fríggjadagur 23. desember 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 23. desember 2005
9
Tað verður jóladansur
við landsins bestu
tónleikarum og lags
miðum, tá Frændur
og Showmenn fara
á pallin í Mentanar
húsinum í Fuglafirði
2. jólakvøld
Tónleikur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Allir gomlu slagararnir,
fólkaognin, er á skránni, tá
Frændur 2. jólakvøld fer á
pallin í Mentanarhúsinum
í Fuglafirði. Eisini fara
Showmenn
at
spæla
bæði við og uttan kendu
klaksvíkingunum
í
Frændum.
Væl blandað
- Vit hava nógv tilfar at
velja í og kunnu blanda
kortini nokkso væl, so talan
ikki verður um endurtøkur,
sigur Steintór Rasmussen úr
Frændum.
Frændur hava ikki verið
so nógv á palli í ár, men
høvdu framførslu í Dan
mark í summar og fyrst í
desember vóru teir á palli á
Eiði og beint nú er ikki so
nógv annað á skránni, sigur
Steintór.
Hesar framførslur hava
eisini verið saman við Show
monnum og væl mannaði
bólkurin er ein styrki fyri
manningina í Frændum, sum
harvið fáa eina munandi
lættari uppgávu á palli og
eisini uttanfyri pallin, tá
showmenninir sjálvir standa
í pall ljósinum.
Showmenn teljast millum
fremstu bólkarnar í landinum
og sterka manningin og
teirra sterki kórpartur, setur
bara eyka styrki á vælkendu
Frændurslagararnar.
Showmenn hava eisini
verið í eldinum undan jól
um og hava eitt nýtt jólalag
á skránni, sum hevur verið
powerplay í ÚF í jóla
vikuni.
Tey sum hava fylgt við
hava hoyrt eina komandi
útgávu við Frændum, og
gongst sum ætlað, er hetta
ikki ómøguligt, sambært
teimum sjálvum.
Forsøla
Tað er GÍ, sum skipar fyri stóra
jóladansinum í Fuglafirði
2. jólakvøld. Aldursmarkið
er 18 ár og er ætlanin at fáa
tilkomnar lurtarar at hugna
sær við vælkendum tónum frá
Frændum og Showmonnum.
Fyrireikararnir vænta fult
Mentanarhús verður fult 2.
jólakvøld. Atgongumerkini
fáast í forsølu fyri at sleppa
undan longum bíðirøðum
og útvið helmingurin av
atgongumerkjunum er longu
seldur.
Í jólahýr við Frændum og Showmonnum
SIC
SIC er Føroya besti deyðmálmsbólkur. SIC vórðu nummar trý í The Global Battle Of The Bands herfyri,
men tað skilst, at tað einans vóru nøkur fá stig millum SIC, Lama Sea og Marius, sum vann. SIC hevur
nýliga verið á konsertferð í Íslandi og hevur verið sera virkin í heyst. Síðan SIC skiftið út í manningini í
vár, er bólkurin vorðin alsamt betur, og eru nú ein sannur veggur av deyðsmálmi. Í Mikkjal Gaard Hansen
hevur bólkurin ein tann sterkasta oddamannin í føroyskum tónleiki.
The Black & White Crew
Nýggjárskonsertin verður hildin á tveimum pallum. Hetta er gjørt
soleiðis, at sleppast skal undan keði ligum steðgum, tá pallskifti er, í
steðginum fer Hip Hop dansibólkurin The Black & White Crew at
undirhalda á minna pallinum, meðan tónleikabólkarnir gera klárt á
stóra pallinum.
Black & White Crew hevur gjørt vart við seg á Árins Songrødd,
Summarfestivalinum og Náttin er Ung. Hetta eru tríggjar gentur, ið
dáma at dansa og hava funnið saman og stovnað dansibólkin. Fer kom
á dansibólkin, tá tær dansaðu á dansigólvinum á einum DJ tiltakið.
Ein av fyrireikarunum sá tær og bjóðaði teimum upp á pallin at dansa,
síðan tá hava tær ongantíð hugt afturum seg.