Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 22. desember 2005 17 Í heyst kom nýggi Smyril loksins til landið. Einki er at ivast í, at hetta er nakað, sum suðuroyingar hava glett seg til í nógv ár. Niðanfyristandandi hugleiðing skrivaði Robert McBirnie í 2003, men enn man hon vera eins aktuel. Við loyvi frá Roberti endurprenta vit hugleiðingina Smyrils- hugleiðing Robert McBirnie Tórgrímur vaknaði tíð­liga hendan vakra fríggja­morg­ unin fyrst í Juni mánað 2008. - Tað var sólin , ið hevði vakt hann. Gardinurnar vóru alt ov ljósar , og hann hevði gloymt at hongt eitt myrkt teppi upp fyri kamarsvindeygað , sum hann plagdi at gera . – tað var vorðið nakað seint í gjárkvøldið. –Jónas og Barbara høvdu verið inni á gólvinum, og tey høvdu sitið og lagt til rættis eina vikuskiftisferð til Suð­ur­ oyar. Jónas og Barbara vóru bestu vinfólk og grannar hjá teimum báðum Elsu og Tórgrími. Tey plagdu at ferðast saman bæði utt­ anlanda og heima í Før­ oy­um. Bæði pørini vóru mitt í fjøruti-árunum, áttu tvey børn í part. Elsa og Tórgrímur 2 gentur – 19 og 21 ár , tær vóru báðar niðri og lósu ,Barbara og Jónas ein drong uppá 20, sum var til skips , og eina 18 ára gamla gntu, sum gekk í Hoydølum. Tey 4 høvdu øll verið í Suðuroynni fyrr, men tað vóru nógv ár síðan.Langt áðrenn tann nýggi Smyril var komin. – Nú høvdu tey frætt, at serliga vikuskiftistúrarnir um summarið vóru sera væl umtóktir, og tey vóru tí samd um, at hetta skuldi roynast. Tórgrímur hevði frí hend­ an fríggjadagin, og tí varð álagt honum at ringja til Strandferðsluna so tíðliga um morgunin sum gjørligt. „Tað er Strandferðslan góðan dag!“ – Kvinnurøddin var blíð og fyrikomandi, og Tórgrímur varð beinan­ vegin stillaður um til ferða­ mannadeildina. „Vit eru tvey pør, sum ætla okk­um suður við Smyrli leyg­ar­ morgunin og norður aftur leygarkvøldið. - Hvussu ligg­ ur tað fyri?“-Tann nýggja kvinnurøddin bað Tórgrím bíða eitt lítið bil , men var skjót aftur. –“Tað er gaman í! .Hava tit bil við?“ –“Nei“ –sigur Tórgrímur.-“Vit hava hoyrt , at tað ber til at leiga sær bil har suðuri , er tað ikki so?“ –“Jú,tað ber væl til. Vit hava akkurát nú eitt sera gott pakkatilboð. 2. Lat meg síggja!“ – hon rokn­ aði eitt sindur aftur og fram á telduni og kom so aftur. – “ Nú skalt tú hoyra: Ferðaseðlar aftur og fram fyri 4 vaksin, stórt morgunmatarborð við heitum rættum millum kl.10 og 12 , døgurði við tveimum rættum millum kl. 19 og 21 og leiga av bili har suðuri frá kl. 12 til 19. Alt hetta fyri bert 1400 kr. í alt. – Drykkivørur gjalda tit sjálvi!“ –legði hon aftrat. – Tórgrímur helt hetta ljóðaði frálíkt og tók av. Leygarmorgunin upprann við brennandi sól og ikki einari ond á sjónum. Fólk høvdu bestan hug at sita úti á dekkinum, men tey bæði pørini vóru svong og leitaðu sær inn í tað hugnaligu mat­stovuna, har borðreitt varð við morgunmati. Tey vístu prógv fram og vórðu sessaði við eitt borð við vind­ eygað, har tey høvdu frálíkt útsýni. Og denn matur! – hetta mátti vera tað ið amerikanar og bretar nevndu „brunch“ – altso ein blanding av breakfast og lunch. Har vóru t.d. egg av øllum sløgum. –Kókaði, stokt, røregg og s.fr. – fleiri sløg av heitum rættum og ein ørgrynna av viðskera. Tey 4 sótu og nýttu tað til fulnar. Tíðin fleyg avstað , og tey fingu akkurát tíð at fara ein túr upp á bátadekkið eina løtu, áðrenn Smyril stevndi inn eftir Tvøráfjørði. Jú, jú, ein næstan spildur­ nýggjur Toyota Corolla stóð fyri teimum á Krambatanga, og Jónas settist við rattið. – Leiðin gekk fyrst suðureftir. Heilt suður í Akraberg , har steðga varð eina løtu. Á veg norður eftir varð støðgað á í Vági til ein kaffimunn og hagani gekk so leiðin bygd úr bygd heilt norður til Sand­ víkar. Eitt satt upplivilsi , vóru tey øll samd um, tá ið tey settu kós aftur ímóti Krambatanga , har Smyril og døgurðin bíðaðu. Komin umborð, og aft­ aná at hava frískað seg upp á teimum vælútgjørdu baðirúmunum, har tú eisini kundi fáa tær eitt brúsubað ,gekk leiðin til matstovuna. Nú vóru tey svong og sera spent uppá , hvat tey fingu at eta. - Tey vóru ikki snýtt. Maturin var fyrsta floks, og vínið var ikki verri. Tey goymdu kaffi og konjakkið til tey vóru komin niður í“ koktail-barrina“ í neðra. Har var eitt orkestur farið at spæla, og fleiri vóru farin upp á gólvið at fáa sær ein „svingom“ – 3. Tað gjørdu tey bæði pørini eisini. Tey gloymdu bæði tíð og stað og hvukku við, tá Smyril slakkaði av beint uttan fyri molan. Elsa, Tórgrímur, Jónas og Barbara vóru samd um, at hetta var ikki seinasta ferð, tey gjørdu hendan túrin. Eitt vikuskifti í Juni 2008! Pakkatilboð við bili. Koktail bar og vín aftur við matinum. Soleiðis kundi framtíðin umborð á Smyrli kanska sæð út um nøkur ár