Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 247 - 23. desember 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Hóast drúgva sjúkralegu, so kom tað okkum dátt við at fáa seinastu boðini um okkara vin og arbeiðsfelaga, Jákup Paula Sundskarð. Jákup Pauli vaks upp á Vágs­heyg­ num og kom seinni at seta búgv nakað ovari, á Hálvmørkini. Sum aðrir dreingir har um kring, so hevði hann nógvar góðar løtur á Víkini, í bønum og haganum. Vit minnast hann sum KÌ-leikara og seinni sum ein trúgvan ákoðara og innkrevjara hjá barndómsfelagnum. Jákup Pauli hevði tíðliga stóran alsk til handverkið. Sum 17 ára gam­al kom hann í snikk­ara­læru hjá Hans í Mið­vági. Við sínum nátúr­ liga nær­lagni og myndug­leika var hann frá byrjan av ein virdur hand­ verkari. Næsta stigið hjá Jákup Paula var at fara undir eina útbúgving inn­an byggilist. Í 1974 varð hann bygn­ingskonstruktørur frá BTH í Horsens. Við sínum handaliga- og bókliga førleika hevði Jákup Pauli eina sera góða barlast í handverks- og byggi­ vinnuni. Eftir honum standa mangir bygningsvarðar.Vit hava ikki tal á teimum mongu sethúsunum, sum hann hevur konstruera og hartil hev­ur hann verið bygningseftirlit í útbyggingini av Tekniska Skúla og í fleiri stórum byggjaríum hjá JFK her í býnum. Jákup Pauli kom í fast starv á Tekn­iska Skúla í Klaksvík 1. oktober 1976. Her hevur hann verið krum­ tappurin innan timbur- og snikk­ara­ yrki. Við sínum kveikjandi undir­ vísingarhátti hevur hann saman við sín­um lærlingum, SIT- og HT- næm­ingum skapt óteljandi perlur á verkstaðnum. Altíð hevur hann lagt seg í selarnar - at taka nýggjar avbjóðingar og seta nýggj og hægri mál. Vildi altíð menna undir­vísingina, betra umstøðurnar og útgerðina. Hansara leikpallur, verk­ staðið, ber av vitjandi orð fyri at vera eitt tað besta í ríkinum. Tað er ikki av tilvild, tí hann hevði sjáldsamt eyga fyri loysa uppgávurnar á einfaldan og rationellan hátt. Sum úrslit av hesum hugburði­ num fór deildin saman við kvøld­ skúlaskipanini undir dreygiskeið. Hesi hava nú í fleiri ár verið nógv eftirspurd. Umframt vetrarskeiðini hevur Jákup Pauli eisini tikið stig til vikuskeið á sumri. Her hava verið luttakarar kring alt landið, og sum íblástur hava verið úrmælingar innan dreyging - bæði danir og normenn. Jákup Pauli hevði stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum. Hevði sínar meiningar í kjakinum og hevur verið ein av høvuðspersónunum inn­an tekniska lærarafelagið. Her hevði hann holla vitan og var altíð tann í fann tær praktisku loysnirnar - bæði fyri skúlan og felagið. Fyri arbeiðsplássið var hann ein undan­ gongumaður. Altíð loyalur. - Helt seg til, “at kjakið er innanveggja og úteftir standa vit saman”. Í juni 2004, beint áðrenn Ják­up Pauli fekk ófrætta boð, var hátíðar­ hald á skúlanum. Seks av starvs­ fólkunum vóru farin um sín 25 ára starvsdag. Nú Jákup Pauli fór higani hevði, hann tænt skúlanum í samfull 30 ár. Tað arbeiðið hann hevur lagt eftir seg her, er ómøguligt hjá okkum at gera upp í versligum virðum. Hetta síggja vit best í tí tómrúminum, sum liggur eftir síðan hann legði árarnar frá sær. Men eins og hansara kærastu, eiga vit óteljandi ríkar løtur á skúlanum og á útferðum í haga og við báti. Vit eru takksom fyri at okkum unntist at kenna teg og arbeiða saman við tær - æra verið títt minni! Heilsan, Starvsfólkið á Tekniska Skúla í Klaksvík Til minnis um Jákup Paula Sundsskarð Føðingar 2. oktober fekk Jonas eina lítlasystir, ið eitur Frida Dalum Ellef­sen. Foreldur teirra eita Birgitte og Gunnar Sonni Dalum Ellefsen, og HER búgva tey øll í Aarhus. 