Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 247 - 23. desember 2005  Hósdagin varð fel­ ag­ið, P/F Føroya Trol, stovnað. Parta­ peningurin er 2,3 miljónir krónur, sum er býttur millum átta partaeigarar – sjey í Føroyum og ein í Íslandi. Íslendski partaeigarin er eft­ir føroyskum mátistokki ein risi innan trolvirksemi Føroya Trol Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á fundi á skrivstovuni hjá Poul Hansen, advokati, klokkan 14 hósdagin varð felagið, P/F Føroya Trol, stovnað. Átta partaeigarar standa aftanfyri felagið, sum hevur heimstað í Vestmanna. Teir, sum eiga felagið, eru P/F Meðalsbrekka, Vest­ manna, Sp/f AHJ 2004, Tórshavn, P/F JFK, Klaksvík, H/F Hampiðjan, Reykjavík, Søren Havmand, Tórshavn, René Havmand, Tórshavn, Herman Brekku, Tórshavn og Jón Brekku, Tórshavn. Nevndin í felagnum hevur skipað seg við Helga Brekku sum nevndarformanni, Tummasi Christophersen, Hanus Hansen, Herman Brekku, Søren Havmand og einum umboði fyri H/F Hampiðjan sum nevnd­ar­ limum. Søren Havmand er settur stjóri. Tríggjar orsøkir Felagið hevur keypt ein stór­ an bygning inni á Fjørð í Vestmanna. Gólvvíddin er umleið 1900 fermetrar. Brúk verður ikki fyri øllum bygninginum beinanvegin, og tí hevur felagið gjørt av, at ein partur fyribils verð­ur leigaður út. Tað er Fiskivinnuskúlin, sum leigar hølir í bygninginum, og verður skúlin verandi har, til nýggjur skúli er bygdur. Stigtakararnir til P/F Føroya Trol siga, at tríggjar orsøkir eru til, at n‡ggja trolvirkið kom at liggja í Vestmanna. - Tummas Christophersen er sum kunnugt vest­menn­ ing­ur, og hann er sera áhug­ aður í, at virksemið økist í Vestmanna. Sjálvur eigur hann saman við øðrum fleiri trolarar. Søren Havmand og Helgi Brekku, stjóri og nevndarformaður, siga, at leitað hevur leingi verið eftir egnaðum hølum til trolvirkið. - Møguleikar vóru kanska at byggja í Havn, inni á Sundi ella í Kollafirði, men hetta tekur tíð og er kostnaðarmikið. Tá ið Tummas vísti á møgu­ leikarnar í Vestmanna, varð farið í gongd við at ogna sær eini av húsunum, sum standa inni á Fjørð. Søren og Helgi eru fegn­ir um, at tað eydnaðist Tumm­ asi at fáa fatur á ognini, sum vestmenningar kalla Snikkaravirkið. - Bygningurin vísir seg at vera væl egnaður til enda­ málið, eru teir báðir samdir um. Ein triðja orsøk til, at virk­ ið liggur í Vestmanna, siga teir báðir er, at bygdin altíð hevur verið ein trolarabygd burtur av. - Nógvir trolarar hava gjøgnum tíðirnar verið heimahoyrahoyrandi í Vestmanna, og tí eru tað nógvir vestmenningar, sum duga at fáast við trol, siga Søren og Helgi. Hampiðjan ein risi - Sum stigtakarar, eru vit fegnir um at hava fingið tveir so royndar skiparar og vinnulívsmenn, sum Tummas Christophersen og Hanus Hansen, við. Teirra royndir, bæði á sjógvi og landi, eru gull verdar fyri eitt virkið sum hetta. Annars eru allir føroyingarnir í felagnum royndir trol­menn - við undantak av nevnd­ arformanninum. Stigtakararnir siga, at ís­lendska fyritøkakan, Hampiðjan, eftir før­oysk­ um viðurskiftum er ein risafyritøka innan trol­ virkið við virksemi í fleiri londum. - Samstarvið við Ham­p­ iðj­­una letur fleiri dyr út í heimin upp fyri okkum. Fyri tað fyrsta fáa vit at­ gongd til innkeyp av rá­ vøru til sámiligar prísir, eins og vit hava fingið lyk­­ilin til úthurðina á stóru verksmiðjuni, sum Hampiðjan eigur í Litaviu – og í hesum liggja stórir møguleikar, siga stjóri og nevndarformaður í P/F Føroya Trol. Nakað av fyrireik­ing­ar­ arbeiði skal gerast í sjálvum bygninginum í Vestmanna, áðrenn virksemið byrjar, men miðjan verður eftir, at virksemið fer í gongd so smátt hálvan januar. - Fyrsta bíleggingin um at gera trol, er longu komin, siga Søren Havmand og Helgi Brekku. Íslendska Hampiðjan ein av átta partaeigar- um í P/F Føroya Trol - Samstarvið við Hampiðjuna letur fleiri dyr út í heimin upp fyri okkum. Fyri tað fyrsta fáa vit atgongd til innkeyp av rávøru til sámiligar prísir, eins og vit hava fingið lykilin til úthurðina á stóru verksmiðjuni, sum Hampiðjan eigur í Litaviu, siga stjóri og nevndarformaður í P/F Føroya Trol, Søren Havmand og Helgi Brekku Mynd: Vilmund Jacobsen lamenn Ikki øll børn eru uppi, tá ið teir koma eftir ruskposunum, men her er so ein smágenta á fótum og fær karamellur frá ruskmonnunum í nissuklæðum Teir siga, at hetta er fyrstu ferð, at teir í starvinum sum ruskinnsavnarar hava roynt seg sum jólamenn, og hetta hevur verið eitt stórt upplivilsi. - Vit hava ongantíð áður í okkara arbeiði møtt so nógv­ um fólki sum hesa vikuna. Bæði smá og stór hava tikið væl ímóti okkum – og hava verið glað fyri hetta tiltak. Ruskmenninir í Ryski ynskja at takka øllum, sum hava tikið so væl ímóti teim­ um – og teir ynskja eisini at takka teimum handlum, sum hava latið karamellurnar. - At enda ynskja vit øllum Føroya fólki eini góð og gleðilig jól og eitt eydnuríkt nýggjár, siga teir tríggir, sum Hýrurin er góður. – Tað hevur verið stuttligt at glett børnini, siga teir tríggir í bilinum, Ryski