Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-22, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 2005síða 42

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 246 - 22. desember 2005 Bassi hevur verið í døpurhuga seinastu dagarnar. Hann hevði so avgjørt ætlað sær at fylgt við í kappingini í Sosial­inum, har vit hvønn dag klippa út og líma á jóla­ kalendararan, sum var í blaðnum fyri 1. desember. Men Bassi hevur ongan kalendara. Hóast hann hevur goymt øll bløðini í desember. Orsøkin er heilt einfalt hon, at Marner Jaocbsen og Bjarni Olsen, sum eru stjórar í Føroyar Sparikassa, halda kappingina vera so spennandi, at teir hava tikið sær kalendararnar, sum Bassi hevði ætlað sær. Tað var keðiligt hjá Bassa, sum hevði ynskt sær at vunnið familjuferðina til Danmarkar. So kundi hann boðið systur síni - og mammu og pápa - við á eina ógloymandi ferð til Lalandia. Men hvørji vóru nú hyggju­ ráðini hjá Bassa? Jú, hann spákaði sær miku­dagin ein túr úr Spari­ kass­anum í Miðbýnum í Havn oman í Nýggjustovu í Gongini, har annar blað­ stjórin á Sosialinum, Eirikur Lindenskov, býr fyri at biða hann geva sær ein nýggjan kalendara. Og tað var sum vera man gaman í. Bassi fekk ein nýggj­ an kalendara! Bassi hevur pikkað á dyrnar hjá Eiriki, sum er blaðstjóri á Sosialinum, fyri at spyrja, um hann kann fáa ein nýggja jólakalendara hjá Sosialinum, so hann kann vera við í kappingini Mynd: Jens Kristian Vang Marner og Bjarni tóku jóla­ kalendaran hjá Bassa