Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 247 - 23. desember 2005 Verkevnisvika – frá 15. til 21. desember Jólaheilsan Hesar dagar hevur verk­evn­­ isvika verið á Mið­náms­ skúlanum í Suður­oy. Lykla­ orðini vóru kreativi­tetur og inn ovatión – hvussu vit kunn u menn a oynn a. Næmingarnir vórðu býttir í 10 bólkar, ið arbeiða við ymiskum evnum og arbeiðshættum, t.d arbeiða næmingarnir við evnum sum t.d.: Suðuroyarætlanin, sniðgeving, journalistikk ur, listarligt umhvørvi, leikur og gykl, alternativ orka, tekn ing og list, filmur, spøl/folklore og bókmentaverkstaður. Tað er við at gerast siðvenja, at vit á Miðnámsskúlanum enda árið við eini evnisviku. At næmingar tvørturum flokk smørk velja eitt evnis­øki, ið er nakað heilt ann að enn tað, ið regluligi skúladagurin bjóðar. Eina tílíka viku koma nýgg­ir eginleikar og evni á dags­ skránn a - skapanarkreftir, ið ikk i vanliga síggja dagsins ljós. Vikan endaði mikudagin 21. við framløgum. Ótrúligt, so nógv kann spyrjast burtur úr so fáum døgum, og síðstu árini eru fólk ikk i farin heim, tá skúladagurin er liðugur í evnisvikuni. Nei, tá deadline nærkast, vísir tað seg, at øll vilja, at framløgan er so góð sum gjørligt, og fleiri hava arbeitt til langt út á náttina. Til dagligt síggjast úrslitini á einum skúla jú ikk i so týðiliga gjøgnum árið, har alt verður skrúvað upp til várið, tá próvtøkurnar eru. Ein serlig tøkk til Jan Müller á Sosialinum, Martin Næs á Landsbókasavninum, Sunrid Olsen á Lands­skjala­ savninum, bussførarunum Hera Vík og Regin Dam, Jógv­an bónda í Dúvugørðum, Anne­ bin Ellingsgaard á Forn­ minn asavninum Látrinum á Eiði, Jákup Joensen, ið vísti fram nýumvældi kirkjuna á Eiði, Lisu Ellingsgaard og mann inum á glasvirkinum á Eiði og ikk i at gloyma Pet­ur Jacob Sigvardsen, ið rún­ar­bant okk um við sín­­um framúskarðandi frá­søgu­ hátti. Ein jólaheilsan frá Miðnáms­skúlanum Henda fitta, men álvarsama søga, hevur verið um umfari sum teldupostur í desember: 23. desember skundaði eg mær oman í býin at keypa tær síðstu jólagávurnar. Tá eg kom oman, og sá øll fólkini har, hugsaði eg við mær sjálvari, ”hetta kemur at taka øldir, og eg havi enn nógvar handl­ar at fara í.” Jólini verða strævnari fyri hvørt ár. Eg hevði ynskt, at eg kundi lagt meg at sova, og vakn að aftur aftaná jól. Tá eg kom í leikutoyshandilin, fór eg at hyggja eftir prísunum. Eg hugsaði við mær sjálvari, um børn yvirhøvur spæla við so dýr leiku­ toy? Lítla løtu seinn i, sá eg ein lítlan drong, ið var eini 5 ára gamal. Hann helt um eina dukk u, móti bringu síni. Hann streyk dukk uni um hárið, og tóktist sera syrgin. So vendi hann sær móti eini eldri konu, ið stóð við hansara lið, ”omma, ert tú sikk ur upp á, at eg ikk i havi nóg nógvar pengar?” Gamla konan svaraði, ”tú veit, at tú ikk i hevur ráð til dukk una, góði” So bað hon hann bíða í 5 minuttir, meðan hon fór at hyggja seg um. Lítli drongurin helt enn í dukk uni. Eg fór yvir til hann , og spurdi hvør skuldi hava dukk una. ”Hetta er dukk an, sum systir mín elskaði og ynskti sær áðrenn jól. Hon var sikk ur í, at jólamaðurin fór at geva sær hana.” Eg segði við hann , at kanska hann fór at geva henn i hana. Tað skuldi hann ikk i vera so bangin um. Men hann segði syrgiliga við meg, ”Nei jólamaðurin kann ikk i geva henn i dukk una, har hon er nú. Eg má geva mammu hana, so hon kann geva henn i hana, tá hon fer har til.” Eygu hansara fyltust við tárum, tá hann segði hetta. ”Systir mín býr hjá Jesus Pápa nú. Babba sigur at mamma fer eisini skjótt har til, so eg helt, at hon kundi taka dukk una við fyri meg, so systir mín fær hana.” Hjartað mítt leyp fleiri sløg um. Lítli drongurin hugdi uppá meg. ”Eg bað babba siga við mammu, at hon skuldi ikk i