Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-22, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 2005síða 43

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 22. desember 2005 35 Bassi var fegin um at fáa ein jólakalendara, so hann eis­ini kann vera við í teirri spenn­andi kappingini í Sosialinum. Men tað er nokkso ringt hjá Bassa at halda einum saksi og klippa - fyri ikki at tala um at líma smá pappíspetti á kalendaran. Tað harmaði Bassa almikið, men ráð vóru eisini fyri tí. Í Nýggjustovu varð hann boðin innar í køkin, har børnini Anna, sum er fýra ár, og Jónas, sum er tvey ár, hjálptu honum - og tað endaði við, at allar lúkurnar frá nummar 1 til og við nummar 21 komu upp á pláss. Nú var Bassi so fegin, at hann settist at lesa allar teir 15 partarnar av søguni um jólini í Hvannadali, sum higartil eru prentaðir í Sosialinum, fyri Annu og Jónasi. Nú bíða tey - og nógv onnur børn í Føroyum - spent eftir, hvat nú fer at henda. Trølla Omman og Trølla Pætur standa enn uttan fyri skúrin hjá Leikamafinuni og vita ikki síni livandi ráð, tí tey eru rýmd undan løgregluni, sum heldur, at tað eru tey, sum hava stolið allar jólagávurnar. Men tað veit Bassi - og tað vita øll børn í Føroyum eisini - at Trølla Omman og Trølla Pætur eru púra ósek - og tað munna Erling politistur og Jógvan, yvirpolitimeistari eisini skjótt fara at sanna… Jónas og Anna hjálpa ovurfegna Bassa at klippa lúkurnar úr Sosialinum og líma á jólakalendaran. Nú kann Bassi eisini vera við í spennandi kappingini í Sosialinum Mynd: Jens Kristian Vang Anna og Jónas hjálptu Bassa at klippa og líma