fríggjadagur 23. desember 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 247 - 23. desember 2005
Bólkarnir á Nýggjárs
konsertini í ár eru
nýskapandi og spenn
andi, men samstundis
stór nøvn í føroyskum
tónleiki. Hetta vísir,
at eitt nýtt ættarlið er
komið til í føroyskum
tónleiki
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
2. jólakvøld skipar Kyndil
fyri árligu nýggjárskonsertini.
Aftur í ár verður talan um
nakað av tí besta innan før
oyskan tónleik. Men í ár er
samstundis talan um eina sera
nýskapandi nýggjárskonsert.
Hetta avspeglar tað, ið hendir
á føroyska tónleikapallinum,
har hópin av nýggjum bólk
um hava trinið inn á pallin
og hava vunnið sær nógvar
fjepparar. Luttakandi bólkar
eru Páll Finnur Páll, Lama
sea, SIC, The Dreams og
The Story Ends feat. The
Message. Harumframt verð
ur dansibólkurin The Black
and White Crew við og fer at
undirhalda millum orkestrini.
Nýggjárskonsert við nýggjum bólkum
Lama Sea
Lama Sea er Føroya glaðasti
bólkur. Men teir eru eisini ein
fantastiskur bólkur. Lama Sea
hava eingi miðal hampa løg.
Øll løgini eru hamrandi góð.
Løg sum “Fitti sangurin”,
“Everything I touch turns into
gold”, “He kicked my ass” og
“Woody Allen” eru so ræðuliga
fangandi og glað, at teir altíð eru
ein fantastisk uppliving. Hetta
vístu teir eisini, tá teir spældu seg
í Prix Føroyar semifinaluna og
gjørdust nummar tvey í Global
Battle Of The Bands. Teir eru
Føroya glaðasti bólkur, og tá teir
spæla kókar tað frammanfyri
pallin, tað kókar av ovfarakáti
The Story Ends feat. The Message
Navnið The Story Ends er spakuliga vorðið eitt kent navn
í føroyskum tónleiki. Hetta er ein bólkur, sum spælir
undarligan nýmótans rokk, eitt lítið sindur í stíl við Queens
of the Stone Age, tó uttan at herma. Teir hava spælt nógv
í ár, m.a. á G! og í GBOB. Gttarleikarin er garrvillur og
plagar at renna runt og líkjast einum nýggjum Angus
Young úr AC/DC. Hetta er ein øðiliga spennandi bólkur,
og teirra serligi rokkur fellur vanliga eisini væl í oyrini
hjá áskoðarunum. Á Nýggjárskonsertini verður bólkurin
onkursvegna flættaður saman við lýsingarátakinum The
Message, ið er Føroya penasti bólkur.
The Dreams
The Dreams gjørdu rættiliga vart við seg, tá teir gjørdust nummar 3
av 3.000 tónleikabólkum úr øllum Evropa í sendingini A Cut, sum
bleiv send á MTV Europe. Tey, sum valdu bólkarnar út, vóru kenda
amerikanska songkvinnan Anastasia og ein A&R umboðsmaður
hjá plátufelagnum Sony. The Dreams vóru so væl umtóktir, at
teir í januar eru bodnir yvir aftur til London at spæla eina sýnis
gluggakonsert fyri Sony og øðrum plátufeløgum. Bólkurin spælir
popp-punk, og løgini eru sera melodiøs og fangandi. Teir eru eitt sera
gjøgnumført konsept bæði tá tað snýr seg um tónleik og um útsjónd.
Páll Finnur Páll
Páll Finnur Páll eru langt síðan vorðnir fólkaogn, teir hava heilt serlig evni at skriva fangandi og
syngivið-vinarlig poppløg. Lagið “Forelskaður Sjónleikari” av fyrru fløguni hjá bólkinum er tað
størsta popp hittið í føroyskum tónleiki seinastu nógvu árini. Á nýggju fløguni hjá bólkinum,
fær rokkurin ein eitt sindur størri leiklut. Hetta klæðir tónleikinum væl. Ofta eru tekstirnir væl
hinumegin tað vanliga, og ikki alt er borðbart. Eitt nú skýrdi ummælarin hjá Sosialinum fyri
nøkrum árum síðan lagið “Blottarar” fyri at vera eitt lag, ið ongantíð átti at verið skrivað. Fleiri
tekstir hjá teimum eru so ófantaligir, at teir ikki kunnu verða spældir í føroysku loftmiðlunum.
Tað gerst so serliga langt úti, tí hesar ófantaligheitir verða bornar fram í fittum popphami.
Men Páll Finnur Páll eru altíð frálíkir á konsertum. Teir eru stutt sagt ein av bestu føroysku
tónleikabólkunum í løtuni.