hósdagur 22. desember 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 247 - 23. desember 2005
Handil
Ingrid Bjarnastein
bjarnastein@mail.djh.dk
Fyri fimm árum síðani fór
Meiken Hammer inn á gólvið
í klædnahandlinum Sorbet í
Svendborg. Hon vildi fegin
hava eitt arbeiði. Ístaðin bjóðaði
eigarin henni eitt lærupláss, og
fyri hálvum ári síðani keypti
Meiken handilin frá gamla
eigaranum.
Talan er um ein klædnahandil,
ið selur klæðir, sum eru í dýrara
endanum av slíkum handlum.
Tað eru dygdarvørur frá
donskum, fronskum, italskum
og týskum sniðgevum, og
málbólkurin er kvinnan, ið hevur
pening og fegin vil geva eitt
sindur eyka fyri eitt dygdarplagg.
Meiken sjálv er fegin, nú hon
hevur fingið egnan handil, og
við hesum er ein gamal dreymur
gingin upp. Hon er í dag 30 ára
gomul og er upprunaliga úr Gøtu.
Meiken flutti niður til Danmarkar
fyri skjótt tíggju árum síðan, tí
hon skuldi í skúla.
Nøktandi
Tá gamli eigarin fyrr tosaði
um, at Meiken átti at yvirtikið
handilin, var plagdi Meiken at
vera afturhaldandi og siga, at tað
fór at verða tann dagin, hon vann
í Lotto.
- Men eg fór so at hugsa, at tað
kundi kanska verið stuttligt. Eg
havi altíð kunnað hugsað mær
at fingið mítt egna, so tá eg fekk
møguleikan, so helt eg, at eg
skuldi taka hann, greiðir Meiken
frá.
- Eg vildi ikki sita sum 50 ára
gomul og angra, at eg ikki gjørdi
tað. Og aftaná vit høvdu tosað
um, hvussu yvirtøkan skuldi fara
fram, og eg hevði fingið fígging
frá bankanum, keypti eg hann so.
Meiken valdi, at handilin
skuldi hava gamla navnið, Sorbet,
av tí at nógv kenna handilin
frammanundan. Av tí sama fekk
hon eisini tann fyrimunin, at
kundagrundarlagið er tað sama.
Sorbet hevur kundar úr øllum
landinum, og eisini nógvar
kundar uttanlands. Millum annað
nógvar týskarar av tí, at tað
eru fleiri, ið hava summarhús í
Svendborg-økinum.
- Tað er ein ótrúliga deilig
og nøktandi kensla at koma til
arbeiðis um morgnarnar. Tú letur
hurðina upp og hugsar, at hetta er
mítt, sigur Meiken.
Handilin liggur mitt í Svend
borg – beint við torgið. So hann
liggur væl fyri í aðrari av báðum
gongugøtunum í fjónska býnum.
Við Meiken eru tær tríggjar, ið
arbeiða har.
Framtíðin
Nú er so hálvt ár liðið, síðani
Meiken yvirtók handilin, og er
tað alt farið við, at stápla alt upp
á beinini og fáa handilin at koyra.
- Tá tað kemur til framtíðar
ætlanir, hevði eg ynskt, at
handilin vaks og gjørdist størri.
Men beint nú ræður bara um
at fáa alt at koyra so væl sum
møguligt. Eg havi ikki stórar
ætlanir beint nú. Tíðin kemur at
vísa, hvussu verður seinni, sigur
hon og vísir á, at hon leigar ein
heilan bygning, sum er í fýra
hæddum. Handilin liggur á fyrstu
hædd, og tí eru møguleikar fyri
víðkan av sjálvum handlinum
góðir.
- Eg vil bara royna at leggja
mína hond á, og fáa mítt egna
eyðkenni í handilin uttan at
oyðileggja sjálvt grundarlagið.
So fáa vit at síggja, hvussu
verður seinni.
Nú uppundir jól hevur eisini
verið úr at gera. Nógvir og langir
arbeiðsdagar. Jólahandilin hevur
tó verið eitt sindur spreiddur av tí
sama, men Meiken sigur, at hon
klagar als ikki.
Hon skal í ár halda jól í Svend
borg saman við manninum,
Rune, og hansara familju. Um alt
gongur eftir ætlan, so verða tey í
Føroyum og halda jól næsta ár.
Gøtukvinna
keypt handil
í Svendborg
30 ára gamla Meiken Hammer keypti
í summar klædnahandilin Sorbet í
Svendborg. Hon sigur, at hetta var ein
gamal dreymur, og hon ovurfegin fyri
at hava fingið føtur undir egið borð
Meiken selur dygdarvørur frá donskum, fronskum, italskum og týskum sniðgevum, og málbólkurin er kvinnan, ið
hevur pening og fegin vil geva eitt sindur eyka fyri eitt dygdarplagg
Handilin hjá Meiken, Sorbet, liggur á torginum í Svendbog