12. desember fingu Aleth N. Lamhauge og Steingrím H. Mikkelsen, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3650 gr. 15. desember fingu Fríðgerð í Soylu og Jens Petur Selfoss, Sørvágur, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 3300 gr. 16. desember fingu Kristin Eliasen og Allan Dybczak, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3900 gr. 16. desember fingu Gunnvá Staksberg og Hans Egholm, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 45 cm. long og vigaði 2200 gr. 17. desember fingu Judith Joensen og Dánjal P. Olsen, Hósvík, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3250 gr. 17. desember fingu Katrin og Kári Næss, Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4100 gr. 18. desember fingu Helen og Heri Pállsson, Syðrugøta, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4400 gr. 18. desember fekk Anita Johansen, Sandavágur, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3700 gr. 19. desember fingu Annika Soll og Ingálvur Johannesen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 3700 gr. 20. desember fingu May-Britt og Jens Martin Knudsen, Saltangará, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 2875 gr. 16. desember fingu Stine Ulsøe, Svendborg og Petur Weihe Dalsgaard, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3900 gr. 24. desember. Ádam. Eftir bíbliuni fyrsti maður (1.Mós. 2-5). Navnið er helst sett til jólaaftan sum mótsetningur til Kristus, hin annan Ádam, dagin eftir. Navnið merkir maður og menniskja, er gjørt eftir orði, ið merkir jørð ella akurjørð. 25. desember. Jóladagur. Tað var í fjórðu øld, at teir samdust um at taka 25. desember til føðingardag Jesu. Annars hava teir víst á, at eftir ymiskum søguligum hendingum og persónum er Jesus føddur eini 7 ár fyri okkara tíðarrokning. Tað er líkt til, at teir hava valt henda dagin sum ein mótsetning til tær heidnu háveturs- og sólkomuveitslurnar, sum hildnar vórðu um hetta mundið. Hjá Norðbúgvum hevur hetta svarað aftur, og tann kristna høgtíðin er komin í staðin fyri tað gamla heidna jólahaldið. 26. desember. 2. jóladagur. Stefan. Hildin til minnis um fyrsta kristna pínsluváttin (Ápostlasøgan kap. 7). Grikska navni Stephano merkir heiðurskransur og krúna. 27. desember. Jóhannes evangelistur. Ápostulin og evangel­ isturin prædikaði eftir at ápostlarnir skiltust í Lítluásiu. Hann livdi eina tíð í Efesus. Á oynni Patmos skrivaði hann Opinberingina. Halgisøgan sigur, at hann doyði í Róm á 90 ára føðingardegi sínum 27. desember. Joannes er grikst navn eftir tí hebráiska Johanan, sum merkir Harrin er náðigur. 28. desember. Barnadagur. Hildin til minnis um tey sakleysu børnini, sum Heródes læt myrða (Matt. 2, 16-18). Dagurin verður eisini róptur burnamanshalgi, men vit vita einki um nakað halgimenni við tí navninum. Tað kann vera, at óvættið í donsku vísuni Burmand holder i fjældet ud (føroyingar kvóðu Burnamann) hevur verið sett í samband við barnamorðaran Heródes. Heitið -halgi hevur ongan kirkjuligan ella bíbilskan týdning, men er bara sett á dagin, av tí at hann hevði hesa serstøðu í álmanakkanum; á sama hátt sum t.d. leypársmessa ella veðurlambsmessa. Gamalt var, at stjørnuhalgi varð hildin til tjúgunda dag, 13. januar. Dagurin Tað var 1. september 2004 at Eirik Suni Danielsen í Havn saman við øðrum yvirtók gistingarhúsið Gjáargarð við Gjógv. Eirik Suni er sjálvur dag­ ligur leiðari á Gjáragarði. Hann sigur, nú meira enn eitt ár er farið, síðan tey yvir­ tóku Gjáargarð, at tað hevur gingið væl. Nógv virksemi hevur verið alla tíðina. Í summ­ar vóru nógv ferðafólk og vitjaði, bæði útlends og føroysk. Annars koma nógvir bólkar á vitjan, alt frá barnagørðum til bindiklubbar. Eisini hava nógvar føroyskar fyritøkur havt skeiðvirksemi í væl egn­ aðu hølunum, ið eru gjørd til endamálið. Í jólamánaðinum hevur eisini verið rættuliga fitt at gjørt. Eirik Suni sigur, at Gjáar­ garður hevur verið ein rættu­liga stór og spennandi avbjóðing, men hann ivast onga løtu í, at tað var ein røtt avgerð. Eirik Suni Danielsen hevur nú verið dagligur leiðari á Gjáargarði í meira enn eitt ár. Hann letur væl at gongdini Mynd: Magnus Gunnarsson Nógv virksemi á Gjáargarði