Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 247 - 23. desember 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tollaksmessudag, fríggja­ dagin 23. desember, sum er í dag, verður Jóannes Tollakur Djurhuus í Havn 60 ár. Hann hevur í mong ár arbeitt á Skúlabókagrunninum. Tollakur, sum er upp­ kall­aður eftir føðingar­deg­ num, er ættaður úr Vági. Foreldrini vóru Katrina, fødd Mortenssen og ættað úr Øravík, og Johan O. Djur­ huus. Tollakur vaks upp í Tippinum í Vági. Pápin var lærari í Vági frá 1931 og fram til 1972. Tá ið hann fór úr starvi, hevði hann verið skúlastjóri síðani 1936. Katrina og Johan Djurhuus fingu tvey børn. Tollakur eigur eina systir. Hon eitur Ása Djurhuus. Hon býr eis­ ini í Havnini og er gift við Sigmundi Poulsen. Johan var føddur 20. juli í 1904 og doyði 17. januar í 1987. Katrina var fødd 12. mars í 1915 og doyði 15. august í 1999. Tollakur leyk matematiskt studentsprógv í Hoydølum í 1965. Hann búði niðri í fleiri ár og arbeiddi eitt nú á Carlsberg og á skrivstovuni hjá telefonfelagnum KTAS. Seinastu fjórðingsøldina ella so hevur hann arbeitt á Føroya Skúlabókagrunni. Tá ið hann varð settur í starv har, var hann í fleiri ár einsamallur á skrivstovuni og arbeiddi saman við nevnd­ ini, ið var mannað við lærara­ fólk­um Nú eru tey betri mann­að, og á heimasíðuni hjá grunninum verður sagt, at Tollakur er forlagsfólk. Tað vil eitt nú siga, at hann greiðir handrit til prentingar og harvið samskiftir nógv við prentsmiðjurnar. Har bøk­urnar verða settar upp og prentaðar, verður tað sagt um Tollak, at hann er álítandi, nágreiniligur og hug­flogsríkur. Sum ungur var Tollakur nakrar túrar á sild við sluppunum City of Norwich og Havgásini, sum royndu við gørnum. Hetta var end­ in á fiskarínum eftir Norð­ havssildini, sum føroyingar í nøkur ár høvdu fingið nógv burturúr. Í 1964 rokaðust teir, í 1965 var væl minni at fáa, og í 1966 bóru teir ongantíð við. Síðani er atlantisk skandi­naviski sildastovnurin ongantíð rættuliga komin fyri seg aftur. Tollakur er sera hugna­ ligur, fyrikomandi og sátt­ ligur. Hann er innarlaga í sam­felagsviðurskiftum, fylgir væl við í tíðindunum bæði burturi og heima, og hann er góður eygleiðari. Før­oyska málið er hann ógvu­­liga góður við og stinn­ur í. Tá ið vágbingar spæla fótbólt í Gundadali, er Tollakur altíð millum áskoð­ararnar, og sum so mang­ir aðrir bygdarmenn í høvuðsstaðnum tekur hann á við B36. Tollakur er giftur við Kar­ ini, sum er fødd Olsen og ættað úr Havnini. Tey eiga hugnaligt heim á Ovara Ternuryggi. Børnini hjá Kar­ ini og Tollaki eru Jóanna, sum er fødd í 1976, og Birgir, sum er føddur í 1979. Føðingardagin held­ur Tollak­ur í Sjónleikara­hús­i­ num. Har eru øll væl kom­ in frá klokkan 19 fríggja­ kvøldið. Sambandið við Sjónleikarahúsið er gamalt í familjuni hjá Karini. Pápi hennara, Jacob Olsen, van­ liga nevndur Zahle, var í fleiri ár formaður í Havnar Sjónleikarafelag. J Tollakur Djurhuus 60 ár Ester Davidsen, Æðu­ vík, andaðist á Eyst­ur­ oyar Røktar og ellis­ heimi 20. desember 82 ára gomul. Kistan fer av Røktarheiminum í Runavík hóskvøldið kl. 19. Jarðarferðin verður úr Nes kirkju fríggjadagin kl. 13.00. Tey ið vilja minn­ast Ester kunnu lata eina peningagávu til Før­ oya felag móti Krabba­ meini. Konto í pen­ ingastovnunum. Kistan við Jens Christ­ ian Dam, ættaður úr Tórs­ havn, búsitandi í Kald­ bak fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum í dag klokkan 17 í Vest­ urkirkjuna. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni Tollaks­ messudag klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Jens Christian kunnu lata eina gávu til Leguhúsið í Nesvík. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður at góða mamma, omma og systir okkara Gunvør Petersen ættað úr Puntabyrgi í Trongisvági búsitandi í Keypmannahavn andaðist á Ríkishospitalinum 19. desember, 70 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Filipskirkjuni, Kastrupvej 57, Amager, mikudagin 28. desember kl. 11.00. Fyri tey avvarðandi Svend og Lena Hansa, Kalle, Edward og Finn Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at okkara elskaði sonur, beiggi og mammubeiggi Páll Poulsen Argir andaðist sunnudagin 18. desember, 48 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Hebron á Argjum mikudagin 28. desember kl. 13.00. Mariel Maria, Ásla og Bjørg Tey, ið vilja minnast Páll, kunnu lata eina gávu til Hebron á Argjum, konto í Føroya Sparikassa. Mikudagin 21. desember fylti Ingi Gunnarsson í Hoy­ vík 50 ár. Ingi er havnarmaður. Liðugur við realskúlan fór hann til skips og sigldi við nótabátinum Krúnborg í trý ár, áðrenn hann fór til Ís­lands í 1976 at ganga á fiskivinnuskúla, har hann tók útbúgving sum fiski­ vinnuatstøðingur í 1979. Í 1982 tó hann hægri hand­ilsskúlaprógv (HH), og síðan hevur hann ar­beitt sum sølumaður hjá ym­isk­um fyri­ tøkum. Hann arbeiddi t.d. hjá Kaj Andreasen, Atlas-búðini, Køksmiðstøðini og hjá elektronikkfyritøkuni Datro­ nik. Hann var sølumaður hjá Landshandlinum í 10 ár. Í dag arbeiðir hann sum sølumaður hjá P/F Poul Michelsen heilsølu í Havn. Ingi hevur stóran áhuga fyri ferðslutrygd, og herfyri varð hann kosin ”Ferðsluvinur nr. 1” á einum átakið hjá Ferðslutrygd í SMS. Síðan 2000 hevur hann skipað fyri minningardegi teirra deyðu í ferðsluni hvønn fyrsta sunnudag í juli mánað. Ingi er sonur Jørghild, f. Thomsen, úr Syðrugøtu, og Ingolf Gunnarsson úr Vági. Hann er giftur Unu Onghamar úr Havn, børnini eru Hallur og Bogi. Føðingardagin var Ingi burturstaddur. Ferðsluvinur fylt fimmti