hósdagur 22. desember 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 246 - 22. desember 2005
Ov stórar portiónir
Heilsa
& lívsstílur
Heilsa
maggi@sosialurin.fo
Eldri lætna
áðrenn
alzheimer
sjúkuna
At eldri fólk uttan orsøk
fara niður í vekt, kann
vera eitt tekin um at alz
heimersjúka er á veg, vísir
ein amerikonsk kanning,
sum samstundis vísir
at sjúkan leggur á tann
partin av heilanum, sum
t.d. stýrir matarlystinum.
Tað at persónurin lætn
ar, kann koma fleiri ár
áðrenn minnið ávirkast
av sjúkuni. Granskararnir
gera samstundis vart við,
at hóast kanningin er sera
áhugaverd, er hon ikki
heilt liðug enn.
Tað eru granskarar við
Rush University Medical
Center í Chicago, ið
byggja hesa teoriina á eina
kanning av 820 rómversk-
katólskum
prestum,
nunnum og munkum,
ið vóru 75 ár og eldri.
Granskararnir fylgdu lut
takarunum í upp til 10
ár. Tey sum mistu mest
vekt, høvdu 35 prosent
størri sannlíkindi fyri at
fáa alsheimersjúkuna,
enn tey ið høvdu støðuga
vekt.
Úrslitið undirstrikar
møguleikan fyri, at sjúkan
leggur á teir partar av heil
anum, sum eru við í stýr
ingini av tí sum vit eta
og stoffskiftinum. Seinni
ávirkast eisini minnið.
Tá kanningin byrjaði,
høvdu luttakararnir eitt
BMI upp á 27,4 (hetta
verður
roknað
sum
yvirvekt). Eingir av lut
takarunum hevði diag
nosuna alzheimersjúka,
tá kanningin byrjaði, men
tá kanningin var liðug,
høvdu 151 av teimum
820 persónunum fingið
sjúkuna.
Tað er annars vanligt, at
eldri persónar fara niður í
vekt, tí at bein- og vødda
massin verður minni.
Men granskararnir tóku
eisini hesar faktorar við
í kanningina umframt
aldur, kroniskar sjúkur
og kyn. Hetta ávirkaði
als ikki úrslitið, sum
varð almannkunngjørt í
tíðarritinum Neurology.
Kelda: mozon.no
Nýggjar kanningar í USA vísa, at ov stórar
portiónir av mati føra til at børn heilt niður í tvey
ára aldur eta nógv meira enn teimum tørvar.
”Supersized” máltíðir eru vorðnar alt meira
vanligar á matstovum um alt USA. Hetta hevur
fingið granskarar at stúra fyri, at fólk fara at venja
seg til at eta alt ov stórar portiónir.
Kanningarnar vísa eisini at børn millum tvey
og níggju ár, bæði tey sum viga ov nógv og tey
við normalari vekt, eta nógv meira, tá tey sjálvi
kunnu velja sær stórar portiónir.
Kelda: Dagens Medisin
Mong foreldur halda
børn síni vera dovin,
tí tey orka ikki upp
um morgunin, men
hetta er faktiskt ein
heilt normal fasa, tey
fara ígjøgnum, sigur
professari á San Diego
School of Medicine,
við sjónvarpskanalina
ABCNews
Flestu børn treingja til mill
um 10 og 12 tímar av svøvni
um døgnið, meðan vaksin
vanliga klára seg við minni
svøvn. Skiftið frá barni til
vaksin er tí ikki so lætt hjá
øllum at takla.
Biologiska rytman í kropp
inum er við til at regulera
hvussu nógvan svøvn vit
treingja til, og nær vit verða
troytt um kvøldið. Men hend
an klokkan er ikki konstant
alt lívið.
Vit kenna øll til tann
áringar, sum spæla telduspøl
alla náttina og sova um dagin
ístaðin. Orsøkin til tað nýtist
ikki at vera dovinskapur.
Tað er soleiðis, at svøvn
rytman hjá tannáringum
broytist, meðan flestu
børn vanliga verða troytt
um nýggju- tíggjutíðina
um kvøldið, verða nógvir
tannáringar ikki troyttir
fyrr enn um eitt- ella tvey
tíðina um náttina. Men
hesi hava framvegis tørv á
sínum svøvni upp á tíggju
tímar, sigur Sonia Ancoli-
Israel, professari á San
Diego School of Medicine,
við
sjónvarpskanalina
ABCNews. Hon sigur víðari,
at mong foreldur halda børn
síni vera dovin, tí tey orka
ikki upp um morgunin,
men hetta er faktiskt ein
heilt normal fasa tey fara
ígjøgnum. Vit kalla hetta
”seinkað svøvnrytma”, tí
rytman verður seinkað í mun
til tað, vit eru von við.
Professarin viðgongur, at
hon kennir ikki til nógvar
tannáringar sum fáa sovið
tað, tey hava tørv á hvønn
dag, við tí úrsliti at tey ikki
fungera optimalt og vilja
sova allan dagin. Hetta er
ein trupulleiki hjá nógvum
tannáringum, tí tey eru ikki
væl fyri teir fyrstu skúla
tímarnar.
Trupulleikin er so mikið
stórur, at av somu orsøk
arbeiðir ein alheims rørsla
við at fáa ungdómsskúlar og
hægri skúlar at byrja seinni
um dagin.
Kelda: mozon.no
Latið tannáringarnar sova