Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 247 - 23. desember 2005 Jólini Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Smá børn og stór eygu. Tað hevur verið sjónin, sum fleiri ferðir hesa vikuna hevur møtt trimum monnum, sum savna ruskposar inn fyri IRF. Av sínum eintingum hava teir keypt sær nissuklæði og hava útvegað sær karamellur frá handlum á leiðini, har teir svna ruskposar til at geva børnum. Í morgun áttu børnini í norðrara parti av Eysturoy og í Sundalagnum eysturoyar­ megin tørn. Fyrr í vikuni hava rusk- menn­inir eisini verið í Vest­ manna og í Vágum, men tann eina dagin tarnaði regn­ ið teimum. At vála í nissuklæðum í oysandi regni, er lættari sagt enn gjørt, men ein slík­an dag vitjaðu teir í staðin í barnagørðum við karamellum. Teir, sum savna inn rusk­ posar, byrja stundisliga á morgni, og tí hava teir roynt at hugt væl eftir, um onkur í húsinum hevur verið uppi, tá ið teir hava verið fram við. - Hava vit sæð onkran í vindeyganum – og børn hava verið í húsunum, hava tey vaksnu gjørt skjótt av og eru komin við børnunum, sum hava fingið karamellur frá okkum. Teir tríggir, sum savna rusk í bilinum, ið verður róptur Ryski, eru úr Funningi, Hald­ ór­svík og av Toftum. - Hetta hevur verið ógvu­ liga stuttligt, og vit hava upplivað nógv saman við børnunum. Tað hevur verið stuttligt at sæð, hvussu ov­far­in og glað børnini hava verið. Rusk-menninir siga, at tað hevur tikið einar 2-3 tímar eyka hvønn dagin at koma runt í økjunum. - Vit eru fastløntir, so hetta er farið burtur av okkara frítíð, men tað ger einki so stór, sum gleðir hjá okkum hevur verið at glett børnini. Savna ruskposar sum jól Hesa vikuna hava tríggir av monnunum, sum savna inn ruskposar fyri brennistøðina hjá IRF á Hagaleiti, verið ílætnir sum jólamenn og hava givið børnum, teir hava møtt, karamellur. – Hóast vit hava brúkt einar 2-3 tímar av okkara frítíð hvønn dagin, hevur tað verið ógvuliga stuttligt at kunnað glett børnini, siga teir Jólamaður við ruskposa og karamellum til børnini - Dagurin hevur verið einar 2-3 tímar longri, men hetta hava vit gleðiliga latið av okkara frítíð