fríggjadagur 23. desember 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 23. desember 2005
17
Í hesum døgum er
listaskálin, Oyggin,
á Tvøroyri, karmur
um forvitnisliga
og fjølbroytta
framsýning
Framsýning
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Listahugað í Suðuroy hava
í hesum døgum høvi til at
síggja eina forvitnisliga
og fjølbroytta frams‡ning
í listaskálanum Oynni, á
Tvøroyri.
Frammanundan hava vit
skrivað, at Finnleif Morten
sen sýnir fram málningar
í Oynni- og har eru nógv
av myndevnunum eisini úr
Suðuroynni.
Men nú er italski lista
maðurin,Gianfranco Nonne,
sum býr í Vági, eisini farin
at sýna fram í oynni.
Hann málar ikki, men
arbeiðir við leiri, bronsu og
gipsi.
Hann hevur tvey høvuðs-
myndevni á framsýningini
og tað eru arbeiðslív og
kendir føroyingar.
Á framsýningini eru nevni
liga fleiri bringumyndir av
kendum, føroyskum rithøv
undum og skaldum. Men
hann hevur eisini gjørt fleiri
relief, sum lýsa arbeiðslív í
Føroyum, helst fyrr í tíðini.
Talan er um relieff av monn
um, sum koma aftur av út
róðri, sum skera lippur og
sum fást við fugl. Og har eru
eisini myndir av konufólki,
sum vaska fisk.
Framsýningin er opin
hvønn dag, uttan mánadag,
frá klokkan 15-18.
Kingomenninir
Niels Midjord og
Petur Jákup Eliasen
skaptu hugna í
Miðlahúsinum í
Vágsbotni týskvøldið.
Konsert
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Týskvøldið vóru Kingomenn
í Miðlahúsinum. Teir báðir
Kingo-menninir Niels Midjord
& Petur Jákup Eliasen sungu
vísir hjá Evert Taube og sálmar
hjá Kingo. Kvøldið gjørdist
sera hugnaligt, og blandið av
Kingo og Taube, ið kundi tykst
eitt sindur margháttligt, riggaði
stak væl. Fólk tyktust sum
heild væl nøgd við tiltakið
Eisini teir báðir, ið
framførdu vóru væl nøgdir.
Petur Jákup sigur við Sosi
alin, at hann helt hetta vera
eini deilig høli at framføra
í. Hann sigyr, at teir leggja
dent á, at tiltøk eru so nat
úrlig, sum til ber. Tí var tað
ein frægd at syngja uttan
mikrofon, hetta loyva hølini
og tað at ikki heilt nógv fólk
var inni.
Niels og Petur Jákup
hava sungið saman í eini
10-15 ár. Teir byrjaðu við
Calypso løgum og Evert
Taube, Calypso’in er farin
av skránni, men Evert Taube
løgini, ið Niels hevur umsett
til føroyskt, hanga enn við.
Báðir hava teir sungið
nógv í kóri, og tað er í hes
um sambandi, at sálmar eis
ini eru komnir á skránna.
Teir sungu onkran sálm í
einum kóri og avgjørdu at
gera meira við hetta. Petur
Jákup greiðir frá, at Niels
er Kingoserfrøðingur, og at
hann hevur gott innlit í Kingo
løg kring Føroyar. Nógv av
løgunum, ið teir syngja eru
av Strondum, og hetta er í
stóran mun vísuløg, tí er
blandið millum Kingo og
Taube ikki heilt burturvið.
Petur Jákup sigur, at teir
hava sungið fyri svium, bæði
í Svøríki og í Fugloy, og hesir
eru um at detta á afturpartin
tá teir hoyra Evert Taube á
føroyskum.
Enn er hugurin at syngja
bæði Kingo og Taube stór
ur, tí eru ivaleyst nógv ár
eftir í hesum báðum Kingo
monnunum.
Nøkur løg vóru sungin uttan
fylgispæl
Kendir føroyingar og arbeiðslív í Oynni
Hendan bringumyndin av
Martini Joensen, rithøvunda,
er eitt av verkunum hjá
italska listamanninum,
Gianfranco Nonne í Oynni á
Tvøroyri
Side Effect
ovast á
altjóða
hittlista
Føroyski teknorokkbólk
urin Side Effect ger
veruliga um seg á tón
leikaheimasíðuni soundlift.
com, teir byrjaðu beinan
vegin at leita sær upp eftir
listanum yvir mest niður
tiknu løg á síðuni. Teir
lógu ovast á listanum yvir
tekno-rokk løg týsdagin, og
nú hevur lagið hjá teimum
Kaos leita sær upp á ovastu
rók á sjálvum hittlistanum
yvir øll løg á síðuni.
Á Soundlift.com liggja
nógv løg hjá nógvum bólk
um, og á síðuni ber til
ókeypis at taka løgini niður.
Á síðuni liggur millum onn
ur bólkurin Wheatus, ið
hevði eitt heimsumfatandi
hitt, við lagnum “Teenage
Dirtbag”.
nud
Kingomenn í Miðlahúsinum
Gittarin var við til at geva
hesi fullkomiliga streymleysu
konsert meira lív
Aftan á konsertina var høvi hjá áhoyrarunum at práta við teir
báðar, her tosar Tórmóður Djurhuus við Niels Midjord.