Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 247 - 23. desember 2005 UMMÆLI Malan Marnersdóttir Carl Jóhan Jensen gjørdi hybris, tá ið hann ósmæðin læt kunngera um alt landið, at bók­in hann hevur skrivað, er “Týdningarmesta prosaverk í føroyskum bókmentum tey seinastu tretivu, fjøruti árini”. Tað er ivaleyst við beráddum hugi, at hann hevur lagt eitt 10 ára skotbrá inn í hesa sjálvs­metingina. Tað lovar nøkrum av hinum høvuðsverkunum upp í part. Men hvussu við eitt nú Reglum. Eitt brotsverk frá 1994? Frálík bók Men Ósøgur um djevulskap er ein frálík bók. Hon for­ telur langar og sera fløktar søgur um fólk, sum liva uppi í eini fiktivari bygd í Gásadali. Bókin tekur við ein ávísan dag í 1969, men nakrir tilburðir fara fram í 1923 og annars fer frá­søgnin eina langa leið aftur 1860- og 70’ini, yvir til Íslands og suður í Mið­ evropa, inn í innasta kviðin á søgupersónunum og teimum, sum teir hitta á drúgvu leiðini niðan í Dalin. Alt kann verða og verður for­­talt í hesum fiktiva heiminum, hvussu fólk missa lívið, verða pínd, hava ilt av fretstingi – tey prump­a illa í hesum ósøgunum, tey girnast o.s.fr. Her eru afturljóð frá víðagitnu lýsingini av Bloom í nátthúsinum og frá Penelope kapitlinum um Molly í skaldsøguni Ulysses eftir James Joyce. Her eru harum­framt heils­ur til Niels Lyhne eftir J. P. Jacobsen, til “Skuggan” hjá H. C. Andersen og til Faust-motivið í evropeiskum bókmentum. Teksturin skiftir millum frásøgn, sálarfrásøgn, eitt sindur av samrøðu og so óveruliga, surrealistiska ella dreymakenda frá­søgn. Málsligt ríkidømi Ósøgur um djevulskap eru málsliga sermerktar, hóast tær als ikki eru so tor­skildar sum Carl Jóhan ber orð fyri at vera. Eyðkent fyri mál­ burð er, at tær vanligastu mál­ iskurnar og orðini sum heild ofta eru útihýst, í staðin er granna­orðið ella granna­ mál­iskan valt. Tað ger ikki tekstin er óskillig­an, men øðrvísi og stundum torføran. Afturfyri liggur fongurin júst her – tú uppdagar rætt og slætt eitt ónýtt ella lítið nýtt ríkidømi, sum opnar dyr í huganum. Málburðurin kemur ikki óvart á nakran, tí Carl Jóhan hevur greitt frá hesum m.a. í Brá 13/14, har hann segði seg vilja yrkja seg undan tí málsliga sjálvsagda, leggja afturat og víðka lívstil­vitið hjá sær og lesarunum, “sum hava dirvi til at fara í holt við hann”. Eitt ávíst slag av endur­ tøkum eru sermerktar og talumálsligar í hesum sera skrift­máls­liga høpi: “Eg spurdi, hvagar skipið fór, spurdi eg á týskum” og “Gud gjørdi hann haltan, gjørdi Gud Abraham”. Onk­ rar íslendskar máliskur eru, eitt nú um klokkutíðir sum “klokkan var langt gingin í trý”. Og nú tíð er nevnd: Tíðin í søgu­um­hvørv­inum líður ómetaliga seint í hesi bók. Síðurnar 11-95 ganga bara 18 minuttir í søgu­um­ hvørvinum! Summir samanburðir bera av og eru groteskir. Ein mað­ ur verður eyknevndur “loð­ bressan” (t.e. eitt blómu­ fluguslag), tí “hann surraði (...) og hartil [var] loðin sum ein køkuleivd avtakin í flugum”. Og júst groteska er eitt, sum eyð­kennir stíl og evni – lagnurnar og lýsing­ arnar eru groteskar. Gera av, leggja dent á kropsligar funktiónir og útskiljingar. Hinvegin eru góðska og tokki ikki tað, sum eyðkennir hetta skaldsliga umhvørvi. Soleiðis er verðin, siga mong, ógóðslig – kanska eru Ósøgurnar í so máta bara ­realistiskar. Tvær í einari Í Ósøgunum eru eingi sitat sum í Rúm, men har er fult av fót­­­­­­not­um. Tað