Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 246 - 22. desember 2005 Palestinar styðja al-Qaeda Nógvir palestinar fegnaðust, tá al-Qaeda søkti at World Trade Center og Pentagon fyri góðum fýra árum síðani, og alt bendir á, at teir høvdu gjørt tað sama, hevði al-Qaeda søkt at onkrum máli í USA ella Evropa nú. Ein kanning hjá norska kanningarstovninum Fafo vísir, at 65 prosent av palestinska fólkinum taka undir við, at al-Qaeda ger seg inn á mál í USA og Evropa, og 38 prosent siga seg beinleiðis vóna fleiri slíkar atsóknir. Kanningin vísir, at felagsskapurin hjá bin Laden hevur serliga stóra undirtøku í Gaza-geiranum, har heili 79 prosent av teimum spurdu siga seg taka undir við fleiri álopum á vesturlendsk mál. Fafo hevur eisini spurt palestinar, um teir taka undir við álopum á ísraelsk mál, og her er svarið minst líka greitt. 69 prosent siga, at eftir teirra tykki hevði tað verið fult lógligt, um álopini á mál í Ísrael vórðu tikin uppaftur. 50 prosent siga, at tað er rætt at brúka sjálvsmorðsatsóknir fyri at noyða ísraelsmenn at lurta, men samstundis siga heili 83 prosent av teimum spurdu, at tað tænir palestinum best at binda frið við ísraelsmenn. Burturfluttir japanar skulu heimaftur Undir kalda krígnum burturflutti norðurkoreanska fregnar­ tænastan fleiri børn og ungfólk í Japan. Tey vórðu flutt til Norðurkorea, har tey vórðu sett at læra norðurkoreanskar njósnarar japanskt mál og japanskar siðir, áðrenn hesir vórðu sendir til Japan at njósnast. Í 2002 viðgekk Norðurkorea fyri fyrstu ferð, at landið hevði burturflutt japonsk ungfólk, og síðani hevur Japan kravt at fáa at vita, hvussu mong ungfólk talan var um. Higartil hava norðurkoreonsku myndugleikarnir sagt, at talan var um 13 fólk, og fimm teirra sluppu aftur til Japan, tá japanski forsætisráðharrin, Junishiro Koizumi, var í Norðurkorea fyri trimum árum síðani. Men japanar vilja vera við, at talan var um fleiri enn tey 13, og málið stendur ovarlaga á dagsskránni, tá embætis­ menn úr teimum báðum londunum hittast til fundar í Beijing nú á jólum. Somu embætismenn hittust fyri einum mánað síðani, men tá kom einki burturúr. Tað er ikki bara Japan, sum vil hava greiði á slíkum burturflytingum. Teiland og Libanon hava eisini lagt norðurkoreonsku fregnartænastuna undir at hava burtur­ flutt ungfólk haðani undir kalda krígnum. Út í bussin at roykja Nógvir kanadiumenn vóru í øðini, tá myndugleikarnir settu teimum forboð fyri at roykja inni á vertshúsum, men nú hava vertshúsgestirnir í býnum Edmonton funnið eina loysn. Teir hava snøgt sagt leigað ein buss, sum stendur utt­an fyri vertshúsið, og tá fólk skulu festa sær í, fara tey út í bussin at roykja. Býráðið í Edmonton ætlaði at forða hesari loysnini, men noyddist at sleppa ætlanini, tí tað er eingin lóg, sum bannar fólki at roykja í einum bussi, sum stendur uttan fyri eitt vertshús. Einasta kravið er, at bussurin er í forsvarligum standi, og at hann er tryggjaður. Kanadiska roykibannið kom í gildi í summar, men tað var ikki fyrr enn í vetur, at vertshúsgestirnir máttu finna eina loysn. Tí tað er kalt í Kanada hesa tíðina á árinum, og tá er lítið hugaligt at noyðast at standa úti og roykja. Men í einum bussi er gott at sita. Hvørgin var pápin Í trý ár hevur ein maður í Noregi havt ein smádrong, og hann var ikki í iva um, at drongurin var sonur hansara og kvinnuna, sum maðurin hevði búð saman við. Men í heyst hendi tað, at ein annar maður gjørdi vart við seg. Hesin vildi vera við, at tað var hann, sum var pápi at dronginum. Har var so einki annað at gera enn at kanna drongin og báðar menninar, men nú vísti tað seg, at hvørgin teirra var pápi hansara, skrivar