fara orduliga enn - hon mátti bíða til eg kom heim aftur frá handlinum.” Síðan vísti hann mær eina mynd av sær sjálvum, har hann var smílandi og í góðum lag. ”Hesa myndina skal mamma eisini hava við, so hon ongantíð fer at gloyma meg. Eg elski mammu, og vildi ynskt at hon ikk var noydd at fara. Men babba sigur, at hon má fara, til at vera hjá systir míni.” So hugdi hann aftur at dukk uni - við sorgarfullum eygum. Eg fór spakuliga niður í taskuna, og tók nakrar pengar, og segði við dreingin, ”skulu vit prøva at telja tínar pengar aftur?” Ok segði drongurin, ”eg hopi at eg havi nokk .” Uttan at hann legði merki til tað, legði eg pengar saman við hansara, og vit byrja­ ðu at telja. Har var nokk av pengum fyri dukk una, og eitt sindur leyp av. ”Takk Gud fyri, at tú gav mær nokk pengar!” ”Í gjár, áðrenn eg legði meg at sova, bað eg Gud um at vera sikk ur í, at eg hevði nokk av pengum fyri dukk una til systir mína - Hann hoyrdi meg.” ”Eg ynskti eisini at hava pengar til at keypa eina hvíta rósu til mammu. Mamma elskar hvítar rósur, men eg tordi ikk i at biðja Gud um ov nógv, men alíkavæl gav hann mær nokk . Lítla løtu seinn i kom omma hansara aftur eftir drongi­ num. Eg kláraði at keypa restina av gávunum, tó við heilt aðrari tank agongd. Eg kláraði ikk i at lata vera við at hugsa um lítla drongin. So minn tist eg á tíðindi í blaðnum, fyri tveimum døgum síðan. ”Maður koyrdi fullur, og rendi á ein bil, har ein ung kvinn a og ein lítil genta vóru í. Lítla gentan doyði á staðnum, og mamma henn ara endaði í koma.” Familjan mátti velja, um kvinn an skuldi í respirator ella ikk i. Kvinn an fór ikk i at vakn a aftur úr koma. Var hetta familjan hjá lítla dronginum?? Tveir dagar eftir at eg hevði møtt dronginum, læs eg í blaðnum, at unga kvinn an var deyð. Eg kundi ikk i lata vera, fór til handils og keypti eitt blómutyssi av hvítum rósum, og fór á líkhúsið, har fólk kundu síggja kvinn una síðstu ferð, áðrenn hon fór til gravar. Hon lá í kistuni í vøkrum hvítum kjóla, við einari hvítari rósu í hondini, og myndina av lítla dreinginum, og dukk uni á bringuni. Eg fór grátandi avstað, og føldi at lív mítt var broytt. Kærleikin sum hesin lítli drongur hevði til mammu og systir sína, er enn tann dag í dag ringur at ímynda sær. Og í einum sekundi, tekur ein rúsaður maður alt frá honum. Gleðilig Jól - og koyrið varliga! Ver takksamur fyri tað ið tú hevur Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum vístu samkenslu, tá ið okkara elskaði sonur, beiggi, svágur, ommusonur, bróður- og systursonur og drongur Hans Dávid Petersen so brádliga varð tikin frá okkum. Takk tit mongu, sum leitaðu. Takk fyri bøn og forbøn. Takk fyri vøkru orðini í kapellinum og í kirkjuni. Vit takka familju, bygdarfólki, vinum og kenningum, sum hava hjálpt okkum hesa sváru tíð. Hotel Norð og øllum tykkum, sum hjálptu til har og øllum tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað á foldum. Gud vælsigni tykkum øll. Gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Familjunnar vegna Elsuba og Petur, Malena, Sólja Thomina, Jóhan Heini, Elsuba Malena, Pætur og Jákup Tøkk Vit takka hjartaliga øllum fyri sýnda samkenslu, tá kæri maður, pápi, verfaðir og abbi okkara Leivur Holm Tvøroyri andaðist og varð jarðaður. Takk fyri blómur, kransar, heilsanir og gávur til Tvøroyrar Kirkju. Takk til tykkum, sum ringdu og vitjaðu inn á gólvið. Takk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðina og við ervið í heiminum. Takk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Hjartaliga takk øll somul. Familjunnar vegna Judith Julianna, Elisabeth og Kári Bygdarhúsið við Gjógv var góður karmur til slíkt endamál og bygdin er vøkur við ríkari søgu Lesið - so eru tit við