Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 247 - 23. desember 2005  – Seinasti arbeiðs­ dagurin hjá lands­ stýrinum áðrenn jólaferiuna, var heldur óvanligur Arbeiðsferð Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Mikudagin hevði lands­ stýrið sín seinasta arbeiðs­ dag fyri jól. Men seinasti arbeiðsdagurin hjá lands­ stýrinum, áðrenn jóla­frí­tíð­ ina, var heldur óvan­ligur. – Vit hava av og á gjørt tað, at vit hava havt serligar arbeiðsdagar, har vit eru far­in úr okkara vanliga um­hvørv­i. Í hesum sam­bandi hava vit bæði verið á hotell­um og aðrastaðni sigur løg­maður. Hann sigur, at hesuferð fekk hann tað hugskot at leggja ein slíkan arbeiðs­ dag umborð á nýggja flagg­ skipinum hjá Strandferðsluni og øllum føroyingum, nevni­ liga Smyrli. – Eg helt, at tað var eitt gott hugskot at leggja ein slíkan arbeiðsdag umborð á Smyrli, eisini tí, at summ­ir landsstýrismenn hava ong­ antíð sæð, sigur løg­mað­ur. Hann sigur, at sum sagt so gjørt og sostatt helt lands­­stýrið sín seinasta lands­stýrisfund fyri jól í hugna­ligu fund­ar­høl­un­um um­­borð á Smyrli. Men samstundis vóru aðal­ stjórar og fulltrúðar við og tey brúktu dagin til at arbeiða við visión 2015 ætlanini hjá landsstýrinum. – Vit mugu øll sum ein ásanna, at umstøðurnar til slíkt virksemi eru av teimum bestu umborð á Smyrli. Har eru allir hentleikar til ráðstevnur og fundir, bæði talva, uppvarpari, teldustikk og anna, sum krevst. – Samstundis er tænastan umborð frálík og verður siglt um dagin, havavit eitt útsýni, sum ber av øllum. Tá ið Smyril hevði lagt at í Trongisvági, fóru tey øll eina stutta útferð kring fjørðin, har løgmaður, sum jú er tvøramaður og sostatt staðkendur, átók sær leiklutin sum ferðaleiðari og greiddi hinum frá tí, tey sóu. Løgmaður sigur, at á sjálv­ um landsstýrisfundinum var ikki nógv á skránni. Men í sambandi við 2015- visiónsætlanina, er lands­stýrið samt um, at hon skal byggja á nakrar heilt ítøkiligar grundarsteinar. – Seinastu tíðini hava vit arbeitt við at geva hesum grundarsteinunum eitt ítøki­ligt innihald og hvat mál­ið skal vera á hvørjum grundarsteini sær. Tað var hetta arbeiðið, sum helt fram umborð á Smyrli mikudagin. Løgmaður sigur, at nú er ætlanin at seta nak­r­ ar arbeiðsbólkar at lýsa ná­greini­liga, hvat málsetn­ ingurin skal verða fyri hvønn av hesum grundarsteinum. – Hetta er eitt arbeiðið, sum ætlanin er at seta ígongd beint eftir nýggjár og ætlanin er at geva arbeiðsbólkunum ein-tveir mánaðir at arbeiða í. Annars ásannar løgmaður, at talan er um víðfevnt arbeiði, men nú er komið so mikið langt, at rættilig glið skuldi komið á. Fyri ikki at gera ar­beiðs­ setningin heilt óyvir­komu­ ligan, hava vit valt okkum nakrar ávísar raðfestingar og tað eru hesar raðfestingar, sum verða grundarsteinarnar undir ætlanini. Teir grundarsteinar, sum løgmaður, hevur nevnt, at visión 2015 skal byggja á, eru hesir: Alheimsgerðin, útbúgvingarreformur, gransk­ ing og nýmenning, íverksetan og kunningar- og sam­skiftis­ tøkni og einskiljingar. Høvdu seinasta arbeiðsdagin umborð á Smyrli Á suðuroyarferðini stukku tey eisini inn á gólvið í hugnaligu pubbini í gamla kongliga handlinum á Tvøroyri. Frá vinstru sita Bárður Nielsen, Bjarni Djurholm, løgmaður og Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, og fáa sær ein kaffimunn Anna Kirstin Thomsen veit nógv um søguna hjá hesum gamla húsinum og hon er fús at greiða frá. Her fortelur hon okkurt fyri Jógvani á Lakjuni. Á myndini eru annars Bjørn Kalsø, Hans Pauli Strøm og, við nakkanum til, Petur Petersen, aðalskrivari í mentamálaráðnum Eisini hvalbingurin, Johs Joensen, brúkti høvi til at fáa eitt prát við løgmann. Tað er løgmaður, sum stendur høgrumegin