingið, síðani eg
fekk døturnar báðar, greiðir unga
listakvinnan frá.
Tað hevur gingið væl hjá
Beintu hetta hálva árið, hon hev
ur tikist við listina fulla tíð. Hon
hevur havt fleiri framsýningar.
Ynskið hennara er at finna ein
fastan listaskála, har hon kann
hava regluligar framsýningar.
Men higartil hevur hon tó onki
funnið.
- Tað er ómetaliga torført at
fáa ein fastan listaskála í Keyp
mannahavn. Serliga tá man
ikki kemur frá akademiinum(
Københavns kunstakademi, red.),
greiðir Beinta av Reyni frá.
Eminem og Slim Shady
Heima hjá Beintu og familjuni
er eitt atelier, har Beinta arbeiðir
nógv. Men hugskotið, hon nú er
í gongd við, krevur nógv meira
pláss, enn hon hevur heima við
hús. Tí hevur hon leigað ein
verkstað í Valby, har hon væl
fær arbeitt við tí knapt tríggjar
metur høga og tvær metur breiða
málninginum av Eminem.
- Tað er faktiskt eitt portrett
av rapparanum, Eminem, hvar
sangur hansara, Slim Shady, er
íblásturin til myndevnið, greiðir
Beinta frá.
Við málninginum ætlar hon at
vísa kampin millum tað ónda og
tað góða.
Beinta hevur leigað sær verk
staðin í Valby í tríggjar mánaðir,
so einaferð í februar átti máln
ingurin av Eminem at staðið
liðugur.
- Eg fari at royna at fáa hann
við í Charlottenburg fram
sýningina, men tað er ikki vist, at
tað fer at eydnast mær. Vit fáa at
síggja. Eitt ella annað vísir seg
altíð, sigur Beinta av Reyni.
Beinta eigur jólakortini hjá TDC
35 ára gamla Beinta av Reyni livir sum listamálari í Keypmannahavn. Hon hevur altíð málað, men bara fyri
hálvum ári síðani setti hon sær fyri at gerast listamálari fulla tíð
Mynd: Randi Hansen
Beinta av Reyni
er 35 ára gomul
útbúgvin fólkaskúlalærari
hevur ongantíð arbeitt sum
lærari
er gift við Leif Thomsen
tey eiga tvær døtur, sjey
ára gomlu Jonu og tvey
ára gomlu Onnu
tey búgva á Vesterbro í
Keypmannahavn
Ingálvur av Reyni var
abbabeiggi Beintu
Charlottenborg framsýningin
Charlottenborg framsýningin er ein sensurerað
listaframsýning
Hendan framsýningin hevur vunnið sær mest virðing millum
allar tær sensureraðu framsýningarnar í Danmark
Bygningurin, har framsýningin er, liggur á Kongens Nytorv
FAKTA