hósdagur 22. desember 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 246 - 22. desember 2005
Virðið farið upp um
300 mió kr
Kursurin á partabrøvunum hjá Atlantic Petroleum tykist
støðugt at vaksa. Seinastu tvær vikurnar enntá so nógv,
at kursurin nú er farin upp um tey 400. Tað vil við øðrum
orðum siga, at tey, sum upprunaliga vóru við til at stovna
felagið, nú hava møguleika at fáa íløguna ferfalt aftur. Og
eisini hjá teimum, sum teknaðu partapening við seinastu
hækkanina, er talan um munagóða øking í virðinum.
Tekningarkursurin var tá 265, og við verandi 406,5 er
talan um eitt avkast upp á góð 53%.
Prísurin á partabrævinum hevur annars leingi ligið
um tey 390, men seinastu tvær vikurnar hevur nakað av
aktiviteti verið, og hetta hevur trýst prísin enn longur
upp.
Samlaða marknaðarvirðið á partabrøvunum í føroyska
oljufelagnum er nú góðar 300 mió kr.
Kursvirðið á partabrøvunum hjá Atlantic Petroleum, síðani
felagið í juni varð skrásett á virðisbrævamarknaðinum
Kelda: www.vmf.fo & www.icex.fo
Faroe Petroleum
hækkar eisini
Í takt við at ein komandi føroysk oljuvinna tykist alt meira
sannlík, er kursurin á partabrøvunum hjá hinum føroyska
oljufelagnum, Faroe Petroleum eisini farin at hækka.
Her hevur kursfallið annars verið hampuliga stórt síðani
í summar. Einamest, tí kursirnir í summar í ovurstóran
mun vóru ávirkaðir av ógvusliga trýstinum, sum kom á
oljuprísirnar eftir stóru tropisku ódnirnar.
Við at fáa part í leitiloyvunum við Føroyar, hevur Faroe
Petroleum tó gjørt eitt fitt lop uppeftir. At týðandi fund
um sama mundið eru gjørd heilt nær føroyska markinum
ger sjálvandi eisini sítt til, at vónirnar um eitt týðandi
fund í Føroyum eru enn størri.
Sveiggini í kursivirðinum hjá Faroe Petroleum hava
verið hampuliga stór seinasta hálva árið, sum tað eisini
framgongur av talvuni
Eitt felag í Hósvík
hevur keypt ein
stóran frystitrolara,
sum skal fiska undir
Afrika
Nýmenning
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hósvíkingar ganga enn eina
ferð nýggjar leiðir.
Nú hevur eitt felag í Hòs
vík keypt ein risastóran
frystitrolara úr Suðurkorea.
Felagið, sum eigur skipið
er Ocean Group Faroes og
skipið hevur fingið navnið
Athena.
Tað eru feløg í Føroyum og
og einstaklingar í Føroyum
og íslandi, sum hava stovnað
felagið og úr Hósvík eru
Joensen-mennnir í Thor
nakrir av eigarunum.
Annars fær skipið heim
stað í Sandavági.
Og tað er ikki av tilvild,
tí skipari á fyrsta túrinum
verður Elias Christophersen
úr Sandavági, sum eisini er
ein av partaeigarunum.
Annars er ølll fíggingin
fingin til vega í Føroyum. Tað
eru Realkreditturin, Føroya
Sparikassa og Ìløgufelagið,
Royndin, sum hava fíggjað
verkætlanina og tilsamans er
verkætlanin slakar 140 mill
kronur.
Athena er sera stórt skip.
Tað er smíðað í Spania í 1992.
Tað er 105 metrar langt, 20
metrar breitt. Annars hevur
hon heilar 8050 Hestakreftir
í maskinrúminum og hon
lastar 2800 tons av frystum
fiski. Frystiorkan er góð 220
tons um døgnið.
Athena brúka tungolju til
høvuðsmotorarnar og vanliga
gassolja til ljósmotoranar.
Skipið hevur koyggjupláss
til 150 fólk, men eini 100
mans skulu verða við og yvir
menninir vera føroyingar og
íslendingar
Eigararnir siga, at nú skal
Athena til umvælingar í
Singapore og Spania.
Men Um hálvan mars, fer
skipið til fiskiskap og tað
verður undir Vesturafrika,
har ætlanin er at fiska rossa
makrel og annan uppisjóvar
við flótitroli.
Vælkenda føroyska ølstaðið
SKARV í Keypmannhavn
letur nú upp aftur aftan á
trý ára steðg
Eigarin, Dánjal Petur Thor
steinsson, sigur, at nógv
fólk ganga og spyrja eftir
Skarv. Vit bjóða eitt meira
tíðarhóskandi stað til allar
føroyingar, og vit eru glað
fyri at tæna føroyingum aft
ur. Móttøka verður fríggja
kvøldið 6. januar, 13.
kvøld, fyri øllum, og sum
ein vælkomst letur Skarv
ókeypis leskivørður millum
kl. 20 og 22.
Seinastu árini hevur staðið
verið opið fyri ungum danun,
men tað bar ikki frukt, og
føroyinga millum verður
ofta spurt, hvar føroyingar
hittast í vikuskiftinum í
Keypmannahavn.
Ætlanin er fyribils at hava
opið hvørt fríggjakvøld og
leygarkvøld. Sjálvt um dansi
gólvið er flutt og nýggjur
DJ pultur er smíðaður, so
verður dentur lagdur á, at
fólk kunna tosa saman.
Skarv letur upp aftur
Athena er risastórur trolari.
Hann er yvir 100 metrar
langur og hevur koyggjupláss
til 150 mans
Keypa risastóran
trolara til Føroyar
Mánadagin vórðu sein
astu brikkarnir í bygnaðar
broytingunum hjá Føroya
Banka staðfestar. Broytingar,
sum millum annað høvdu
við sær, at Súni Schwartz
Jacobsen verður settur sum
nýggjur stjóri við ábyrgd av
vinnulívsdeildini.
Nú er so eisini greitt, at
vinnulívsdeildin í framtíðini
verður enn meira skild frá
privatkundadeildini.
Føroya Banki hevur sent út
tíðindaskriv, har tað verður
staðfest, at vinnuøkið nú
verður savnað í bygninginum
í Húsagøtu (við SMS).
- Hetta hava vit valt, tí vit
halda, at við bert at hava
eitt vinnuumhvørvi, kann
bankin veita eina enn betri
tænastu enn áður, verður
staðfest í skrivinum, sum
bankin hevur sent.
-mørk
Tá norðurlendsku kapping
armyndugleikarnir í heyst
høvu fund í Føroyum, var
ein av semjunum, at ein
arbeiðsbólkur skuldi setast
at kanna norðurlendska
fíggjarmarknaðin.
Í hesum sambandi er Kapp
ingarráðið nú farið undir at
kanna føroyska marknaðin,
og eru tað í fyrsta lagi tríggir
spurningar, sum skulu svar
ast.
Marknaðarforðingar
hjá nýggjum aktørum
skulu lýsast - serliga við
atliti til at fáa atgongd til
at veita tænastur í hinum
norðanlondunum.
Møguleikarnir hjá nýggj
um peningastovnum at
fáa atgongd til kervið hjá
føroysku stovnunum skal
kannast.
Og at enda skal kannast
eftir, hví viðskiftafólk hjá
peningastovnunum so sjáld
an skifta veitara.
-mørk
Bankin flytir vinnulívsdeildina
Kanna kapping á fíggjarmarknaðinum
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið