Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 247 - 23. desember 2005 Vit eru í ársins myrkastu tíð. Í hesi ársins myrkastu tíð koma jólini og boða um ljós og vónir. Á jólum ljóðar tann besti og vakrasti boðskapur, ið nakrantíð er boðaður mannaættini: ”Friður á jørð og í menniskjum góður tokki.”. Tað, sum hendi í fjósinum í Betlehem fyri meira enn 2000 árum síðan, var ein tann størsta hending í søguni. Barnið, sum varð føtt í fjósi og lagt í eina krubbu. Hetta var ein hending, sum broytti heimin og sum broytti fortreytirnar fyri hesum at vera menniskja. Mannaættini varð givin hin livandi vónin, sum ongantíð brestur. Á jólum eru vit saman við skyldfólki og vinum, og vit gleðast yvir at kunna halda jól saman við okkara kæru. Og vit minnast tey av okkara, sum eru farin og ikki longur eru okkara millum. Hetta er vakurt og gott. Jólini eru fram um alt barnanna hátíð. Børnini gleðast allan desembur mánað til jólini, og vit, sum eru komin upp í árini, gleðast við teimum. Lat so vera, at jólini eru merkt av nógvum vasi og ikki sørt av strongd. Hetta kann tó ikki og eigur tó ikki at køva jólagleðina hvørki hjá børnum ella vaksnum. Vit kunnu nýta jólahátíðina til at fegnast um og verða takksom fyri, at vit liva í einum landi við friði og stórum persónligum frælsi. Tað eru minni enn so øll menniskju úti í heimi, ið eru eins heppin og vit. Okkara tankar eiga eisini at leita til hesi okkara medmenniskju um jólini og eiga vit at halda fram við at sýna tað hjálpsemi og tann altjóða samhuga, sum vit føroyingar eru vorðnir kendir fyri. Klandur og stríð eyðkenna heimin í dag, og kríggj og yvirgangur eru dagligur kostur víða hvar. Teir, ið ráða fyri borgum í heimsins stórveldum eru ikki sinnaðir at loysa trætur og trupulleikar við politiskum amboðum. Í staðin verður tikið til vápnini, og konfliktirnar verða loystar við valdi í staðin fyri við friðarligum og siviliseraðum samskifti. Okkara lítla verð hevur nakað av tí sama: tónalagið á tingi er persónligt, óneyðuga harðligt og ósemjiligt. Hetta er ikki gott fyri fólkaræðið, ið byggir á sínamillum virðing og á virðing fyri annans sjónarmiðum. Kanska kundu tingmenn nýtt jóladagarnar til at umhugsa, hvussu teir kunnu vera við til at hækka støðið á orðaskiftinum. Tað ber annars longu nú móti ljósari tíðum og við ljósinum koma vónir og lív. Føroyar eru eitt land við ríkum møguleikum. Her býr eitt raskt og vælútbúgvið fólk, so vit skuldu havt allar møguleikar fyri at kunna skapa og menna eitt samfelag, har fá hava ov mikið og færri ov lítið. Hetta er nakað øll eiga at hugsa um og serstakliga at umhugsa, hvussu hvør í sínum lagi kann gera sítt til, at Føroyar gerast eitt enn betri land at liva í. Alt hetta kunnu vit nýta jóladagarnar til at hugsa um. Við hesum fara vit at ynskja lesarum okkara, viðskiftafyritøkum og øllum Føroya fólki eini gleðilig jól. DAGSINS MEINING Sosialurin Ljós og vónir í myrkari tíð VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Joen Peter Petersen Skálavík Góði Emil! Tá eg læs greinina hjá tær, tú hevði í Dimmalætting mána­dagin 19. desember um fráfarandi venjaran hjá B71 og nýggja venjaran hjá VB/Sumba, Ole Andersen, stúrsaði eg við, tá eg sá teg nevna navnið á ávísum B71 leikara og síðani segði: »At ganga fullur beint áðrenn ein so týðandi dyst sum eina hálvfinalu í kappingini um løgmanssteypið hoyrir ongastaðni heima, og tíverri ávirkaði hetta eisini restina av hópinum, sigur Ole And­ersen, sum nú eisini iðrar seg um, at hann ikki tveitti teir sonevnt óseriøsu leikararnar av liðnum bein­an­ vegin«.(sitat endað) Hetta haldi eg er at ganga einum ungum leikara ov nær, hóast tú óivað fert at skjóta skuldina frá tær, við at siga, at tað var Ole Andersen, sum átti orðini. Men tað ber til at redigera nøvn burtur og siga t. d. »leikari«, ístaðin fyri navnið á ávísum persóni. Tí hóast tað sjálvsagt ikki er rætt at smakka sær á áðrenn dyst, so er hetta hvørki fyrstu ella seinastu ferð at slíkt er hent ella fer at henda. Men hvussu ofta síggja vit nøvnini á teimum leikarunum prentað í Dimmalætting? Tú kundi eisini farið eina rundferð í feløgunum í For­ mula deildini og fingið nøkur nøvn á drykkjukíkum haðani at prenta í Dimmalætting. Tó haldi eg ikki at slík »gølu­ skriving« sømir seg okkara lítla landi. Sjálvt ikki navnin úr Lønnibergi hevði verið so naskur, haldi eg. Eg vil hervið ynskja B71 góðan byr í komandi ári. Drívið á dreingir, og ikki drekka undan einum dysti; tað lønar seg ikki. Og eg vóni, at tit finna ein seriøsan venjara. Gleðilig jól og eydnu­ berandi nýggjár. Við ítróttakvøðu! Bill Justinussen Jenis av Rana f.Miðflokkin á Løgtingi 20.12.05 Mikudagin í farnu viku tók Løgtingið týdningarmikla avgerð á tryggum demo­krat­ iskum grundarlagi- 20 av 32 tinglimum atkvøddu fyri at virða ávísan minnilutabólk á jøvnum fóti við onnur. Annan dagin eftir ráddi hægsta vald landsins- for­ mansskapur Løgtingsins- eftir somu demokratisku manna­gong, løgtingsfólki til ikki at viðtaka eitt broyt­ ingaruppskot frá løgtings­ nevnd. Longu sama seinnapart undirgravaði løgmaður av­gerð formansskapsins- og harvið demokratiið. Uttan iva er hetta álvarsligasta álop, ið gjørt er á føroyskt fólka­ræði, ein avgerð, ið má rættast, um vit framyvir skulu roknast millum lond, ið byggja á fólkaræði. Verri er, at sami løg­mað­ ur, saman við ídnum fjøl­ miðlafólkum og ivasomum útlendingum, nú dag um dag roynir at lítisvirða avgerðir løgtingsins í máli teirra homo­sexuellu. Fjølmiðlafólk áttu at skamm­ast og løgmaður at lært seg at virða tað Løgting, sum á fult demokratiskan hátt røkir ta skyldu, sum stór­ ur meiriluti av Føroya fólki hevur valt hesi at røkja. Dekan ov naskur, Emil L. Jacobsen Yvirlýsing frá Miðflokkinum