Aftenposten. Úrslitið var, at tann trý ára gamli drongurin bleiv fluttur á eitt barnaheim. Fleiri norskir serfrøðingar halda tað vera skeivt at taka drongin frá manninum, sum hevur havt hann. Frode Thuen, professari, sigur við NTB, at hetta málið er enn eitt dømi um, hvussu lítil rættindi maðurin hevur, tá hann og sambúgvin fara hvør til sítt. UTTAN ÚR HEIMI Sporini, sum eru funnin á botni á einum upptornaðum vatni, verða nú ferðamál Fornminni Árni Joensen fartekst@mail.dk Avstralsku fornfrøðingarnir, sum hava kannað sporini, siga, at tey stava frá stein­ aldarfólki, sum hava gingið har fyri ímillum 19.000 og 23.000 árum síðani. Í hópi­num hava verið bæði vaksin og børn og teirra mill­um ein maður, sum hev­­ur verið umleið tveir met­rar til hæddar. Tey hava gingið í leiri, og við tíðini eru fótasporini storknað og vorðin so hørð sum grót, siga fornfrøðingarnir við blaðið Sidney Morning Herald. Fyri tveimum árum síð­­ ani frættu avstralsku forn­ frøðingarnir, at ein kvinna hevði funnið eitt fótaspor einastaðni í statinum New South Wales. Nú er økið kannað, og tað vísir seg, at har eru ikki færri enn 457 fótaspor. Sporini eru tey elstu, sum er funnin í Avstralia, og myndugleikarnir hava longu gjørt av, at tey skulu vera ferðamál hjá áhugaðum ferðafólki. Fleiri republikanarar venda George W. Bush, forseta bakið, eftir at tað er komið fram, at hann loyvdi trygdartænastuni at avlurta telefon­ samrøður og at lesa teldupost hjá fólki, uttan at dómsvaldið hevði góðkent tað USA Árni Joensen fartekst@mail.dk Týsdagin fekk formaðurin í amerikanska hægstarætti, John Roberts, eitt bræv. Brævið var frá dómaranum James Robertson, sum segði frá, at hann hevði gjørt av at siga seg úr starvinum sum dómari í í tí loyniliga fregnar­ tænastu­dóm­stólinum. Tað er hesin dómstólurin, sum skal tryggja, at fregnartænastan heldur seg innan fyri lógar­ innar karmar. Sambært Wahsington Post segði James Robertson seg úr starvinum sum mótmæli ímóti, at George W. Bush, forseti, gav trygdartænastuni National Security Agency (NSA) loyvi til at lurta eftir telefonsamrøðum hjá fólki og at lesa teirra teldupost uttan at spyrja dómsvaldið fyrst. Tað var New York Times, sum avdúkaði avgerðina hjá forsetanum, og málið verður nú lýst sum ein gøla. Fleiri kongresslimir hava sagt, at forsetin breyt lógina, tá hann gav NSA loyvi at njósnast ímóti amerikonskum ríkis­ borgarum, uttan at dóms­ valdið hevði givið sítt sam­ tykki. Hjá forsetanum kemur tað serliga illa við, at fleiri leiðandi republikanarar finnast at avgerð hansara. For­maðurin í lógarnevndini, Arlen Specter, hevur sagt, at hann vil hava eina hoyring um málið í Senatinum aftan á nýggjár, og seinni hava tveir republikanskir kongresslimir sagt, at teir taka undir við demo­kratunum, sum krevja, at NSA-avgerðin hjá forset­ anum skal kannast. Tað er greitt, at forsetin er kroystur. Tað gav at bíta, tá talsmaður forsetans, Scott McClellen, helt tíðinda­fund týsdagin, og ein av tíð­inda­ monnunum endurgav tað, sum forsetin segði í einari røðu í fjør: - Hvørja ferð tú hoyrir amerikonsku stjórnina tosa um avlurting, so krev­ur tað góðkenning frá dóms­ valdinum. Hetta er ikki broytt. Tá vit tosa um at jagstra yvirgangsmenn, skulu vit hava eina góðkenning frá dóms­valdinum, áðrenn vit gera nakað, segði Bush tá. Gølan nú vísir, at Bush segði ósatt, og McClellen sýtti eisini fyri at gera nakra viðmerking til brotið úr røðuni. Stuðlarnir svíkja Bush George W. Bush, forseti, er í trongum skóm. Hansara egnu venda honum bakið Mynd: Reuters 20.000 ára gomul spor funnin í Avstralia Hóast sporini eru umleið 20.000 ára gomul, eru tey ógvuliga týðilig Mynd: Reuters