er ikki serliga skalds­ligt, fót­notur plaga at vera í rit­gerð­um, leikum sum lærdum. Tað er ikki Carl Jóhan sum hevur uppfunnið tað. Eitt nú Jan Kjærstad hevur notur í summ­um bókum. Tí eru tvey frásøgufólk eru í Ósøg­unum. Annað hev­ur valdið í tekstin­um, hitt í notunum. Men frá­søgu­­­­­­ fólkið í notun­um avdúkar í heilum, at frá­søgu­fólkið í tekst­inum lýgur og fortelur so ta røttu søguna, sigur tað. Á tann hátt fáast tvær søgur um fólkini, ið verða sett á skaldsøgupallin. Báðar tykjast vera sann­søgu­ligar. Notusøgurnar skjalfesta har­ afturat upplýs­ingarnar um fólkini við tilvísingum til upp­slags­bøkur sum Lærara­ fólk í Føroyum og Siglingar­ søguna. Men heldur ikki tað er eftirfarandi. Lærara­fólk í Før­oyum kom ikki út í 1995 og eingin eitur soleiðis í henni, sum Ósøg­urnar vilja vera við. Eingin bók hjá J. P. Joensen eitur Slupur og sluppir, og einki bind 17 er komið enn í røðini Føroya sigl­ing­a­r­søgu. Skjalfestingin og próvførslan eru tískil mangan falskar og avbyggja tekstin – dekonstruera hann. Men ikki altíð. Tí eitt nú æt amt­mað­urin í 1860-unum veru­liga P. Holten. Røttu upplýsingarnar um fólk og viðurskifti tryggja sambandið við veruleikan, sum er eitt skaldsøgueyðkenni. Einastaðni bera Ósøgurnar rigningin umborð á einum skipi saman við ein málning, sum kallast Titus oyðileggur Jerusalem hjá einum W. von Kaulbach. Hesin máln­ingur er til og finst lættliga á alneti­ num. Í hesum førinum kann lesarin fáa sjón fyri søgn fyri, hvussu myndandi sinn­ ið í tekstinum virkar. Tað er flott! Skaldsøga Lesarin kann við øðrum orð­ um ikki kenna seg tryggan í hesi bókini, og hon er ein lesaraavbjóðing. Tað er í hes­um frásagnarspølunum skemtið í bókini fyri ein stóran part býr. Tað pseudo­ vísinda­liga lagi speirekur yrkisbókmentirnar, eitt nú tær sum leggur stóran dent á persóns­upp­lýs­ingar og keldu­ávísingar. Ósamsvarið millum tær at síggja til sannsøgligu upp­lýs­ ing­arnar og avnoktanin bæði hjá frásøgnini sjálvari og hjá lesaranum vísa til tað fiktiva í Ósøg­un­um um djevul­skap: Tær eru íspunnar úr enda í annan. Í so máta er hetta ein skaldsøga, hóast tað onga­staðni stendur. Søgu­ per­­sónarnir eru aðrir enn teir fyrst verða sagdir at vera, teir skifta navn og samleika gjøgnum lív og ferðir. Og í grundini, gera mong ikki tað? Týdningur Tann sum fremur hybris verður raktur av nemesis: Eg haldi, at Ósøg­ur um djevul­skap kundu væl verið styttri. Eitt nú tær fyrstu hundrað síðurnar og 15 parta langa ævintýrið hjá Peter Schlemihl. Hvønn týdning bókin hev­ur? Tað er ikki einfalt at svara, tí skald­skapur kann ikki og eigur ikki at verða ‘umsettur’ til eina einfalda meining ella ein lætt fati­ ligan boðskap. Skald­­skapur er júst “ógreiniligur”. Og tað er Ó. Tak bara bókaheitið. Á tittulblaðnum stendur: Ó- søgur um djevulskap Upplisið hoyrast bindistrikan og reglubrotið ikki. Djevul­ skap kenna tey flestu iva­ leyst, men ósøgur? Akkurát hvussu týdn­ing­ armikil bókin er, fer tíðin at vísa. Nú er ið hvussu er at stað­festa, at Ósøgur um djevul­skap av sonnum er ein góð bók, stak áhugaverd, samansett og ein spenn­andi avbjóðing at lesa. Frálík lesaraavbjóðing Ósøgur um djevulskap Lesarin kann ikki kenna seg tryggan í hesi bókini, og hon er ein lesaraavbjóðing. Tað er í hes­um frásagnarspølunum skemtið í bókini fyri ein stóran part býr, sigur Malan Marnersdóttir m.a. í ummælinum