hósdagur 22. desember 2005síða 41
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini í Hvannadali
Partur 16
Trølla
Omman
hugsar og hugsar.
Brádliga fær hon
eitt hugskot. Aftan
fyri skúrin var ein
rúgva av gomlum
hegnpelum.
- Trølla Pætur - kom
og hjálp mær við at
leggja allar hasar
pelarnir
framman
fyri skúrin.
Trølla Pætur spyr,
um tað ger nakran
mun.
- Lurta eftir ommu
og ger sum eg sigi.
Tey so gera – tey
bera
allar
hegn
pelarnir fram um
skúrin
og
leggja
teir í ein dunga. Tá
tað er gjørt, tekur
Trølla Omman eina
svávuldós úr lumm
anum og roynir at
tendra eld í tann
niðasta pelan. Tað
gongur ikki so skjótt,
sum hon ynskir, men
til endans kemur
eldur í, og lítla løtu
seinni logar. Tey
fara síðani aftur um
skúrin at bíða.
Niðri í bygdini kemur róp í.
Ein smádrongur hevur sæð,
at eldur er í skúrinum og róp
ar á politistarnar, sum júst tá
eru í ferð við at leita í einum
hoyggjhúsi eftir trøllinum.
- Tað er eldur í skúrinum
undir Stóra Hamara, rópar
smádrongurin.
Jógvan og Erling hyggja
upp á hvønn annan.
- Hetta kann ikki verða
rætt – og alt hetta hendir
jólaaftan, físir Jógvan. Kom
avstað Erling.
Teir halda avstað niðan
brekkuna. Teir renna so
skjótt, teir orka, men av tí at
kavin er tjúkkur, mugu teir
steðga av og á fyri at rinda
møðina. Tá teir eru komnir
niðan, síggja teir, at tað slett
ikki er eldur í skúrinum, men
í hegnpelunum, sum liggja
framman fyri skúrin.
- Hvør ólukkan er tað, sum
ger gjøldur burtur úr okkum,
spyr Jógvan.
Júst tá loypir Trølla Omm
an fram.
- Tað eri eg, men eg geri
ikki gjøldur burtur úr tykkum.
Eg og Trølla Pætur havi ikki
stolið jólapakkarnar, tað eru
Stampi og Anthonio, sum
eru tjóvarnir, og teir liggja
inni í skúrinum her og sova.
Jólamaðurin er eisini inni í
skúrinum.
Jógvan og Erling hava hug
at taka Trølla Ommuna, men
hon ger seg klára at renna
undan. Trølla Pætur kemur
eisini undan skúrinum.
- Tað pass ar, sum omma
sigur. Um tit fara inn í skúrin,
so finna tit út av, um vit siga
satt ella ósatt, sigur Trølla
Pætur.
Sjálvt um Jógvan og Erling
ivast í tí, sum trøllini siga, so
fara teir yvir til skúrin. Í tí teir
lata hurðina upp,
vakna Stampi og
Anthonio og stinga
høvdini upp millum
pakkarnir.
-
Í
lógarinnar
navni - tit eru her
við handtiknir, rópar
Jógvan.
- Nei, tit skulu ikki
fanga okkum, sigur
Stampi og skal gera
seg kláran at klintra
upp gjøgnum holið í
skúrinum, men júst
tá reisir jólamaðurin
seg upp og tekur í
beinini hjá Stampa,
so hann dettur.
Anthonio
roynir
at renna út millum
Jógvan og Erling,
men Jógvan stillar
seg
fyri,
so
at
Anthonio
rennur
seg beint í búkin á
Jógvan.
Jólamaðurin tekur
í nakkan á Stampa
og heldur, til Erling
og Jógvan koma og
taka hann.
Puntur 22 til
jólakalendaran